Hetta er triðja setan Ragnhild Sørensen, ættað úr Kaldbak, situr í býráðnum í Sorø vald inn fyri Sosial Demokratarnar. Umframt býráðssessin arbeiðir hon á einum heimi, har hon ansar sinnissjúkum í øllum aldri. Eisini er hon virkin í Føroyingafelagnum á Vestursælandi, sum hon tók stig til fyri 15 árum síðani. Felagið er virkið og hevur um 100 limir. Um veturin eru tey saman eina ferð um vikuna.
Politiska lívið byrjaði hon í fakfelagsarbeiði sum næstformaður í fakfelagnum DKA, tað sum í fag eitur FOA.
? Úr fakfelagsarbeiði var vegurin ikki so langur í politikk, sigur Ragnhild Sørensen.
Í seinasta valskeiðnum sat hon sum formaður í nevndini, sum hevði til endamáls at veita øllum borgarum í kommununi arbeiði. Nevndin varð niðurløgd, tí í dag eru eingi arbeiðsleys í kommununi.
Ragnhild er limur mentanevndini og í tí sambandi er hon formaður í Amts Museumet. Eisini situr hon í nevndini fyri Sorø Akademi Skole, har nógvir góðir føroyingar hava gingið og ganga. Tað sum Ragnhild serliga er upptikin av í sínum politiska arbeiði eru umstøðurnar hjá børnum.
? Nógvar familjur eru undir umsjón, tí foreldrini ikki makta teirra uppgávu sum foreldur. Nógv børn eru tikin frá foreldrunum, men vit royna at fáa tey heimaftur til foreldrini. Børnini hava tey foreldrini tey eina ferð hava fingið og tey hava tey restina av lívinum. Tað er tann sosiali arvurin, sum jú merkir, at foreldrini hava verið út fyri nakað tí sama. Tey duga ikki at taka sær av øðrum, hava umsorgan og vera góð, tí eingin hevur verið góð við tey.
? Tá ið tú tekur eitt barn frá foreldrunum endar tað á einum stovni. Stovnurin sleppur børnunum, tá ið tey eru 18 ár og so standa tey har og eiga ongan góðan. Tað barnið hevur verið so lítið hjá síni biologisku familju og tí nyttar einki at fara hagar. Tað er har vit sum kommuna svíkja. Tí hevði verið betri at hjálpt familjuni og barninum, til tað er liðugt við eina útbúgving. So stendur barnið ikki í somu støðu sum foreldrini og á tann hátt ber til at ríva seg leysan frá tí sosiala arvinum.
? Sjálvandi vilja tað altíð vera nøkur, sum man er noyddur at taka frá foreldrunum og senda á barnaheim. Men tað eru nógv, sum kunnu vera hjálpt. Eitt barn á einum barnaheimi hevur ongan, sum er teirra og tað er tað ringasta. Á barnaheiminum fáa tey eina góða viðferð, men tey fáa ikki eitt serliga innihaldsríkt lív. Tey eru saman við børnum á heiminum, í skúlanum og í frítíðini. Eitt barn fær eitt heilt annað sosialt innlit, tá ið tað veksur upp hjá foreldrum.
? Tað kostar ógvuliga nógv at hava børn á stovni í dag. Okkara ætlan miðar ímóti, at børnini skulu vera hjá foreldrunum, tað er ein betri loysn bæði fyri tey og fyri samfelagið. Æltanin gongur út uppá, at vit hava alla familjuna undir umsjón. Barnið fer í skúla um morgunin, í frítíðarskúla og so heim, og í frítíðini er tað onkur, sum tekur hond um familjuna og hevur umsjón við henni. Tað er trupult at vera í eini slíkari familju, men tað er einki annað at gera, sigur Ragnhild Sørensen.