Stongt vegna kongaliga vitjan

Tað er ikki gerandiskostur her á landi, at vit fáa kongaliga vitjan. Tískil verða nógv heldur óvanlig stig tikin í hesum sambandi.

Eitt gott dømi um hetta er tað, at fleiri fyritøkur, handlar og virki kring landið leggja stilt, tá ið kongaliga fylgi leggur leiðina framvið. Mánadagin spákaðu tey kongaligu í havnargøtum, og tá hingu fólk í øllum vindeygum, sum vendu út móti vegnum, har tey kongaligu gingu. At lítið er fingið av skafti hesa løtuna, er einki at ivast í.

Onki breyð og ongar køkur til sandoyingar
Týsmorgunin løgdu tey kongaligu leiðina framvið á Sandi, og tá var tað, at vit løgdu til merkis eitt skelti, sum var í hurðini á bakaríinum á Sandi. Á skeltinum stóð skrivað, at vegna kongaliga vitjan var bakaríið stongt millum klokkan níggju og ellivu.
Tískil fingu sandoyingar ongar køkur og onki breyð hesar báðar tímarnar frá einasta bakaranum í oynni. Bakaríið á Sandi er nevnliga einasta bakarí í oynni.
Sum skilst hava handlar aðrastaðnis í landinum tikið somu stig, tá ið Margreta drotning, Henrik prinsur, Frederik krúnprinsur og Mary krúnprinsessa hava vitjað.