Glottar vóru at hóma

Hóast føroyska liðið sum heild hevði ein sonevndan off-day, so vóru tó eisini onkrir glottar at hóma . Heildarmetingin verður tó sjálvandi samsvarandi úrslitinum, sum ikki var nóg gott hesa ferð

Jákup Mikkelsen, Herfølge BK

16 dystir/0 mál

Landsliðsmálverjin hevði stutt undan landsdystinum staðið ein branddyst fyri felag sítt, og hetta gjørdi hann eisini leygardagin. Einar tvær tríggjar av bjarginum hansara vóru í sonnum heimsklassa, og uttan hesar, kundi talan verið um eitt satt skrædl. Noyðist tó at taka sveisiska leiðslumálið á sín kappa, og hevði annars eisini í øðrum førum trupulleikar av høgum bóltum.


Óli Johannesen, AGF

47/1

Hevði sum verjuskipari úr at gera í ótryggu føroysku verjuni, og tað var ofta, at hann sum seinasti verjuskansin fekk forða sveisarunum í at gerast heilt vandamiklir. Taldist so avgjørt millum teir betru á føroyska liðnum, men tað telur kortini frá, at hann sum verjuskipari ongantíð megnaði at flyta liðið longur niðan á vøllin.


Hans Fróði Hansen, Sogndal

14/1

Leirvíkingurin telist vanliga millum tryggastu føroysku leikararnar, men hesu ferð hevði hann stórar trupulleikar gjøgnum so at siga allan dystin. Hevði sera ilt við at fylgja Türkyilmaz, og gjørdi serliga í byrjanini nógv fríspørk. Uppgávan gjørdist heldur ikki lættari av, at verjan ofta varð undirmannað, tá miðvøllurin slepti markeringunum, men sannførandi var avrikið ongantíð.


Jens Kristian Hansen, B36

37/2

Eins og miðverjufelagin, Hans Fróði, hevði føroyski liðformaðurin stórar trupulleikar við at fylgja sínum manni, og longu undan útvísingini hevði hann fingið gult kort, tá Chapuisat rundaði hann uppi á miðjuni. Samanumtikið var talan so avgjørt ikki um ein dyst, sum liðskiparin fer at minnast fyri nakað positivt.


Johan Byrial Hansen, OB

1/0

Eftir at hava sitið á beinkinum allan dystin móti Slovenia, slapp Johan hesu ferð rættiliga inn í landsliðshitan.

Eftir eina heldur nervatyngda byrjan, har skeivu sendingarnar vóru heldur nógvar í talið, fall hann tó hampuliga væl til á liðnum, og av teimum trimum uppdekkarunum, var hann helst tann, sum kom best frá síni uppgávu. Fór tó eisini nakað niður, saman við restini av liðnum, men roknast skal tó ikki við, at hetta var einasti landsdystur hansara.


Allan Mørkøre, HB

52/1

Hevði allan dystin alstórar trupulleikar í verjupartinum, har hann ferð eftir ferð varð yvirspældir, tá sveisararnir fingu skapt sær yirtalsstøður, tí markeringarnar ikki vóru nóg góðar á miðvøllinum. At hann soleiðis varð svikin av miðvøllinum, hevði eisini við sær, at hann at kalla ongantíð fekk høvi at taka lut í álopspartinum, sum annars er sterkasta síða hansara.

Fekk dystarmetið á landsliðnum leygardagin, men vónandi verða tað aðrir dystir í framtíðini, sum Allan fer at minnast betri enn hendan.


Sámal Joensen, Leiftur

19/0

Hevur verið smáskaddur seinastu tíðina, og hetta sást eisini aftur í avrikinum. Kom at kalla ongantíð inn í vanliga leiklut sín sum uppruddari, og saman við liðfeløgunum á miðvøllinum, má hesin dystur avgjørt teljast millum teir keðiligu hjá gøtumanninum.

Útskiftingin tóktist náttúrlig, tí um tað mundi tóktist ikki at vera nógv eftir í beinunum.


John Petersen, Leiftur

28/3

Byrjaði dystin við buldur og brak, tá hann skelkaði heimaáskoðararnar við at leggja Føroyar á odda.

Eftir málið var tað tó millum lítið og einki, sum sást til skálamannin. Tóktist darvaður av skaðanum, sum hann hevur drigist við seinastu tíðina, og megnaði ikki at útfylla vanliga leiklutin, har hann í stóran mun er aksilin á miðvøllinum, sum spælið snarar um.


Julian Johnsson, Kongsvinger

36/1

Eins og vanligt, so rann Julian eina rúgvu av kilometrum, men hinvegin var tað merkiliga lítið, sum kom burtur úr renningini hesu ferð.

Var í fleiri førum beinleiðis sløsutur við bóltinum, og átti hann sín lut í fyrsta og fjórða málinum hjá sveisarum.

Skuldi ætlandi vera eitt slag av bylgjubrótara í álopspartinum hjá okkara monnum, men sæð burtur frá teimum fyrstu fimm ella tíggju minuttunum, slapp hann als ikki framat, tí hann saman við restina av liðnum lá ov aftarliga á vøllinum.


Øssur Hansen, B68

41/2

So avgjørt størsta ljóspunktið í dystinum. Tær álopsroyndir, sum føroyingar høvdu, fóru so at siga allar ígjøgnum hansara megin, og hann má sigast at vera einasti føroyingur, sum hevði yvirtak mótvegis beinleiðis mótstøðumanni sínum. Hesin varð eisini skiftur út, seinni í dystinum, men eisini móti nýggja manninum setti Øssur sítt merki á dystin.

Sum sagt var toftamaðurin størsti føroyski glottin, og tað var týðuligt, at honum hóvaði væl leiklutin í vinstru, har hann varð bakkaður upp av Johan.


Uni Arge, ÍA

32/7

Var settur á eina sanna uriasuppgávu í álopinum, har hann at kalla allan dystin var púra einsamallur í vælvaksnu sveisisku verjuni.

Hann royndi tó at stríðast av allari makt, men tað var tó sjónligt, at hugurin minkaði, so hvørt sum dysturin tók at halla. Átti sín lut í føroyska málinum, og kundi við eitt sindur av neyvleika havt pyntað um úrslitið móti endanum.

Yvirhøvur er tað tó torført at meta um avrik hansara, tí satt at siga fekk hann einki gjørt einsamallur.


Rógvi Jacobsen, KÍ

5/0

Fekk eina hampuliga løtu á vøllinum, men megnaði ongantíð at seta nakran dám á dystin.

Tað ráddi tá bert um hjá føroyska liðnum at halda tapinum niðri, so nakað veruligt fótbóltsspæl gjørdist ongantíð talan um, og tí er grundarlagið fyri einari meting av avrikið hansara ov tunt.


Jóhannis Joensen, HB

8/0

Kom eins og Rógvi inn á vøllin í seinna hálvleiki, men eisini í hesum føri tykist grundarlagið fyri einari meting at vera ov tunt.