– Vit skulu øll kunna fara trygt til arbeiðis, uttan at óttast arbeiðsóhapp ella annað sum setur okkara heilsu í vanda.
Tað siga tey trý, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í eini fráboðan í dag.
Tey halda, at nú má politiski myndugleikin vakna og fara til verka. Tey siga, at tað skal ikki standa á, at fakfeløgini gera sítt fyri at upplýsa og kunna, og fyri at útbúgva fólk.
– Men tað er neyðugt, at Helgi Abrahamsen, sum umsitur arbeiðsmarknaðin, raknar við og broytir hugburð, og tekur tey mongu deyðsføllini og arbeiðsóhappini í størri álvara, siga tey trý fakfelagsfólkini.
Tey vísa á, at talið á teimum sum fáa skaða, ella enntá doyggja, til arbeiðis, er ov stórt og tey halda, at hetta má og skal takast í stórum álvara
– Vit vita, at virksemi er nógv økt í Føroyum, men kortini eru arbeiðsóhappini økt lutfalsliga nógv meir enn talið á arbeiðstakarum, og tað er ikki í lagi.
– Í okkara feløgum merkja vit hetta serliga í fiskivinnuni á landi, í alingini og í byggivinnuni. Tað kann vera alt frá smáum óhappum, har tann rakti ikki fær stórt mein, til tær heilt álvarsomu arbeiðsvanlukkurnar, har arbeiðsfólk missa førleikar og arbeiðsevni og nøkur bøta enntá við lívinum, siga tey.
– Vit mugu til einhvørja tíð hava eina hugsan um, at hvørt einasta arbeiðsóhapp er eitt ov nógv, og vit eiga at seta okkum tað mál, at eingin skal fáa mein, ella doyggja av at vera til arbeiðis. Tey siga, at fyrr enn tá verða engir batar av álvara.
– Hetta merkir, at tey, sum varða av arbeiðsmarknaðinum á politiska økinum, eisini hava eina hugsjón um evnið, og hava virðing fyri teimum nógvu løntakarunum, sum hvønn dag trúliga fara til arbeiðis og gera sína skyldu.
– Løntakarar eiga ein rætt at vera trygg til arbeiðis, og tað eru tey ikki í løtuni við støðuni við teimum mongu deyðsføllunum.
Tey ásanna, at hetta kostar pening, eitt nú til fleiri eftirlitisfólk og til fólk at granska og gera frágreiðingar um tey arbeiðsóhapp sum hava verið. Og tað kostar eisini pengar til upplýsing, útbúgving og kunning.
– Hóast allar hesar kostnaðir, er tað ókeypis at hava hugsjónir og at hava kenslur fyri øðrum, og tað sakna vit frá politiska myndugleikanum.
– Satt at siga gjørdust vit rættiliga skakk av at hoyra Helga Abrahamsen í kringvarpinum herfyri greiða frá, at óhapp altíð fara at henda, og at hann ikki ætlar at seta meir pening av til trygd og trivnað á arbeiðsmarknaðinum, siga
Georg F. Hansen, Jastrid W. Niclasen og Absalon Hansen.
– Hetta kanst tú gera betri Helgi Abrahamsen, men fyrst av øllum hevði verið gleðiligt, um tú greitt, og uttan fyrivarni, boðaði frá, at málið er, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein á arbeiðsmarknaðinum – og at neyðug stig verða tikin til at forða fyri tí, siga tey.
– Kom nú, tit í landsstýrinum og tit øll í løgtinginum: Tit mugu, onkusvegna, vera samd um, at sjálvandi skulu fólk fara trygt til arbeiðis og koma heimaftur til familjuna eftir loknan arbeiðsdag, siga tey trýfakfelagsfólkini.











