Stinnir sandoyingar

Enn einaferð nærkaðist B71 bjargingini. Hesa ferð vendu teir hóttandi tapi til sigur, og nú eru KÍ og ÍF bert tvey stig frá hálvgum flúgvandi sandoyingunum

Fótbóltur

 

Clayton Soares hevur kanska ikki verið eins vandamikil fyri mótstøðuliðini hjá B71 í ár, sum hann annars hevur verið.

Langlimaði brasiliumaðurin er framvegis ein tann mest týðandi spælarin á liðnum hjá B71, men undan sunnudegnum hevði hann altso bert skotið tvey mál í ársins útgávu av Formula-deildini.

Seinasta korterið av dystin móti ÍF sunnudagin sendi Clayton tó tvær ferðir bóltin í meskarnar, og so var lagið gott á Sandi, har B71 nú bert hevur tvey stig upp til bjarging.

 

Dýrt reytt kort

Leingi var annars líkt til, at ÍF hevði gjørt nóg mikið til at fáa í øllum førum eitt – og kanska eisini trý – stig við sær til hús.

Talan var fyri tað nógva um ein sera tættan dyst, men fyrstu trý korterini vóru gestirnir oman á leikliga. Og teir áttu eisini onkran stóran møguleika, sum væl kundi kastað mál av sær.

Mál fingu teir tó eftir steðgin, tá Andy Olsen kundi gera sær dælt av, at B71 nú royndi at ota seg longur fram eftir vøllinum, og so stóð heilt nógv á hjá B71.

Tað eydnaðist tó vertunum at koma aftur í dystin, tá Gudmund S. Nielsen varð feldur. Sandoyingar var púrasta leysur, og tí gjørdist talan um reytt kort, tá Andras Gango tók beinini undan manninum.

Brotssparkið setti Clayton Soares í netið, og tað var so eisini hann, ið setti sigursmálið inn. Hesa ferð var tó talan um stórt mistak frá Eyðuni Ryggshamar, sum varð settur at verja ÍF-málið seinastu løtuna. Frísparksinnlegg varð skotið innfyri, og onkursvegna fekk bólturin loyvi at ferðast allan vegin í netið.

 

Øktur spenningur

Og so er annars lagt upp til øktan spenning í botninum av Formula-deildini. Fleiri ferðir hava sandoyingarnir havt knívin á barkanum seinastu mánaðirnar, men aftur hesa ferð prógvaði liðið, at teir vilja ikki sleppa takinum í liðunum, sum eru at finna beint oman fyri strikuna.

Eitt av hesum liðum er ÍF, sum hinvegin tykist kiksa, hvørja ferð teir hava møguleikan til veruliga at skræða seg leysar av botninum. Tað var søgan, tá teir taptu móti B68 seinast, og tað var so aftur søgan hesaferð.

Og hóast 20 stig vanliga eru nóg mikið at bjarga sær tilveruna í deildini, so munnu fuglfirðingar als ikki kenna seg tryggar við hesum. B71 hevur nevnliga 18, og av teimum eru tey 13 vunnin í seinastu seks dystunum, og tí er væl ikki annað enn væntandi, at meira enn tvey av slagnum koma til høldar næstu níggju dystirnar.