Stormur her - stilli har

Tað er heilt ótrúligt, sum veðrið kann vera ymiskt - alt eftir ættini, og hvar tú ert staddur í Føroyum.

Tað er heilt ótrúligt, sum veðrið kann vera ymiskt - alt eftir ættini, og hvar tú ert staddur í Føroyum. Tað eru bæði dagurin í gjár og dagurin í dag talandi dømi um.

 

Klokkan 22.28 í kvøld máldi Landsverk 3-7 metrar um sekundið á Viðareiðisvegnum, 2-5 eystan fyri við Norðskálatunnilin, 2-4 í Sundunum í Kollafirði og 3-7 metrar um sekundið á Høgareyni.

 

Hyggja vit so eftir mátingunum um somu tíð í Sandoynni, máldi Landsverk eisini klokkan 22.28 millum 20 og 26 metrar um sekundið á Brekkuni Stóru - og millum 20 og 23 metrar um sekundið á Øraskarði.

 

Ættirnar báðu megin landnyrðing eru ringar til vind og hvirluvind á Sandi og á Sondum og her hevur meira at kalla verið kolandi stormur stóran part av degnum í gjár og degnum í dag.

 

Okkurt høsnarhús er fokið langan veg og tær trampolinur, sum stóðu uppi, hava sæð betri dagar enn dagin í dag og dagin í gjár - og onkur er kroyst saman og verður ikki til trampolin aftur.

 

Og meðan tað leikar so í á Sandi og um Øraskarð, er mest sum stilli á fleiri øðrum støðum kring landið - ja, heilt niður í tveir og tríggjar metrar um sekundið.