Tað er kærkomið at nýggi landsstýrismaðurin vil taka upp eftir ábyrgdarleysa búskaparpolitikkin hjá samgonguni, og vil raðfesta útbúgving, gransking og sosialmál. Men ovurhitaði búskapurin, hitar bert sterkastu samfelagsbólkarnar og sterkastu økini í landinum. Tí er tað skeiv adressa at gera Sandoyartunnilin til syndabukk
Fíggjarliga og búskaparliga upptakið eftir sitandi samgongu verður øgiligt. Í hálvtfjórða ár eru allir fíggjarligir og búskaparligir spurningar bert skumpaðir frameftir, ár fyri ár, uttan kós ella mál.
Frumskógarlógin hevur valdað, har tann sterkasti vinnur, og vit kundu fyri tað onki landsstýrið havt. Tær einastu politisku atgerðirnar, sum samgongan og undanfarni fíggjarmálaráðharri hava framt, er at koyra meira ferð á tað, sum longu melur. At geva teimum, ið longu hava. Samgongan hevur nýtt av uppsparda peninginum í landskassanum, og hevur veitt skattalættar og fíggjarligar fyrimunir til úrvaldar samfelagsbólkar (skattalættar fyri 372 mió árliga, onga skuld goldið niður, men nýtt meira enn hálva milliard av uppsparingini). Rentustuðulin fíggjar nú økta nýtslu hjá húsarhaldunum og spolar upp sum útreiðsla hjá landinum. Og hartil hevur samgongan broytt skattalógina so at serligur rentufrádráttur verður givin, um tú lænir pening til at keypa partabrøv.
Púrasta óneyðugt, nú vit hava havt eitt vinnulív, ið vil framá uttan politiskar barnagentur og uppíblanding. Búskapurin er hitnaður alt meira, fyrst og fremst orsakað av støðugt vaksandi privatari nýtslu, fíggjað við lagaligari lánimøguleikum frá peningastovnunum. Samstundis hava størru kommunurnar økt sínar fíggjarætlanir so nógv, at so at siga onki verður spart upp, meðan fram gongur.
Landsstýrið hevur ongi stig tikið at stýra almenna búskapinum. Úrslitið er, at í eini tíð, har hjólini mala sum sjáldan, og arbeiðsloysið er metlágt, verður onki lagt upp fyri at standa móti verri tíðum, og onki er gjørt til tess at minka studningin úr Danmark og skapa ein sjálvberandi búskap. Vit áttu sjálvsagt nú at havt eitt yvirskot hjá landinum uppá minst hálva milliard, heldur enn at landsbankin er drenaður.
Og landsstýrið hevur ongar raðfestingar gjørt av sínum íløgum. Har hevur bert verið telvað hvørt ár millum samgonguflokkarnar, og ongin langtíðarløguætlan er gjørd.
Laksáfoss vil venda skútuni
Tí var tað als onki løgið, at Bárður Nielsen slapp sær burtur úr Fíggjarmálaráðnum, áðrenn trupulleikarnir gjørdust opinberir fyri øll.
Magni Laksáfoss hevur nú fingið eina ótakksama uppgávu. Hann hevur bert eitt hálvt ár at seta ein annan politikk út í kortið. Og hann kann í besta føri gera uppskot til eina fíggjarlóg, sum neyvan verður samtykt, áðrenn val verður útskrivað.
Men Laksáfoss hevur beinanvegin roynt at stungið ein politikk út í kortið:
Hann hevur fýlst á skattalættarnar hjá samgonguni, men sigur seg onki fáa gjørt við teir. (Men tað ber til at broyta skattalættan, sum longu er samtyktur fyri 2008, um Magni hevur dirvið til at halda fast.)
Hann hevur víst á ovurhitingina í búskapinum, sum elvir til prísvøkstur og hækkað kostnaðarstøði.
Hann hevur víst á krógvaðar útreiðslur hjá landinum, har samgongan hevur lagt íløgur uttanfyri fíggjarlógina.
Hann hevur roynt at gjørt avtalur við kommunurnar um eitt skatta- og íløguloft, og hevur skotið upp eina útjavningarskipan millum kommunurnar.
Hann hevur tikið undir við uppskotinum um Búskapargrunn og vil seta 2-300 millónir av fíggjarlógini inn í grunnin beinanvegin, umframt serinntøkur.
Hann vil gera ein raðfesta íløguætlan hjá landinum, har íløgur í útbúgving, gransking, eldraøkið og sosialmál, verða raðfest fremst.
Í andstøðu til samgonguna
Alt hetta er meinlíkt teimum atfinningum og uppskotum, sum andstøðan hevur lagt fram alt samgonguskeiðið, og tí eru vit sjálvsagt sera fegin um útmeldingarnar hjá landsstýrismanninum og stuðla teimum.
Í roynd og veru er talan um eina álvarsliga uppgerð við alt sum løgmaður, Bárður Nielsen og samgongan hava sagt og gjørt í hálvtfjórða ár. Tað er tildømis ikki eitt ár liðið, síðani løgmaður boðaði alment frá, at nú skuldi hvør landsstýrismaður fáa tveir blanko-kekkar til at fremja okkurt, sum teir høvdu hug til.
Sandoyartunnilin móti rest?
Tað, ið kortini hevur vakt størstan ans, er útmeldingin hjá Laksáfoss um Sandoyartunnilin. Hann vísir til ovurhitaða búskapin sum orsøk til at støðga við hesi tunnilsætlan. Og hann setur hesa stóru íløgu upp ímóti at raðfesta útbúgving, gransking, eldraøkið og sosialmál.
Og her haldi eg, at Laksáfoss sýnir vantandi dirvi og leypir á, har garðurin er lægstur. Tí rætt er tað, at íløgur í stál, betong og asfalt hava skumpað aðrar íløgur í vitan og trivnað burtur í alt ov langa tíð. Tað hava eitt nú Heidi Petersen og Annita á Fríðriksmørk víst á ferð eftir ferð á tingi og hava kravt, at peningur til vitan, skúla og trivnað skal á borðið, áðrenn hildið verður fram við samferðsluútbyggingum.
Men tað ber til at gera eina íløguætlan, har vit næstu 10 árini seta skúlar – ikki minst ein ordiligan lærdan háskúla – gransking, mentan, sosial- og heilsumál, framum betong og asfalt, meðan vit samstundis binda landið saman eftir eini langtíðarætlan.
Aðrar samferðsluíløgur eisini viðgerast
Tað krevur kortini, at vit tora at raðfesta innan fyri tann karmin, ið vit vilja nýta til vegir, tunlar, havnir og samferðslu – og millum tær verkætlanir, ið liggja í kortunum á hesum øki. Og tað krevur, at vit tora at hyggja at búskapinum og íløgunum í landinum sum heild – og ikki bert við brillunum hjá teimum sterkastu áhugabólkunum.
Hyggja vit fyrst at ovurhitingini í búskapinum, so er greitt, at hitin er ovurstórur í miðstaðarøkinum, meðan tað er ilt at tosa um nakra upphiting í sunnara partinum av landinum. Kortini hevur meirilutin á løgtingi júst samtykt at samráðast skal við eitt einstakt privat felag um at fara undir Skálafjarðartunnilin, sum er bygging fyri milliardina. Hóast privat fíggjað, er hetta fyri yvirhitingina sama mál, og tað er eisini ein politisk raðfesting av samferðsluni í landinum, ið er lítið viðgjørd.
Harafturat eru aðrar størri ætlanir um berghol og stórar vegagerðir bæði í Streymoynni Norðuroyggjum, Eysturoynni og Suðuroynni, ið eisini skulu raðfestast á sama hátt sum Sandoyartunnilin. Hetta fer so at siga úr somu pulju.
Hvar eru vit mest afturúrsigld?
Hyggja vit síðani at, hvørji øki eru mest afturúrsigld í samfelagsgongdini og samfelagsmenningini, so má eisini raðfestast eftir tí.
Saman við útbúgving, gransking, verulig tilboð til brekað og sálarsjúk, einsamallar uppihaldarar, mentan og ein veruligan altjóða flogvøll, so er ein oyggj sum Sandoyggin afturúrsigld sum partur av nútímans samfelagnum. Og tað er stórur vinningur fyri allar Føroyar og fyri hugsjónina um einar størri og samanbundnar Føroyar at knýta Sandoynna upp í meginøkið. Og harvið nærkast eisini Suðuroyggin.
Felags tunnilsfígging
Men ber tað so til at fíggja og fremja hesa ætlanina á ein ábyrgdarfullan hátt? Nú hava vit onki uppskot sæð um, hvussu landsstýrið hugsar sær at fíggja fast samband í Sandoynna.
Men eitt uppskot er, at vit leggja Norðoyatunnilin, Vágatunnilin og Sandoyartunnilin í eitt og sama felag og harvið fíggja Sandoyartunnilin á sama hátt sum hinar og undir felags rakstri. Tað merkir, at vit seta sama brúksgjald at koyra gjøgnum undirsjóartunlarnar, og at tá vit koyra gjøgnum onkran teirra, eru við til at fíggja allar. Ein meira solidariskur fíggingarháttur, ið ikki er øðrvísi enn tá vit ferðast við Strandferðsluni.
Tora vit at gera tílíkt og at leggja langtíðarætlanir fyri íløgur, har eisini tey økini, ið hava sterkastu áhugabólkarnir og peningaligu styrkirnar eru við til at toyggja og raðfesta nakrar íløgur, so ber til at fremja tær annars skilagóðu raðfestingarnar, ið Magni Laksáfoss hevur lagt á borðið.
Vit eru í hvussu er til reiðar at taka tey politisku sløgini saman við landsstýrismanninum.