Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði lýst til 2. og møguliga 3. uppstillingarfund til komandi løgtingsval í Eiðis Skúla týskvøldið 30.10.2007
Væl av fólki var møtt til fundar. Úr allari oynni. Og kjakast var dúgliga, serliga um nýggju støðuna sum er íkomin, eftir at Føroyar eru vorðnar eitt valdømi. Fundurin var sera konstruktivur hesum viðvíkjandi, ongin mælti ímóti nýggju skipanini, heldur snúði prátið seg um hvussu skuldi ýtast av frameftir, nú ein meiriluti á løgtingi hevði avgjørt at ganga frá teimum 7 valdømunum.
Gomlu økisfeløgini vórðu í síni tíð, í stóran mun, skipaði sum uppstillingarfeløg í valdømunum, sum ikki eru til longur. Spurningurin varð tí havdur á lofti, hvussu Eysturoyar Tjóðveldisfelag skal skipa seg í mun til nýggju tíðina. Ongin ivast í, at feløgini fáa ein uppaftur størri leiklut í politiska stríðnum enn frammanundan, spurningurin er bara hvussu Tjóðveldi sum flokkur skal skipa seg, í mun til sínar grundkjarnur, sum eru feløgini í hvørt sínum øki.
Á eykaflokstingi, sum varð hildið á Parnassinum seinasta sunnudag, varð lagt upp til, at ein nevnd skal koma við eini tilráðing um, hvussu upp skal stillast til komandi løgtingsval - og í framtíðini. Nevndin er longu farin til verka, og fer fyrsta dagin at koma við eini tilráðing til aðalstjórn floksins um hesi viðurskifti. Skal hámarkið, á 43 kandidatar haldast, er tað mangt sum bendir á, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag framhaldandi skal hava eina kandidatkvotu á 8, sum tað var eftir gomlu skipanini.
Í tí trúgv, at hetta verður modellið, sum stillað fer at vera upp eftir, var bæði annar og triði, og harvið endaligi uppstillingarfundur, hildin Eysturoyar Tjóðveldisfelagsins vegna.
Nevndin boðaði frá, at tey fimm valevnini, sum høvdu játtað at vera uppstillað á fyrsta uppstillingarfundi, sum varð hildin í Fuglafirði í juni mánaði, framvegis stóðu á listanum. Á fundinum í kvøld vórðu trý onnur valevni skotin upp, og tey játtaðu øll somul at stilla upp.
Ongi onnur uppskot vóru, harvið er uppstillingin endaliga liðug í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og listin sær nú soleiðis út:
• Kristina Berg, studentaskúlalærari, Fuglafjørður.?• Olga Biskopstø, cand comm., Syðrugøta.?• Tórbjørn Jacobsen, skipari, Glyvrar.?• Olaf í Garði Joensen, maskinmeistari, Eiði.?• Sonni Johansen, stjóri, Strendur.?• Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri, Leirvík.?• Kristbjørg Toftegaard, røktarheimsleiðari, Skála.?• Petur í Túni, skipari, Toftir.
Nú felagið er liðugt við uppstillingina til løgtingsvalið, fer nevndin at heita á allar eysturoyingar og allar føroyingar annars, um at taka lógvatak um stevnu Tjóðveldisins, soleiðsni, at mál floksins um einar frælsar Føroyar verður rokkið sum skjótast. Politiska naggatødnin, fløkjan og armóðsstøðan, sum sitandi samgonga hevur komið tjóðini í, má og skal fáa ein enda og greiðast, soleiðis at Føroyar fáa ein sjálvstøðugan pall í alheims samfelagnum hiðani og frameftir.
Tað hevur bara verið ein lunnadragari á løgtingi í hesum stríði síðani 1948 og hann er framvegis einasta amboðið við politisku knotunum, ið skula til fyri at fremja hesa sjálvsøgdu ætlan í verki. Tað er Tjóðveldi. Gott val.
Eiði, 30. oktober 2007,
Jónsvein Bjartason, formaður.?Eysturoyar Tjóðveldisfelag