verður at endurnýggja ella gera stórar íløgur í hendan flotan í næstu framtíð, fyri at hann kann halda fram at royna á djúpum vatni. ? Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan, at neyðugt er, at hesin flotin [...] løgtingsmaður, at ein av treytunum skal verða, at veiðan verður avreidd í Føroyum, at minst 30% av veiðuni hjá fiskifarinum verður seld yvir eina uppboðssølu, góðkend av landsstýrinum og at eigarin letur [...] eftir eisini at verða verandi á tí djúpa vatninum og ikki verður tvungin inn á innaru leiðirnar at royna, har restin av flotanum við Føroyar frammanundan roynir. Tí verður skotið upp, at íløgustuðulin
kunnu nýta nýggju tøknina til at marknaðarføra Føroyar. Vit vita longu at ferðafólki í Føroyum eru upplýst og sjálvstøðug fólk. Hesi fólk eru eisini tey, sum hava dirvi at royna nýggju tøknina. Internetið [...] gjørdi man ein feil við at leypa forarbeiði um. Man kastaði seg sostatt yvir marknaðarføringina, uttan at hava sett sær eitt veruligt mál. Tað er hetta vit skulu forða fyri at hendir enn einaferð. Lise [...] stjórin í Ferðaráð Føroya sigur um samstarvið við Lisu Lyck, at tey nú skulu finna útav um til ber at savna vinnuna og politiska viljan, soleiðis at vinnan fær meira burturúr. Trupulleikin hevur í nógv ár verið
luttakarar. Vann tveir og tapti tveir Búgvi kom fyrst at berjast ímóti einum finna. Hendan dystin vann Búgvi, eftir at finnlendingurin fekk ein skaða og noyddist at gevast. Næsta dystin kom Búgvi móti einum dana [...] maðurin, og sama skili varð, tá Búgvi kom upp ímóti Wofang úr Týsklandi. Endaliga úrslitið gjørdist, at Búgvi varð nummar 7 av teimum 30 luttakarunum, og tað segði hann seg vera nøkulunda nøgdan við. SOC [...] vikuskiftið er ein kapping í Danmark, sum verður nevnd Scandinavian Open Championships, og har skal Búgvi royna seg saman við Signari Langgaard og André Matras. Búgvi og André kappast í vektbólkinum -81 kg og Signar
ridla. Tað hevur verið sera vanligt, at hjún eru farin frá hvørjum øðrum eftir at hava mist eitt barn, men nú vit gera nógv burtur úr at greiða frá, at tað er vanligt at syrgja ymiskt, er talið á hjúnaskilnaðum [...] aldri gloyma. Man noyðist at síggja børnini fyri at skilja at tað er satt, at tey eru deyð. - Dreingirnir hjá mær hava altíð vitað øll hesi árini síðani eg fór í hetta arbeiðið, at knappliga kann ein seðil [...] lítið um deyðan. Eg gjørdi so av, at sonurin skuldi við at síggja systrina á sjúkrahúsinum. - Í mínum arbeiði havi eg altíð roynt at fingið foreldrini og onnur avvarðandi at sæð tann deyða. Í hesi vanlukkuni
sensuri. Og hjá einum ungum nýggjum listafólki at kunna siga, at hann ella hon hevur sýnt fram á Den Frie hevur tyngd. Og ikki um at tala, um talan er um, at listaverkini vóru seld. Ein gráan oktoberley [...] veruleiki. Tað skuldi ikki komið óvart á nakran, at dreymurin hjá hvørjum listafólki er at kunna selja sína list. Men at tað bert skuldi ganga nakrir minuttir frá tí at listaframsýningin var opnað, til myndirnar [...] heldur Ova, at hann fær íblástur, tí tey tosa saman og spyrja, um tey ivast í tí, tey gera. Og júst á hendan hátt er tað komið, at Ova er aftur er farin at arbeiða við ull. - Mær dámar sera væl at tøva ullina
hjá Manna: at táið afturhaldið herjar á í óløgum, sum mangan hava tikið seg upp - og eisini í framtíðini fara at taka seg upp - tá er tað ein skeivur politikkur at royna at bjarga sær við at hopa undan [...] 70-ini í Føroyum, har man royndi at ræða og terrorisera fólk til at tiga og geva seg undir eitt borgarligt meiningadiktatur. Tað var líka við at man royndi at billa fólki inn, at tað lá ein kommunistiskur barnaátari [...] politiska tjakinum, eisini at skula verja meg sjálvan móti slíkum. Grundin til hesa støðu er at tjakið tá verður óreint og ósakligt, og tá verður roynt at fremja sína politisku søk við at dálka mótstøðumannin
tíðliga til, at føroyingar fara at gera íløgur í oljuvinnuna. Men tað er kortini rætt nú at leggja tingini tilrættis og samvinna við aðrar. -Eftir slíka vitjan byrjar man at fáa ein varhuga av, at tað er ikki [...] fyrsta royndin at vitja offshore uttan fyrst at skula í land aðrastaðni fyrst. Tað fer í hvussu er at verða nógv skjótari enn at fara drúgva teinin úr Skotlandi, og tað fer so eisini at geva okkum eina [...] áhugavert at síggja, hvussu lætt og skjótt tað gekk fyri seg at fáa oljuna frá tí eina skipinum og yvir í hitt. Hjarnar Djurhuus sigur víðari, at nú eisini vit í Føroyum leggja so stóran dent á at fyribyrgja
15-5 og 15-10. Orsøkin til at stórur spenningur var undan finaludystinum var, at londini bæði hittust í kvartfinaluumfarinum og tá gjørdu jugoslavarnir ikki mætari enn at vinna á italiumonnum. Tann dysturin [...] kappingini. Seinastu árini hevur hetta lítla landið fingið sera góð altjóða úrslit, men av tí at teir royna at spæla nýggjar leikarar inn á landsliðið gekk ikki heilt eftir vild. Hálendarar og russar spældu [...] skilagóðum álopi. Hetta gjørdi eisini sítt til, at hevarin hjá jugoslavum, hann eitur Nikola Grbic og verður roknaður sum ein av heimsins bestu hevarum, ikki slapp at spæla sum hann eftir røttum kann. Tískil
mikukvøld var nær við at vinna á H71 fyri aðru ferð í ár. Sunnudagin skuldi liðið hjá kollfirðingum so aftur royna seg móti einum av oddaliðunum, hesaferð Kyndli. Men tað eydnaðist ikki hjá KÍF at røkka enn einum [...] og ósigurin hjá H71 í Vestmanna merkti, at Kyndil nú aftur er ovast í deildini. Tað sigur nógv um, hvussu jøvn kappingin er, at oddasessurin skiftir hendur so at siga hvønn dag, onkur dystur verður spældur [...] minuttirnar av seinna hálvleiki brúkti Kyndil til at fara frá 14-12, sum var hálvleiksstøðan, og upp á 22-14. So stóð skriftin á vegginum, og hóast KÍF royndi at gera ein vørr, hevði heimaliðið tamarhald á tí
eftir at víðka um virksemið hjá kunningarstovuni. -Í staðin fyri bert at marknaðarføra ferðavinnuna í Eysturoynni, leggja vit okkum eftir at marknaðarføra Eysturoynna sum heild. Vit ætla okkum at virka [...] -Hendan ætlan, um at fara at virka sum vinnuskrivstova, kemur helst at geva eitt ískoyti til peningaliga raksturin av kunningarstovuni. Sum er, hevur kunningarstovan ikki serliga nógvan pening at arbeiða við [...] mikið til at veita eina nóg góða tænastu, og tí vóna vit, at nýggju ætlanir okkara fara at geva eitt sindur av sær. Limir Eysturoyar Kunningarstova hevur boðið øllum virkjum og fyritøkum í oynni at gerast