Marianna er upprunaliga útbúgvin innan Fashion Promotion í London, men hevur arbeitt nógv innan videofilmslist í Týsklandi, Kanada og Danmark eitt nú í samstarvi við Rannvá Káradóttir og Andras Olsen. Maria Arnell er útbúgvin fotografur í London og hevur starvast í Svøríki, Týsklandi og Ungarn:
- Hóast stórur dentur verður lagdur á klæðini í hesi verkætlan, er hetta tó ikki ein vanlig mótaseria. Talan er um eina svart-hvíta myndarøð, har dentur verður lagdur á at skapa eina grafiska surrealistiska kenslu. Hetta verður gjørt við eitt nú einføldum, statiskum rørslum. Sum eina roynd at arbeiða við gomlum filmsformatum verður eisini tikið upp við Super8 filmsmyndatóli, siga tær báðar.
Upptøkuroyndin verður hildin í fimleikarhøllini í Sankta Frans Skúla, mánadagin klokkan 14 og fram til klokkan 1. Genturnar skulu møta uttan make-up.
Nærri fæst at vita hjá Marionnu Mørkøre á tlf. 508246.