hátt at tosa út um tingini. HVØR enn situr við valdið í Danmark, so eigur viðkomandi at royna at hava góð viðurskifti til Føroyar og Grønland, soleingi hesi oyggjasamfeløgini eru partur av ríkinum. TEIR [...] støðuna her í Føroyum ella á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. VIT teljast millum teirra, sum eru stak ónøgd við politikkin, sum danska stjórnin hevur rikið mótvegis Føroyum, og tað er okkara hugsan [...] niðurbrotið av núverandi leiðsluni í flokkinum. Erling Olsen og aðrir danskir javnaðarmenn skilja og eru fullgreiðir yvir, at tann stívrenda og kalliga støðan, sum leiðslan í flokkinum hevur víst føroyingum
skjótt, at í øðrum londum, her serliga USA, eru teldan og internetið vorðin ein partur av gerandisdegnum, sum fólk als ikki kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina inn [...] út til fleiri fólk. Tess fleiri haldarar blaðið kann fáa tess betur verður eisini fíggjarliga grundarlagið at gera eitt enn betri og fjølbroyttari blað. Vit halda eisini, at vit við hesi internetskipan [...] eisini internetið. SKAL tú í dag hava eini boð fram til ein vin og kenning, til ein kunda osfr. tá eru ráðini mong. Størsta framtigið hevur kanska verið telefaxið, men einki stendur í stað, og tí kemur
stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - um ein kann siga, at land og fólk okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og tey pláss kring landið alt [...] ella til Sands hatta landsstýrismaður og innliva teg í, hvussu týdningarmikil samferðslan er fyri hesi øki! Tástaðni sær tú, at málsøkið samferðsla er meira enn bara rutur og tíðartabellir í eini ferðaætlan
Norðurlandahúsinum sunnudagin. Hesi ummæli hava verið ymisk, tó at tey í høvuðsheitum eru positiv. FÓLK, sum Sosialurin tosaði við eftir sýningina í Norðurlandahúsinum, vóru sum heild sera væl nøgd við filmin [...] TAÐ er helst rætt, sum tað verður ført fram í samrøðunum, sum blaðið hevur við fleiri fólk eftir sýningina, at vit eru nærum ?inhabil? at meta um filmin, tá hugsað verður um, hvussu stórar vónirnar hava [...] SÍÐST í hesi vikuni fáa vit at vita, hvat útlendskir ummælarar halda um filmin Barbara. VIT hava annars sæð og hoyrt tey fyrstu føroysku ummælini av filminum, sum varð vístur í Havnar Bio og í Norðurl
fýra ár er Sandoyggin raknað við aftur. Tað er sum at síggja blómur spretta móti vári - nú at síggja hesi fryntligu sníðini heiman av Sandi gleðast um, at tey nú loksins hava fingið arbeiði aftur. SENDINGIN [...] arbeiðsklæðini á fiskavirkinum á Sandi, vísti okkum øllum, hvussu nógv tað hevur at siga fyri eitt fólk, eina bygd og eina oyggj, at tað finnast arbeiðpláss, at har er virksemi. Gleðin og samtíðis staðfestingin [...] vóna, at Sandoyarætlanin verður at sigra í framtíðini eisini. Í blaðnum í dag gera vit nógv burtur úr hesi stórhending. KREPPAN, sum hevur verið og framvegis er, og tær avleiðingar hon hevur havt fyri øki
rð í 35 ár, síðini teir í 1962 vunnu FM-heitið. Hví gongdin hevur verið so eru ivaleyst nógvar orsøkir til, men fyri B36-fólk hevur tað kenst svárt at missa FM-heitið tætt undir landið fleiri ferðir. TAÐ [...] bert einaferð tapt. Tað er eingin tilvild at so er, tí B36-liðið er mannað við slíkum spælarum, sum hvør sær kunnu nakað og sum saman skapa eina sterka eind. Í MONG ÁR hevur tað verið nær við, men nú eydnaðist
val. Nettup ein av orsøkunum til, at nógvir danir í dag eygleiða okkum sum tað teir gera, eru meiningar, sum eru skaptar av óhugnaliga og niðurgerandi retorikki Breckmanns. Hvat líkist tað, tá eitt fyri [...] sleppa okkum undan ábyrgd, so kann ein tó siga - við m.a. fólkatingsdebattini sum grundarlag - at tekin eru ikki til, at vit fara at fáa tað afturgoldið, sum vit hava rætt til eftir donsku svikagerðina. Tí jú [...] vera undirbrotligir. Vit eiga heldur ikki at seta órímulig krøv. Vit eiga krevja at verða virdir sum fólk á jøvnum føti við aðrar borgarar í ríkinum og við teimum serstøku umstøðum sum vit liva undir, her
hava rætt til og fyri tort og svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan er um viðurskiftini millum tvær tjóðir. Latið okkum hvør í sær rudda upp hjá hvørjum øðrum. Eins [...] nærri at okkum sjálvum. Hvør hevur gjørt nakað galið her og hvat er gjørt galið. Eigur tað at blíva til eina nøs ella meira! Tað týdningarmesta er, nú luftin er reinsað við hesi kanning, ikki bara at koyra [...] seta fót fyri einum rímuligum og røttum úrsliti. BANKAKANNINGIN er skelkandi lesnaður. Føroyingar eru snýttir og villleiddir og hava ikki fingið tær informatiónir, sum ein partur í einum so stórum álvarsmáli
sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan barm, tí vit eru so sanniliga heldur ikki plettfrí. Men sum heild eru tað vit, sum eru vorðin fríkend fyri fleiri av teimum ákærum, sum ávísir danskir [...] framvegis er. Í okkara hugaheimi eru tað arrogantir danskir embætismenn, bankafólk og politiskarar væl stuðlað av ávísum lítiðvitandi og sensatiónshungrandi miðlafólki, sum eru ein høvuðsatvoldin til alla hesa [...] hesa ólukku. Júst orðið arroganca dekkar hetta so væl, tí hesi betrivitandi og sjálvupptiknu fólk hava ongantíð sett teir røttu spurningarnar og hava heldur ongantíð víst nakra sum helst virðing fyri
sáa misálit og vanvirðing millum vanliga danan og føroyingin er tragiskt, ja óhugnaligt. Hvørji eru so hesi fólkini, sum brúka politiskar gølur og ósemjur til at seta vanliga danan upp móti føroyingum og [...] er greitt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og millum vanligar føroyingar og danir longu eru vorðin so forpestað av illgitingum, tørvandi vitan, óndskapi og fyri ikki at sigat rasismu, at tað [...] kann krevja av einum siviliseraðum persóni. Er hetta nakað at byggja álit og virðing uppá millum tvey fólk! Er veruleikin veruliga so einfaldur, sum hann her verður gjørdur til Nytoft! Tú er einki frægari