B71 var betra liðið at kalla allan dystin á Sandi í dag.
Og hetta staðfesti dagsins maður á Sandi, Gudmund Nielsen, tá hann við einum máli hvørju megin steðgin avgjørdi dystin. Fyrra málið kom eftir horna og returbólt, og seinnu ferðina sveik rangstøðufellan hjá KÍ.
B71 hevði til dystin fingið Anders Sørensen at hjálpa til í verjupartinum, og í álopinum spældi Patrick Sunday sín fyrsta dyst. Ikki minst styrkti Anders sera væl um liðið, men tað var altso Gudmund S. Nielsen, ið stóð sterkastur í myndini á Sandi í dag.