Annað hvørt ár er Føroyanevndin í Føroyum og kunnar seg um viðurskiftini. Hetta hendir í hesum døgum, og mangt og hvat er á skránni. Tó dugir Edmund Joensen, formaður í nevndini, ikki reiðiliga at seta orð á, hvat nevndin fær burturúr at vera í Føroyum. Men tað ger Mogens Jensen, fólkatingsmaður fyri danska Javnaðarflokkin og limur í Føroyanevndini.
- Tað er ikki ofta, at Føroyanevndin hevur nakað serligt at gera, men tá viðurskifti stinga seg upp, sum hava við Føroyar at gera, so er tað okkum, hini í flokkunum venda sær til. Vit eru satt at siga serfrøðingarnir fyri flokkin í føroyskum viðurskiftum, sigur Mogens Jensen.
Nóg ofta
Spurningurin er tí, um tað er nóg mikið at vera í Føroyum annaðhvørt ár og kunna seg um føroysk viðurskifti, tá mann skal vera serfrøðingur fyri flokkin.
Tað heldur Høgni Hoydal, fólkatingslimur og tingmaður fyri Tjóðveldi.
- Føroyanevndin er nóg ofta í Føroyum og kunnar seg. Men sum heild vita danir og eisini fólkatingslimir øgiliga lítið um Føroyar, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir tó á, at seinastu árini hevur nógv verið gjørt niðri í Danmark við at kunna fólkatingslimir um viðurskiftini í Føroyum, og hvørja ferð evni, sum hava við Føroyar og/ella Grønland at gera, gera seg galdandi á Fólkatingi, so skipa umboðini fyri oyggjarnar soleiðis fyri, at málini fáa viðgerðina, tey hava tørv á. Soleiðis hevur ikki altíð verið, metir hann.
Eisini staðfestir fólkatingslimurin fyri Tjóðveldi, at ein av batunum er, at ymisku flokkarnir í Danmark hava fingið sær ávís framsøgufólk í føroyskum viðurskiftum, og tí vita hesi betri um Føroyar.
Tó vísir Høgni Hoydal á, at fólkatingslimir nýta heilt nógva tíð at kunna um grundleggjandi viðurskifti um Føroyar, og tí fer tað við nógvari orku.
Lýsa fyri Føroyum
Mogens Jensen greiðir eisini frá, at eitt av málunum við at vitja Føroyar fyri nevndina, er at kenna landið, og læra tað at kenna við eini góðari uppliving.
- Vit eru sjálvandi eisini góðir sendiharrar fyri Føroyar, tá vit koma niður aftur til Danmarkar. Tá vit koma heimaftur tosa vit altíð um, hvussu vakrar oyggjarnar eru, tað góða her og so framvegis, og hetta hevur jaliga ávirkan fyri hugsanina um Føroyar á Fólkatingi, sigur danski fólkatingslimurin.
Hann staðfestir eisini, at tað er sjáldan, at Føroyanevndin hevur nakra beinleiðis ávirkan, men at tað
Kunna um alt
Hóast Mogens Jensen, fólkatingsmaður, heldur at tað at vitja Føroyar serliga er ein jalig uppliving, so kunnar Føroyanevndin um øll viðkomandi føroysk viðurskifti.
- Vit fara í Norðoyggjar, eftir uppskoti frá føroysku limunum í nevndini, og har fara vit at hyggja at infrakervinum, og hvussu ein undirsjóvartunnil hevur ávirkað økið, greiðir Edmund Joensen frá.
Hann leggur tó afturat, at tað ikki er soleiðis, at tað negativa ikki verður viðgjørt, og tí verður støðan í fiskivinnuni sjálvandi eisini uppi at venda.
Afturat hesi vitjan í Norðoyggjum, vitjar Føroyanevndin løgmann, uttanlandsnevndina, vinnumálaráðið og ávísar fyritøkur í Norðoyggjum og Eysturoy.
Á fundunum í Føroyum verður eisini støðan við hækkaðu ferðaavgjøldunum viðgjørd, og ferðin hjá teimum 11 í ferðalagnum kostar danska statskassanum umleið 130.000 krónur.