Uppflytararnir úr Vestmanna kundu tað sama verið á odda í 1. deild hjá kvinnum eftir dystirnar hetta vikuskiftið, men tær megnaðu ikki at halda tunguna mitt í munninum, tá tað var neyðugt, og so streyk Kyndil avstað við sigrinum og oddasessinum, sum nú er styrktur.
Kyndil kom upp á 14 stig, meðan VÍF verður standandi á 11 stigum ? tað sama sum Neistin og Stjørnan nú eisini hava.
Tað var nógv, sum bendi á, at VÍF-kvinnurnar fóru at vinna toppdystin í bestu kvinnudeildini sunnudagin. Um vit samanbera við dystin móti Neistanum fyrr í vikuni, so var avrikið hjá VÍF nógv betri hesaferð. Viljin var størri, og tá dysturin var liðugur, sat ein og undraðist eitt sindur yvir, hví tær fingu so lítið burturúr síðsta partin av dystinum.
Kyndil legði seg á odda 3-1, men stutt seinni var VÍF komið upp á 4-3. Kyndil tók so leiðsluna aftur, men munurin var ongantíð størri enn tað eina málið í fyrra hálvleiki, sum eisini endaði javnur 9-9.
Ioana Rapa skeyt tíggju mál í dystinum, men eins ofta blivu skotini hjá henni blokerað, serliga av Beintu Sørensen, sum var tann besti hjá Kyndli. Í leikskránni til dystin segði Beinta, at hon millum annað eisini hevur spælt flogbólt, og fleiri av blokadunum mintu eisini um tær, tú sært í flogbólti.
Men rumenska álitið á VÍF-liðnum hevur besta og í øllum førum harðasta skot av øllum spælarunum í kvinnudeildini, og tá slepst ikki undan, at nøkur mál fara inn.
Í hinum endanum av vøllinum gekk ikki so væl hjá størstu skothóttanini hjá Kyndli, og Lotte Sørensen fór eisini út stutt eftir, at dysturin var byrjaður, tí har gekk heilt illa. Vandamiklastu spælararnir hjá Kyndli í fyrra hálvleiki vóru Conny Poulsen, sum helst er tann strikuspælarin í kvinnudeildini, ið dugir best at lofta (tað er sjálvandi rættiliga týdningarmikið í hondbólti, ikki minst hjá strikuni), og Brynhild Klein.
Í seinna hálvleiki kom VÍF upp á 11-9, 14-11 og 15-12 (tá seinni hálvleikur var komin í helvt), og tað sá út til, at tær høvdu gott tamarhald á støðuni. Men so steðgaði upp, Kyndil setti ferð á, og nú kom fullkomiliga vend í. Fimm minuttir aftan á 15-12 var Kyndil á odda 16-15, og hóast VÍF javnaði út tvær ferðir, var slagið tapt, tá Ann Hansen ? tað sást, at hon framvegis er plágað av skaða ? skoraði til 20-17.
Nógv fólk var í høllini á Hálsi sunnudagin. Mansliðini hjá Kyndli og VÍF spældu aftaná, og hesir dystirnir savna altíð nógv fólk. Men munurin var, at hesaferð komu tey eitt sindur fyrr, eisini úr Vestmanna, har áhugin fyri kvinnuliðnum hevur verið vaksandi alt árið.
Tað vóru fleiri VÍF-viðhaldsfólk millum áskoðararnar enn tey, sum hildu við Kyndli ? soleiðis ljóðaði tað í øllum førum ? men tey megnaðu ikki at bera liðið fram til sigurs, hóast tað sá sera gott út eitt skifti.
Fyri kappingina merkti tað, at Kyndil nú veruliga fekk luft millum seg og hini liðini. Mikukvøldið hittast Kyndil og Neistin, og um Kyndil vinnur henda dystin, er nógv sum bendir á, at føroyameistaraheitið verður verandi hjá havnarfelagnum, sum annars altíð hevur havt størri traditiónir á manssíðuni.