og eygnabráðið fjart og uppgevandi. Hon sigur, at tað stendur illa til við mati í býnum. Tað eru fleiri, sum ikki hava mat yvirhøvur, sigur hon. Og sjálv fingu hon og familjan einki at eta í gjár. Men [...] so dánt undan. »Tað er ikki óvanligt,« sigur Roda Mbowela, »at fólk ganga svong í heilar vikur.« Ein skitin hylur Í Ishmael vita tey ikki, hvat reint vatn er. Tey hava bara hoyrt um tað, men ongantíð smakkað [...] jarðarferðir í býnum. Annar var deyður av malaria, hildu tey, meðan hin møguliga var deyður av sjúku, sum stóðst av skitnum vatni. Og tey í Ishmael eru langt frá einsamøll um hendan trupuleikan. Roknað
øvutur, hon er virkisfús og fær gongd á. Hon vil heldur ikki hava nakað fyri einki, tí hon er sannførd um, at tað at liva av øðrum spillir teg. Hon følir, at tað ger mun at vera virkin, at tað ikki er til [...] fínari brigdini verða aloftast lopin um. Í nógvum minnir hon um skaldsøgurnar hjá Captain Marryat og tær hjá B. S. Ingemann, har tann psykologiska lýsingin av persónunum heldur ikki er frammarlaga. Ein stórur [...] kemur við upplýsingartíð og vónum um framburð og frælsi. Tilveran letur seg upp við øllum sínum brigdum: »Durita var ein av teimum ungdómum, sum hálsaðu heilt um; hon varð tað glaðasta menniskja, sum hugsast
nógvar løtur tykjast langar. Tí var tað ikki óvanligt, at sjúklingarnir fingu sær eitthvørt ítriv fyri stytta sær stundir tær mangan drúgvu sjúkralegurnar. Eitt nú var tað ikki ókent, at sjúklingar telgdu [...] sum fyrr var á Áarvegnum. Nú er tað Poul Johannesen í Sandvík, sum eigur sluppina. Tað, vit sóknast eftir, um nakar lesari veit, hvør hevur bygt sluppina, ella um nakar hevur aðrar upplýsingar um hana. Tey [...] TN 7 og hon hevur fingið navnið ?Lina³ Men tað er óvist um nøkur slupp veruliga hevur itið so. Kanska hevur hann bara nevnt hana eftir konuni, ella kanska eini dóttir. Vit vita eisini, at hon varð burturlutað
nýggjur maður, mann ikki hasin er úr Hvalba³? Eg kendi mannin, sum var úr Hvalba og spurdi tí konuna, hvussu hon kundi síggja tað. Jú, ?hann setir húgvuna uppá snurr³, svaraði hon. Summi søgdu, at gongulagið [...] hvørjari bygd ein var úr. Natte visti ikki, hvussu nógv slík, serlig eyðkenni eru eftir. Bilurin hevur m.a. havt tað við sær, at húgvan er ikki so vanlig longur og at tað heldur ikki verður gingið so [...] Og er tað ikki danskt, ella amerikanskt, so er tað í øllum førum ikki hvalbiarmál, vit hoyra. Tað er ikki so nógv at gera við tað. Vandi er í hvørjari vælferð og framburðinum kunnu vit ikki steðga.
við privata arbeiðsmarknaðin, og heldur, at tað hevði verið óhoyrt, um ein privatfyritøka hevði víðkað um leiðsluna, bert tí at hon var ósamd. Sum eg skilji hetta, so er Landsstýrið víðkað við 30 pst. [...] til hansara. Ivasamt um Høgni sleppur til arbeiðis Spurningruin er, um Høgni Hoydal nakrantíð sleppur til arbeiðis, av tí at vit fyrst fáa sjálvstýri um tvey ár. Ivasamt er eisini, um fólk tá fara at taka [...] fyri at hon ikki fær langa livitíð. Ístaðinfyri at fáa semju í samgonguskjalinum hava teir klandrast um landsstýrissessirnar. Tað er eisini ein spurningur, hvat hendir við Tjóðveldisflokkinum, um Føroya
pengarnir fylgja ikki við til at fylgja øllum upp í nýggju fólkaskúlalógini. Tí fari eg at kanna alla fólkaskúlalógina sum hon er. ? Sum lærari veit eg, hvat eg tosi um. Støðan er ikki nóg góð og har verða [...] minnast var samtyktin av nýggju fólkaskúlalógini útsett eitt ár, soleiðis at vit kundu ávirka viðgerðina enn meir. Lærararnir eru ikki nóg búnir og skal eg tosa fyri meg sjálvan, havi eg ikki verið nóg [...] at játta pengar, eru teir ikki tøkir. Tað sýnist sum politikarar ikki hava skilt, at mentan er eitt tilfeingi? ? Mentan er heilt greitt tilfeingi og eg havi altíð hildið, at hon verður ov lítið vird og mett
hava ikki fatað uppgávuna at umseta sína bókligu útbúgving til í verki at virka í Føroyum, sum ikki er eitt landbrúksland og ikki limur í ES, men ein einfald og gomul fiskivinnutjóð. Tað vórðu ikki og verða [...] 60 og 70 árinum, upplivdi ikki ónærisliga fiskiumhvørvið við svikaligum inntøkum og ofta kørgum fiskiveðri. Vaktir og arbeiðsdagur upp til 80-100 tímar um vikuna tosaði ongin um. Hetta vórðu kvinnur og menn [...] nýggj ahugmynd um framtíðina. At arbeiða á Snarfrost, Bacalao, Nykur v.m. er ikki »in«. Tað er kalt og vátt. Lagaligari er at seta seg á danskan skúlabonk. At mynstra umborð á fiskiskipi er ikki populert ella
hús, men Tummas Hans Gaardlykke var hin, ið eftir var, og hann var skjótur at fáa boðað løgregluni frá um tilburðin um 7-tíðina seinnapartin sunnudagin. Og meðan bíðað var, hevði Tummas Hans sum tann skilamaður [...] um, lækna og 2 monnum frá Tyrludeildini, men hon fekk ikki sett seg tætt við, har ungi maðurin lá. Hon fleyg so aftur eftir 5 monnum aftrat, tí neyðugt var at bera unga mannin í børu upp bratta lendi, [...] í Doddaskorð. Tá ið teir høvdu slept seyðinum, var ætlanin hjá tveimum at fáa sær nøkur havhestaegg, meðan hinir leitaðu sær til hús. Men tað gekst ikki sum ætlað hjá tí 20 ára gamla, tí sum hann gekk
apríl) hevði tað sjálvandi havt almennan áhuga, um okkara fjølmiðlar endurgóvu um ikki annað so ein samandrátt av umrøddu frágreiðing hjá Carl Nolsøe. Hon ber heitið »Norden for lov og ret« (I og II). Sum [...] Sum skilst er nú komið í ljósmála, at tá tað í 50?unum var talan um eitt beinleiðis árligt endurgjald (frá Nato/USA) fyri støðirnar í Grønlandi og Føroyum (eins og rindað verður fyri Keflavík-støðina [...] møguliga talan um eitt 3-siffrað milliardatal roknað eftir dagsins krónuvirði! Blokkstuðulin er og verður ein sovikoddi sama hvar hann kemur frá, og ætlanin mín her er tí sjálvandi ikki, at vit skulu krevja
at skipa oljumálini sum málsøki burturav var tann, at politiska kabalan kundi bert ganga upp, um m.a. hetta varð gjørt. Men hvussu og ikki, so er avgerðin tikin um at Før-oyar skulu hava egna oljumálaráðstovu [...] Tað ræður nevniliga um at hava eitt gott samstarv og samskifti um somu tú, sum tú ikki missir teg sjálvan burtur. Kunnar seg við málið Tað er enn ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvønn oljupolitikk [...] tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, ið vit skulu til at finna út av. Og tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg síggi fegin, at vit finna olju