Stigini av Sandi til Havnar

HB fekk øll stigini heim við aftur, tá teir mánadagin vitjaðu á Sandi, með sandoyingar helst iðra seg um, at teir enn einaferð taptu tepurt

B71-HB 0-1 (0-0)


Síðani B71 fyri góðum tíggju árum síðani trein inn á føroyska fyrstudeildarpallin, hava dystirnir móti HB altíð verði at rokna sum nakað serligt. Tað vóru nevnliga HB og B71, sum í 1989 stríddust um fremsta plássið í deildini. Eitt stríð, sum B71 vann, og ta ferðina rundaðu sandoyingarnir av við at buka HB liðið suðuri á Sandi.

Ikki tí, nógv er broytt seinastu tíggju árini, og sandoyingar mugu í dag ásanna, at tað er langur vegur til steyp og heiðursmerki, men kortini er altíð spenningur í luftini, tá liðið fer á vøllin, og tað serliga tá HB er mótstøðuliðið.

Hesu ferð var ikki talan um seinasta, men hinvegin fyrsta, landskappingardystin á árinum, og móti einum HB liðið, sum var nærum spildurnýtt, sammett við tað, sum B71 tapti stórt fyri í seinasta dystinum í fjør, skuldu sandoyingarnir sostatt upp til fyrstu av teimum 18 próvtøkunum, sum liggja fyri framman.


HB trýsti

Í fyrra hálvleiki var tó ikki so øgiliga nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um ein spennandi dyst. HB sat á tí mesta, og í mun til dystin móti GÍ leygardagin, gekk spælið bæði betri og skjótari.

Vindin høvdu havnarmenninir eisini við sær, og hetta viðførdi, at spælið meira ella minni varð trýst oman á sandoyarhálvuna.

Nakrir málmøguleikar spurdust eisini burturúr, men B71 hevur sum vant ein tryggan pólskan aftasta skansa, og Waldemar Nowicki tók sær eisini av royndunum frá HB liðnum. Størsta møguleikan fekk Jón Rói Jacobsen, tá hann fekk fatur á bóltinum, eftir at B71 verjan hevði verið heldur sløsut, men onkursvegna fek pólverjin fatur á bóltinum, hóast Ungi HB leikarin einans var staddur fáar metrar frá málinum.

B71 royndi í sínum lag at fáa gongd á kontraspælið, sum fyrr var vørumerkið hjá liðnum, men fyrstu trý korterini fingu teir ongantíð skapt nakrar serliga vandamiklar støður í hinum endanum.


Javnari

Seinna umfarið vóru tað sandoyingarnir, sum høvdu vindin í ryggin, og skjótt varð eisini greitt, at teir nú eisini vildu sleppa upp í part at mynda spælið.

Kanska var tað framvegis HB, sum átti vandamesta spælið, men nú vóru teir ikki eins einaráðandi, og teir vóru fyrra umfarið.

Tað eydnaðist tó havnarmonnunum at skjota avgerandi málið rættuliga tíðliga í seinna hálvleiki. Hetta kom eftir at Hallur Danielsen royndi seg við einum skoti úr 20 metra fjarstøðu. Bólturin tók í beinið á B71 verjuleikara, og so var Waldemar prísgivin.

Sandoyingar royndu tað teir vóru mentir at skapa javnvág í málskjótingina, og onkuntíð var eisini hampuliga nær við. HB megnaði tó at halda tætt allan dystin á tamb, og so vóru fyrstu trý stigini veruleiki.


Góðar vónir

Við dystunum hjá HB í steypakappingini í huga, so var kanska væntandi, at sigursvanda høvuðsstaðarfelagið fór at hava eitt sera trupult kappingarár fyri framman, har tað mest av øllum ráddi um, at byggja eitt nýtt lið upp.

Úrslitini hava eisini verið heldur misjøvn í bólkaspælinum, men við sigrinum á B71 fingu ungu leikararnir í øllum førum eitt sindur av luft, soleiðis at trýstið og kravið um trý stig, ikki verður heilt so stórt komandi vikuskiftið, tá KÍ kemur á vitjan.

Sum skilst á lagnum, so vóru HB leikararnir eisini væl nøgdir við tað spæl, sum teir sýndu í fyrra hálvleiki, so kanska er ein grundað vón um, at HB eisini í ár fer at teljast millum liðini, sum fara at stríðast um heiðursmerkjaplássini.

Hjá sandoyingunum er støðan eitt sindur øðrvísi. Í fjør noyddist liðið fleiri ferð at taka til takkar við teprum tapi, og dystirnir í steypakappingini hava givið ábendingar um júst sama fyribrigdi. Helst er tað tó ein spurningur um tíð, áðrenn B71 fær marginalarnar í sín part, men hinvegin er eisini alneyðugt, at tað ikki gongur ov long tíð, áðrenn so verður, tí mál teirra er at betra um áttanda plássið, sum liðið vann sær í fjør.


B71-HB 0-1 (0-0)

0-1 Hallur Danielsen 54.


Dómari: Petur Reinert


B71:

Waldemar Nowicki - Bernhard Petersen, Jón Brekku, Bergleif Sólsker - Bjørn Thorsteinsson, Kári Nielsen, Eli Hentze, Rúni í Soylu, Jógvan Jón Petersen - Kristian Nielsen, Høgni Hansen


HB:

Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Gheorghe Ciure, Símun Eliasen - Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen