triðja árið í teirra starvstíð rent seg í búskaparliga kreppu. Blair-stjórnin hevur brotið hesa reglu, og búskaparpolitikkurin árini 1997-2005 verður hildin at vera ein tann dugnaligast førdi í bretskari [...] fríggjadagssemjan, gjørd í apríl 1998. Tey sjey árini síðan 1998 hevur Blair áhaldandi blást at friðarloganum. Hóast friður ikki enn er í Norðurírlandi, er harðskapurin munandi minkaður. Í 2004 doyðu bara fýra [...] Bretland ikki - í teirri merking, vit kenna í Norðurlondum - eitt demokratiskt land. Valskipanin byggir ikki á lutfalsumboðan, men er gjørd soleiðis, at hann ella hon, sum fær mest atkvøður í einum valdømi
Fólkatingið. Í uppskotunum eru nevnd 204 viðurskifti, har ráðharrin fær hesa heimildina. Formaðurin í kommunufelagnum, Ejgil W. Rasmussen, er heldur ikki serliga fegin um, at ov nógvar hemildir enda í Keypmannahavn [...] fingið øði í letlendsku stjórnina. Hon hóttir nú við at fara til ES-dómstólin við málinum. Oyðsl Í USA heldur republikanski senatorurin John McCain, at Kongressin brúkar alt ov nógvar pengar. Í síðstu viku [...] fleiri lógaruppskot, sum skulu setast í verk, nú avgjørt er at broyta kommunuskipanina og skipanina við amtum. Broytingarnar hava við sær, at kommunurnar verða nógv færri í tali, og at amtini verða avtikin
Akranesi í Íslandi, á almennum fundi, sum Vága Vinnufelag skipaði fyri í Sørvági hóskvøldið. Gisli Gislason kendi seg sannførdan um, at Vágatunnilin eisini fer at hava mennandi ávirkan á gongdina í Vágum [...] við tunlinum og sálda vansarnar frá, segði hann. Tað var væl av fólki møtt á fundi í fimleikarhøllini í Sørvágs Skúla hóskvøldið at lurta eftir borgarstjóranum á Akranesi og seta honum spurningar eftir [...] ivaðist ikki í, at íløgan var rætt givin út, og hann væntaði heldur ongan trupulleika av at fáa peningin innaftur. Gjaldsfreistin varð sett til 20 ár, tá tunnilin lat upp í 1998, og sum støðan er í løtuni,
at finna, sigur hann. Les eina longri samrøðu við hann í Vikuskiftissosialinum. Les eisini um høvuðskokkin á Koks, sum ikki tímdi at ganga í skúla og um eigaran, sum droymdi um eina stjørnu longu fyri 10 [...] Bent Christensen, redaktørur í den Danske Spiseguide heldur, at vit føroyingar eru ov smædnir, tá tað kemur til at reypa av okkara rávørum. Kanska er tað okkurt, sum liggur í okkara fólkasál, sigur hann [...] ikki. Tit hava heimsins bestu rávørur í Føroyum. Við teimum rávørunum, sum Føroyar hava, og við góðum og skapandi kokkum, so eru møguleikarnir endaleysir. Longu í 2009 segði eg, at við hesum rávørunum
vit hava einki at hava sjálvstýri í akkurát nú. Hetta er heilaspuni hjá sjálvsstýrisfólki. Sjálvsstýri skal nokk koma tann dagin tíðin er búgvin, men tað er hon als ikki í dag. Talan er um eitt fuppnummar [...] fuppnummar. Taka vit sjálvsstýri nú, eru vit samstundis rabundus. T. v. s. í klørnum á kreditorunum. Hevur nakar hoyrt um hetta fyrr- at vera í klørnum hjá kreditorunum - Fiskavirking Og tó! vit kunnu fáa sjálvstýri [...] sjálvstýri uttan at fara rabundus! Og tað er her lykilin liggur. Lykilin liggur í einari ætlan fyri sjálvstýri. Ikki í einari hovsasjálvsstýrisætlan. Mangt bendir á, at menn ikki hugsa seg um, men bert taka
hugsanir ættleidd børn kunnu gera sær um samleikan. Hetta kann t.d. verða í sambandi við, at barnið byrjar á stovni ella í skúla. Hvat kunnu foreldur og onnur gera, fyri at stuðla menningini hjá barninum [...] Neyðugt er ikki at verða limur í felagnum frammanundan, men Ættleiðingafelagið vónar, at fleiri vilja tekna seg sum lim ella stuðulslim. Hetta kann gerast við at gjalda á konto í penigastovnunum: 300 kr. fyri [...] at koma inn á spurningin um pubertetin, har fleiri kanningar hava víst, at nógv ættleidd børn koma í kynsbúningaraldur á yngri aldri enn onnur børn. Fundarfólkið fær høvi at seta spurningar og skifta orð
venjingar í Føroyum. - Vit vóru fýra vikur í Svøríki í fjør, og tað gjørdi góðan mun, sigur Jónmei Jacobsen. David, sum er spastikari í beinunum, lærdi millum annað, hvussu hann ikki má sita. Í Føroyum gongur [...] gongur fyri seg í einum føroyskum umhvørvi, og hann fær nógv meira burtur úr, sigur ein mamma (Myndatekstir) Aron Aron er sjey ár og er spastiskur í aðrari síðuni. Hann gongur í fyrsta flokki í Eysturskúlanum [...] av Húsabrúgv, letur væl at venjingini, men hon er eisini strævin. - Hann er í skúla í Havn um morgunin og til venjing her í Klaksvík seinnapartin, og tað er ikki bara lætt. Men tað hevur verið alt stríðið
Promotion í London, men hevur arbeitt nógv innan videofilmslist í Týsklandi, Kanada og Danmark eitt nú í samstarvi við Rannvá Káradóttir og Andras Olsen. Maria Arnell er útbúgvin fotografur í London og [...] tikið upp við Super8 filmsmyndatóli, siga tær báðar. Upptøkuroyndin verður hildin í fimleikarhøllini í Sankta Frans Skúla, mánadagin klokkan 14 og fram til klokkan 1. Genturnar skulu møta uttan make-up. [...] og hevur starvast í Svøríki, Týsklandi og Ungarn: - Hóast stórur dentur verður lagdur á klæðini í hesi verkætlan, er hetta tó ikki ein vanlig mótaseria. Talan er um eina svart-hvíta myndarøð, har dentur
út í kortið. Og hann kann í besta føri gera uppskot til eina fíggjarlóg, sum neyvan verður samtykt, áðrenn val verður útskrivað. Men Laksáfoss hevur beinanvegin roynt at stungið ein politikk út í kortið: [...] ini inn í grunnin beinanvegin, umframt serinntøkur. Hann vil gera ein raðfesta íløguætlan hjá landinum, har íløgur í útbúgving, gransking, eldraøkið og sosialmál, verða raðfest fremst. Í andstøðu [...] leypir á, har garðurin er lægstur. Tí rætt er tað, at íløgur í stál, betong og asfalt hava skumpað aðrar íløgur í vitan og trivnað burtur í alt ov langa tíð. Tað hava eitt nú Heidi Petersen og Annita á
i vórðu í síni tíð, í stóran mun, skipaði sum uppstillingarfeløg í valdømunum, sum ikki eru til longur. Spurningurin varð tí havdur á lofti, hvussu Eysturoyar Tjóðveldisfelag skal skipa seg í mun til nýggju [...] nýggju tíðina. Ongin ivast í, at feløgini fáa ein uppaftur størri leiklut í politiska stríðnum enn frammanundan, spurningurin er bara hvussu Tjóðveldi sum flokkur skal skipa seg, í mun til sínar grundkjarnur [...] játtað at vera uppstillað á fyrsta uppstillingarfundi, sum varð hildin í Fuglafirði í juni mánaði, framvegis stóðu á listanum. Á fundinum í kvøld vórðu trý onnur valevni skotin upp, og tey játtaðu øll somul