Bilóhapp
Ein ungur maður í Eysturoy kann vera glaður fyri, at nakrir ógvuliga snarráðir unglingar vóru akkurát staddir við Gøtueiði tíðliga leygarmorgunin.
Sjálvur var hann komin rættiliga illa fyri og vóru ikki akkurát hesir avísu unglingarnir av tilvild komnir framvið, kunnu vit bert ímynda okkum, hvat kundi hent.
Maðurin kom koyrandi úr úr Syðrugøtu á veg um Eiði um hálvgum fimm tíðina leygarmorgunin.
- Komin um tað hægsta, fer hann út í grúsið í vegjaðaranum í høgra borði, sigur Steintór Jacobsen løgreglumaður í Eysturoy.
Síðani fer bilurin tvørtur um vegin og útav í vinstra borðið og í bakkan. Men onkusvegna er bilurin slongdur uppaftur á vegin og har endar hann á takinum.
- Tá ið boðað var frá óhappinum, fingu vit at vita, at eldur var í bilinum og at maðurin sat kleimdur fastur í honum, sigur løgreglumaður.
Tí varð full neyðstøða lýst og alt varð sent avstað, bæði sjúkrabilur, sløkkiliðsbilar o.s.fr. Tilsamans vóru sjey sløkkiliðsbilar og hjálparbilar á staðnum.
Steintór Jacobsen sigur, at tá ið sløkkilið og løgregla komu á staðið, kundu teir staðfesta, at eldurin var sløktur. Samstundis kundu sløkkiliðsmenninir eisini staðfesta, at maðurin var ikki kleimdur fastur.
Men hinvegin lá hann framvegis í bilinum í óviti.
Teir fingu so mannin úr bilinum og í ein sjúkrabil, sum flutti hann á Landssjúkrahúsið, har hann varð innlagdur.
Løgreglumaðurin sigur, at tað hann aftaná frætti frá Landssjúkrahúsinum, hevði maðurin tað gott, tá ið hugsað verður um, hvussu tað kundi gingist.
Sløktu við sodavatni
Steintór Jacobsen sigur, at nógv ferðsla er har um vegir og nógvir bilar komu eisini á staðið beinanvegin, óhappið varð hent.
- Og tað vóru ungfólk úr einum av hesum bilunum, ið kom á staðið, sum høvdu megnað at bast eldinum í bilinum, sum var farin útav.
Tey høvdu kortini hvørki eldsløkkjarar ella vatn at sløkkja við.
Men unglingarnir vóru ikki ráðaleysir fyri tað.
So tá ið mann ikki hevur tað, mann skal brúka, so má mann brúka tað, sum mann hevur.
Sostatt máttu teir brúka tað, sum var fyri hondina. Og tað einasta, tey høvdu við hondina var sodavatn.
- Jú, tað er rætt, váttar Steintór Jacobsen: Tey bastu eldinum við sodavatni!!
Hann heldur, at tað var heilt einastandi væl hugsað og vit kunnu bara stórliga fegnast um, at hesi ungu fólkini høvdu áræði og umhugsni til at finna uppá nakað so óvanligt fyri at hjálpa í eini støðu, sum lættliga kundi enda við einum sorgarleiki.
- Tað er ómøguligt at siga, hvussu endin hevði verið, høvdu hesi ungfólkini ikki verið so skjóttonkt, sigur Steintór Jacobsen.
- Tað kann ein og hvør bara gita um. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at eldur var í bilinum. Eldurin var í motorrúminum og talan var um ein bensinbil, so eldurin kundi ment seg rættiliga skjótt og kola bilin upp eftir eini løtu.
- Men tað forðaðu hesi fólkini so fyri við at spræna sodavatn á eldin og tey eiga alt møguligt rós fyri at hugsa so væl.
Annars gekk bjargingararbeiðið bæði skjótt og væl, tí tað gingu bara 18 minuttir frá tí at óhappið varð fráboðað til maðurin var komin í sjúkrabilin og tamarhald var á støðuni.










