KÍF gjørdi ein sera góðan figur, tá liðið seinasta mikukvøld var nær við at vinna á H71 fyri aðru ferð í ár. Sunnudagin skuldi liðið hjá kollfirðingum so aftur royna seg móti einum av oddaliðunum, hesaferð Kyndli.
Men tað eydnaðist ikki hjá KÍF at røkka enn einum óvæntaðum úrsliti. Burtursæð frá eini løtu í fyrra hálvleiki vóru Kyndlamenn allatíðina frammanfyri, og fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki brúkti Kyndil til at fara frá 14-12, sum var hálvleiksstøðan, og upp á 22-14.
So stóð skriftin á vegginum, og hóast KÍF royndi at gera ein vørr, hevði heimaliðið tamarhald á tí, sum var eftir av dystinum.
Hjá KÍF var Allan Mørkøre besti málskjútti við 11 málum. Tað tykist sera løgið, tí so seint sum seinasta mikukvøld varð hann illa skaddur í nøsini, men tað hevur so ikki nervað hann kortini, og tað varð enn einaferð staðfest, at uttan hann klárar KÍF seg illa.
Rói Árting, sum spældi ein frálíkan dyst móti H71, var ikki so eyðsæddur hesaferð, ikki minst tí Kyndlamenn høvdu lúrt teir freku tvørbóltarnar hjá honum av.
Kyndlamenn eru nú komnir upp á 12 stig, og ósigurin hjá H71 í Vestmanna merkti, at Kyndil nú aftur er ovast í deildini. Tað sigur nógv um, hvussu jøvn kappingin er, at oddasessurin skiftir hendur so at siga hvønn dag, onkur dystur verður spældur. H71 er eitt stig aftanfyri, men við einum dysti fleiri spældum. Men á triðja plássinum er VÍF nú komið upp á 10 stig, og vestmenningar hava spælt ein dyst færri enn Kyndil og tveir færri enn hoyvíkingar. VÍF og Kyndil hava ein dyst eftir í grundspælinum. Hann verður í Vestmanna sunnudagin 13. desember, og um vestmenningar vinna hann, mugu teir ? við allari virðing fyri Kyndli og H71 ? sigast at vera FM-favorittar aftur ? ella í øllum førum favorittar til at vinna grundspælið, sum endar 20. desember. Síðani verður ein steðgur upp á tríggjar vikur, áðrenn farið verður undir endaspælið. Sjálv kappingin endar hósdagin 1. apríl, sum er skírisdagur.