Steypavinnarin í steypafinaluni

Í fjør vann EB/Streymur minniliga steypafinalu ímóti HB.

Í dag er tað vorðið greitt, at EB/Streymur framvegis hevur møguleika at endurtaka steypasigurin frá í fjør.

B71 hevur vitjað í Streymnesi, og úrslitið var 2-1 til EB/Streym eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

Sigursmálið í tættu uppgerðini skoraði Hanus Eliasen, tá ið tað restaðu fýra minuttir. B71 málverjin hálvbjargaði frísparksroynd frá Hans Paula Samuelsen og eftir eitt sindur av aftur og fram og innlegg frá Arnbirni Hansen, sum sendi bóltin umvegis tvørtræið, umsetti Hanus Eliasen innleggið til mál.

Í yvirtíðini hevði B71 møguleika at javna, men frísparksroyndin hjá Cleyton Soares úr góðari støðu fór dygst framvið málinum.

Eftir 20 minuttir legði Fabio Viera B71 á odda, tá ið hann eftir innlegg frá Símuni Hansen úr vinstru stútaði upp um málverjan.

Tíggju minuttir undan hvíldini javnaði toppskjúttin hjá EB/Streymi Arnbjørn Hansen eftir innlegg frá Marna Djurhuus úr vinstru.

Á Sandi var úrslitið 1-1. Harvið hevur EB/Streymur, sum er oddalið í landskappingini, vunnið hálvfinaluna ímóti B71 3-2.