Malawi:Vatn er vegurin til lívið

Tann rættin, vit í Føroyum halda so sjálvsagdan til reint vatn, hava fólk í øðrum pørtum av heimunum ikki. Í Malawi í Afrika hava bara 5% av íbúgvunum vatn innlagt heima, og stórur partur fær ongantíð reint vatn

Mathelo Henry er 12 ára gamal og býr í Ishmael í Malawi í Afrika.

Hann hevur alla sína tíð havt diarré, sum oftast er orsakað av tí vánaliga vatninum tey hava í Ishmael.

Men Mathelo er hepnari enn fleiri av javnaldrunum. Hann er nevniliga framvegis á lívi.

Mathelo merkir - á málinum, tey tosa í umráðnum - endin. Tað er tí, at hann er yngstur av teimum fýra systkjunum. Upprunaliga vóru tey fimm, men ein doyði av fepursjúku seks mánaðar gamal, greiðir mamman frá.

Lítil er hann á vøkstri, Mathelo, har hann stendur fyri durunum saman við foreldrunum og eldra beiggjanum. Hann er fongdur við kroniskum diarré og malaria, men hann hevur ikki tann uppsvólpaða búkin, sum so nógv onnur børn í bygdini hava.

Myndirnar av Biafra- børnunum seinast í seksti árunum renna mær til hugs, meðan eg gangi her millum smátturnar í Ishmael.

Og Biafra støðan er ikki langt burtur.

Mamma Mathelo eitur Roda Mbowela og er 43 ára gomul.

Týðuliga sæst á henni, at hon hevur slitið fyri seg. Har er einki, sum bendir á smurdar kinnar ella eygnaskuggar. Kjálkarnir eru innanhoknir, og eygnabráðið fjart og uppgevandi.

Hon sigur, at tað stendur illa til við mati í býnum. Tað eru fleiri, sum ikki hava mat yvirhøvur, sigur hon. Og sjálv fingu hon og familjan einki at eta í gjár. Men í kvøld vóna tey, at okkurt verður.

Inntøka er eingin, so tey hóra bara so dánt undan.

»Tað er ikki óvanligt,« sigur Roda Mbowela, »at fólk ganga svong í heilar vikur.«


Ein skitin hylur

Í Ishmael vita tey ikki, hvat reint vatn er. Tey hava bara hoyrt um tað, men ongantíð smakkað tað.

Ein, fyri okkum føroyingar, heilt óskiljandi støða. Men kortini alt ov sonn.

Vit, sum kunnu oyðsla, sum vit vilja, duga illa at ímynda okkum, at mangastaðni er so lítið til av vatni, at tað ikki er meira enn reiðiliga upp í ein kopp í part dagliga.

Tey 16.000 fólkini, sum búgva í sjálvum Ishmael og umráðnum rundan um, hava bara ein møguleika at fáa vatn. Úr einum lítlum, gravskitnum, rundum hyli, einar fimm metrar í diametur.

Tað er ikki soleiðis, at hesin hylur á nakran hátt er vardur móti tí, sum rundan um hann er. Hann er grivin beinleiðis niður í vøllin, og har rennur alt í, sum regnið ber við sær.

Samstundis sum fólk koma eftir vatni at bera heim til matgerð og vask, standa neytini og geitirnar og drekka úr sama hylinum.

Ein vatnroynd, sum tikin varð úr hylinum, vísti, at meðan WHO - heilsustovnurin hjá ST - loyvir trimum colibakterium í 100 ml. av vatni, hevði hylurin í Ishmael ikki færri enn 790. Og av streptokokkum loyvir WHO 10 í 100 ml. Í Ishmael vóru 470.


Ynskja sær brunn

Tey, sum búgva í Ishmael hava eitt ynski, sum ber av øllum. Tey vilja fegin fáa ein brunn, so tey sleppa frá at drekka hetta skitna, lívshættisliga vatnið.

»Høvdu vit fingið ein brunn, høvdu vit kanska sloppið undan at ganga so ofta til jarðarferð,« sigur býráðsformaðurin, sum eisini eitur Ishmael, uppgevandi.

Júst hendan dagin, vit vitjaðu, vóru tvær jarðarferðir í býnum. Annar var deyður av malaria, hildu tey, meðan hin møguliga var deyður av sjúku, sum stóðst av skitnum vatni.

Og tey í Ishmael eru langt frá einsamøll um hendan trupuleikan.

Roknað verður við, at einar 30 sjúkur eru, sum bornar verða við vatni. Teirra millum eru diarré, tyfus, kolera, malaria og gulur fepur.

Summar av hesum sjúkum smitta, tá ein etur mat, sum skolaður er í skitnum vatni. Aðrar, tá svomið verður í skitnum vatni. Og upp aftur aðrar, sum til dømis malaria, smitta við skriðdjórum og mýggjabitum.

Av hesum sjúkum krevur diarré einsamøll einar tríggjar milliónir mannalív árliga. Av teimum eru umleið tvær milliónir børn.

Mett verður, at umleið tríggir fjórðingar av teimum sjúkum, sum fólk í menningalondunum fáa, standast av tvørrandi atgongd til reint vatn, vánaligum saniterum viðurskiftum ella manglandi reinføri. Árliga doyggja umleið tvær milliónir menniskju í menningarlondunum beinleiðis orsakað av dálkaðum vatni.


Børnini ringast fyri

Í Ishmael doyggja árliga tvey av fimm børnum, áðrenn tey eru fimm ára gomul. Fleiri teirra beinleiðis av tí ringa vatninum, tey noyðast at taka úr sama hyli, sum kríatúrini eisini drekka úr. Hesin opni hylurin, sum bakteriurnar nørast væl í, og sum fáa serliga góðu tøðu frá neytalortinum undir bakandi sólini.

Í mong ár hevur hesin hylurin verið einasta atgongd teirra til vatn. Og í turrtíðini tornar hann heilt upp, so kvinnurnar tá noyðast at ganga nógvar kilometrar til tess at fáa hendur á teimum 10 litrunum, sum ein familja við átta fólkum má at klára seg við til matgerð, drekka og vask. Ein túrur, sum mangan fer við fimm, seks av dagsins tímum.


Vón fyri framman

Men nú er Mathelo vorðin stjørna Íshmael.

Grundin er, at hann er høvuðsleikari í eini sjónvarpslýsing, Folkekirkens Nødhjælp hevur gjørt, til tess at fáa til vega pening at gera brunnar fyri.

Og filmsfólkini, sum vóru í Ishmael, gjørdu av, at tey skuldu lata býnum ein brunn.

Hesin brunnur verður boraður einaferð í juni, juli mánaða, tá so mikið turt er aftur, at vatnið ikki hindrar arbeiðinum.

Og góð útlit eru fyri, at hann fer at broyta liviháttin hjá Ishmael búgvum heilt munandi.

Við hjálp frá Folkekirkens Nødhjælp hava íbúgvarnir í bygdini Kachiza, sum liggur stutt uttan fyri høvuðsstaðin Lilongwe í Malawi, fingið ein brunn.

Hesin brunnur varð liðugur í august mánaða í fjør.

»Og tað hevur gjørt,« sigur Salome Ziwaya, sum arbeiðir fyri ein av felagsskapunum, sum Folkekirkens Nødhjælp samstarvar við, »at eingin tilburður av diarré hevur verið í bygdini, síðan brunnurin kom.«


Lítil hjálp er stór

Í Ishmael var bara ófrættadámur og uppgávulyndi at merkja millum fólk.

Í Kachiza, har aftur ímóti, vóru fólk nógv meira lættsint.

Tað tóktist, sum trúðu tey meira upp á, at tað fór at bera til at liva í framtíðini. Hvør orsøkin var, er ilt at siga. Men í Kachiza hava Folkekirkens Nødhjælp og samstarvsfelagsskapirnir virkað eina tíð, meðan eingin enn hevur verið í Ishmael.

Og bara tað, at fólk høvdu reint vatn at drekka og vaska sær sjálvum og klæðunum í, gjørdi, at alt tóktist nógv lættari og hugaligari at síggja.

Tá lítið er til, skal nærum einki til at bøta. Nakrar fáar krónur, eftir okkara viðurskiftum, kunnu fullkomuliga broyta lívið hjá íbúgvunum í Ishmael og geva teimum eina mannsømuliga tilveru.

Tað kostar umleið 14.000 danskar krónur at gera ein brunn sum tann, bygdin Kachiza hevur fingið.

Hesin brunnur, sum fyri okkum tykist so neyðarsligur, kann fyri hesi fólkini lættliga gerast munurin millum lív og deyða.