Italiumenn vunnu triðja meistaraheitið á rað

HM-flogbóltur, menn: HM-kappingin, sum hevur verið í Japan, endaði sunnudagin við finaludystinum millum Italia og Jugoslavia, sum hevði vunnið á italiumonnum í kvartfinaluumfarinum. Italiumenn vunnu tó trygt í finaluni. Dysturin endaði 3-0

HM-kappingin, sum hevur verið í Japan seinastu tríggjar vikurnar, endaði við finaludystinum millum Italia og Jugoslavia sunnudagin. Og hóast tað var lagt upp til ein spennandi dyst teirra millum, var eingin ivi um vinnaran av finaludystinum. Italiumenn vunnu finaluna trygt 3-0. Settmunurin var 15-12, 15-5 og 15-10.

Orsøkin til at stórur spenningur var undan finaludystinum var, at londini bæði hittust í kvartfinaluumfarinum og tá gjørdu jugoslavarnir ikki mætari enn at vinna á italiumonnum. Tann dysturin endaði við 3-0 sigri til jugoslavarnar.

Men hetta hjálpti einki sunnudagin. Italiumenn vórðu nógv meira uppsettir enn jugoslavarnir og tað gav eisini úrslit beinanvegin.

Høvuðsorsøkin til »vánaliga« jugoslaviska úrslitið var, at teir ongantíð fingu skil á móttøkunum. Italsku servurnar vóru harðar og sera neyvar og tískil fingu jugoslavarnir ongantíð tamarhald á teirra móttøkuspæli, sum er grundarsteinurin undir einum skilagóðum álopi.

Hetta gjørdi eisini sítt til, at hevarin hjá jugoslavum, hann eitur Nikola Grbic og verður roknaður sum ein av heimsins bestu hevarum, ikki slapp at spæla sum hann eftir røttum kann.

Tískil var spælið hjá Jugoslavia ikki so varierandi sum tað annars hevur verið undir HM-kappingini.


Effektiva blokadu

og gott álop

Ein onnur orsøk til góða úrslitið hjá italiumonnum var at teir høvdu ein sera effektivan blokk. Tá móttøkurnar liggja sum tær eiga, so er torført hjá mótstøðuliðnum at seta blokaduna, men tað var júst móttøkan, sum var størsti trupulleikin hjá jugoslavunum og tað gav italska blokaduspælinum lætt spæl.

Í løtum føldu jugoslavar at teir spældu ímóti einum múri, so væl stóð italski blokkurin.

Í álopsspælinum var eisini rættiliga stórur munur. Italska álopsspælið var meira varierandi og serliga kantspælararnir fingu nógv burturúr.

Italska kappingin verður roknað fyri at verða tann besta landskappingin í heiminum og tað gevur úrslit av sær, tá landsliðið er úti og spælir.

Italsku kantsmashararnir, Samuele Papi og Marco Bracci spældu ein branddyst í finaluni og vunnu teir allarflestu bóltarnar teir fingu.

Hetta var triðja ferðin á rað, at italiumenn vunnu HM-kappingina. Tað er ikki eiti á bragd at kunna vinna tríggjar HM-kappingar og hjá italska spælaranum Gardini má tað kennast eyka væl. Hann hevur verið í byrjunaruppstillingini í øllum dystunum í øllum trimum HM-kappingunum, har italiumenn hava vunnið gull.

Nú HM-kappingin er av, skulu italiumenn hava nýggjan venjara til flogbóltslandslið sítt. Tá Papi lobbaði seinasta bóltin í gólvið, vóru fyrstu orðini hjá fráfarandi venjaranum, Bebeto: »Endiliga var henda kappingin av.«

Tað er ikki greitt hvør skal taka yvir eftir brasilska landsliðsvenjaran hjá Italia.


Rætta liðið vann

Tá finalan var av sunnudagin staðfesti jugoslaviski landsliðsvenjarin Zoran Gajic, at tað var tað rætta liðið sum vann HM-kappingina.

? Italiumenn hava havt tað støðugasta liðið og teir hava verið nógv tað effektivasta liðið tá tað um styrki og skjótleika umræður, segði hann.

Jugoslavar hava tó onga orsøk til at hanga við høvdunum eftir HM-kappingina. Teir hava rokkið einum úrslitið sum neyvan teir sjálvir høvdu væntað.

Jugoslavar komu til kappingina sum silvurvinnarar frá EM-kappingini í 1997, men neyvan hevði nakar væntað at teir skuldu røkka so langt.

Í innleiðandi umfarinum gjørdu teir slætt borð og í kvartfinaluumfarinum vunnu teir á Italia, meðan teir snávaðu móti Russlandi, sum teir annars høvdu vunnið á í innleiðandi umfarinum.

Í finaluumfarinum vunnu jugoslavar 3-1 á Kuba, sum saman við Brasilia og Italia vóru mettir sum størstu favorittarnir at vinna hesa HM-kappingina.

Hjá Italia var útgangsstøði eitt sindur øðrvísi. Italiumenn hava seinastu mongu árini altíð havt góð lið til stóru kappingarnar, og sum nevnt høvdu teir eitt meistaraheitið at verja.

Úrslitini hjá italiumonnum vóru eisini hareftir. Í innleiðandi umfarinum gekk sum eftir ánni og teir komu ósigraðir í kvartfinaluumfarið. Tá italiumenn taptu móti jugoslavum var onkur, sum setti spurnartekin við teirra styrki, men teir fingu so sanniliga víst, at teir framvegis hava heimsins sterkasta flogbóltslið.

Til stuttleika kann nevnast, at tað vóru ikki færri enn 12.000 áskoðarar til finaluna sunnudagin.


Kuba á triðjaplássi

Aðrir plaseringsdystir vóru eisini spældir. Í dystinum um triðjaplássi vann Kuba 3-1 á Brasilia. Brasiliumenn byrjaðu best og vunnu fyrsta sett, men eftir hetta kom gongd á kubanska spælið og serliga blokaduna.

Hetta gjørdi at stígur kom í hjá brasiliumonnum og kubanar vunnu tískil tey trý næstu settini á rað og harvið dystin 3-1.

Úrslitið er neyvan nøktandi hjá hvørgum av liðunum, tí tey siktaðu hægri ? bæði tvey. Brasilia eru olympiskir meistarar, men tað hjálpti kortini einki.

Hálendarar duttu annars púra burtur ímillum í kappingini. Seinastu árini hevur hetta lítla landið fingið sera góð altjóða úrslit, men av tí at teir royna at spæla nýggjar leikarar inn á landsliðið gekk ikki heilt eftir vild.

Hálendarar og russar spældu um fimta og sætta plássið og tann dystin vunnu russar 3-0. Hetta var annar sigurin hjá russum yvir hálendarum uppá stutta tíð.

Spania, sum tók øll á bóli í innleiðandi umfarinum og fyrsta partinum av kvartfinaluumfarinum steðgaði upp móti endanum av kappingini.

Teir rukku millum átta av heimsins bestu flogbóltstjóðum og tað úrslitið eru teir sera glaðir um hóast teir taptu seinasta dystin móti Bulgaria um sjeynda plássið 3-1. Tað kann tó vera teimum ein uggi at teir tó áttu besta spælaran í allari HM-kappingini sum hon var.