20 og 26 metrar um sekundið á Brekkuni Stóru - og millum 20 og 23 metrar um sekundið á Øraskarði. Ættirnar báðu megin landnyrðing eru ringar til vind og hvirluvind á Sandi og á Sondum og her hevur meira [...] onkur er kroyst saman og verður ikki til trampolin aftur. Og meðan tað leikar so í á Sandi og um Øraskarð, er mest sum stilli á fleiri øðrum støðum kring landið - ja, heilt niður í tveir og tríggjar metrar [...] kvøld máldi Landsverk 3-7 metrar um sekundið á Viðareiðisvegnum, 2-5 eystan fyri við Norðskálatunnilin, 2-4 í Sundunum í Kollafirði og 3-7 metrar um sekundið á Høgareyni. Hyggja vit so eftir mátingunum um
Týsmorgunin løgdu tey kongaligu leiðina framvið á Sandi, og tá var tað, at vit løgdu til merkis eitt skelti, sum var í hurðini á bakaríinum á Sandi. Á skeltinum stóð skrivað, at vegna kongaliga vitjan [...] sandoyingar ongar køkur og onki breyð hesar báðar tímarnar frá einasta bakaranum í oynni. Bakaríið á Sandi er nevnliga einasta bakarí í oynni. Sum skilst hava handlar aðrastaðnis í landinum tikið somu stig
skrivar á Facebook um ein stolnan bil. – Tá ein sandingur vaknaði í morgun fekk hon ein kvøkk, tí í túninum stóð ein fremmandur bilur. Tað vísti seg, at bilurin var stolin. Bilurin er heimahoyrandi á Toftum
at eg hevði skrivað bæði bók og søgu, sum filmurin byggir á." Torun Lian vil ikki hava hesa søguna, ið gjørdist hennara fyrsti filmur, benda inn á seg sjálva. Men so kann ein spyrja, hvar ein so tung søga [...] so mongum árum á skúlabeinki, meðan tølini fyri Noreg, Svøríki og Finnland eru ávikavíst 28%, 31% og 33%. Í síðstu viku varð norrøna hagtalsbókin "Nordisk Statistisk Årbok" løgd fram á tíðindafundi í [...] Norrønu kunningarstovuni á staðnum skipa fyri framsýningini. Í skránni siga tey, at Tróndur arbeiðir í "klarest mulige farvekontaster som sort og blå". Norrøna kunningarstovan hevur virkað í dansk-týska
formanninum heimild at skriva undir sáttmálan við maskinmeistararnar, hóast Karsten Hansen frammanundan á einum fundi munnliga hevði boðað frá, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan. Dia Poulsen úr Vági, sum [...] stóð eisini í frágreiðingini frá stýrinum, og hann fekk stuðul frá stýrislimunum Tóri Johannesen av Sandi og Bjarta Mohr úr Havn, sum heldur ikki hildu seg hava fingið nøktandi upplýsingar. Hinir tríggir [...] nóg greiðar mannagongdir, hava millum annað verið orsøk til alt rumblið í SEV seinastu mánaðirnar. Á einum eykafundi hjá umboðsnevndini fyrr í ár, varð samtykt at geva Klæminti Weihe eina ávaring fyri
Týsdagin doyði ein grind á Sandi, og partarnir vóru stórir. Men kortini var onkur, sum ikki helt seg fáa nóg mikið. Eftir at hvalirnir vóru merktir, komu tey eftir, at ein hálvur hvalur var horvin. Av
dystin móti ÍF sunnudagin sendi Clayton tó tvær ferðir bóltin í meskarnar, og so var lagið gott á Sandi, har B71 nú bert hevur tvey stig upp til bjarging. Dýrt reytt kort Leingi var annars líkt til, at [...] sum hann annars hevur verið. Langlimaði brasiliumaðurin er framvegis ein tann mest týðandi spælarin á liðnum hjá B71, men undan sunnudegnum hevði hann altso bert skotið tvey mál í ársins útgávu av Form [...] hús. Talan var fyri tað nógva um ein sera tættan dyst, men fyrstu trý korterini vóru gestirnir oman á leikliga. Og teir áttu eisini onkran stóran møguleika, sum væl kundi kastað mál av sær. Mál fingu teir
B71 var betra liðið at kalla allan dystin á Sandi í dag. Og hetta staðfesti dagsins maður á Sandi, Gudmund Nielsen, tá hann við einum máli hvørju megin steðgin avgjørdi dystin. Fyrra málið kom eftir horna [...] styrkti Anders sera væl um liðið, men tað var altso Gudmund S. Nielsen, ið stóð sterkastur í myndini á Sandi í dag.
sigrinum á B71 fingu ungu leikararnir í øllum førum eitt sindur av luft, soleiðis at trýstið og kravið um trý stig, ikki verður heilt so stórt komandi vikuskiftið, tá KÍ kemur á vitjan. Sum skilst á lagnum [...] deildini. Eitt stríð, sum B71 vann, og ta ferðina rundaðu sandoyingarnir av við at buka HB liðið suðuri á Sandi. Ikki tí, nógv er broytt seinastu tíggju árini, og sandoyingar mugu í dag ásanna, at tað er langur [...] spenningur í luftini, tá liðið fer á vøllin, og tað serliga tá HB er mótstøðuliðið. Hesu ferð var ikki talan um seinasta, men hinvegin fyrsta, landskappingardystin á árinum, og móti einum HB liðið, sum
javnaði toppskjúttin hjá EB/Streymi Arnbjørn Hansen eftir innlegg frá Marna Djurhuus úr vinstru. Á Sandi var úrslitið 1-1. Harvið hevur EB/Streymur, sum er oddalið í landskappingini, vunnið hálvfinaluna [...] hjá Cleyton Soares úr góðari støðu fór dygst framvið málinum. Eftir 20 minuttir legði Fabio Viera B71 á odda, tá ið hann eftir innlegg frá Símuni Hansen úr vinstru stútaði upp um málverjan. Tíggju minuttir