Uppvenjing fyri brekað børn - nú í Føroyum

Í hesum døgum fáa 14 føroysk børn, sum hava trupulleikar við at stýra kroppinum, serliga venjing á royndarverkæltan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Fyriskiparnir vóna at hetta kann verða eitt fast tilboð í Føroyum í staðin fyri at senda børn av landinum

Seinastu 10 til 15 árini hevur tað almenna fíggjað føroyskum børnum dýrar túrar til Skotlands og Svøríki til sokallaða Petø venjing. Men sum ein royndarætlan verður í hesum døgum skipað fyri venjingarskeiði í Føroyum. Fyriskiparnir eru føroyska Anna Maria Antonioussen og ungarska Andrea Udvary Sabroe, sum er donskt gift og búsitandi í Danmark.

Hugsjónin handan Petø læringina er, at um børnini læra at vilja og at trúgva at tey kunnu, so eru mennngarmøguleikarnar stórir.

- Tað er týdningarmikið, at børnini skilja, at eg kann og eg vil. Vit, sum eru um tey, skulu vísa teimum, men ikki hjálpa teimum og taka synd í teimum. Tað kunnu tey ikki brúka til nakað, sigur Anna Maria Anthoniussen, sum er í holt við at útbúgva seg til Petø instruktør.

Andrea Udvardy Sabroe sigur, at Petø byggir á eina heildarfatan av barninium, har dentur verður lagdur á læring heldur enn venjing.

- Vit leggja als ikki dent á trupulleikan, men hyggja eftir tí heila menniskjanum og tað potentiali, sum tað hevur, greiðir Andrea Udvardy Sabroe frá.

Hon sær stórar fyrimunir í at hava ein føroyskan Petø stovn, tí í dag brúka myndugleikarnir nógvar pengar at senda børn uttanlands til hesa viðgerð. Og verður tilboðið tøkt í Føroyum, høvdu enn fleiri gjørt nýtslu av tí.


Sangur og spæl

Í einum lítlum venjingarhøli á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava 14 børn seinastu tvær vikurnar fingið intensiva kropsliga venjing. Um morgunin eru børn undir skúlaaldur og seinnapartin børn í skúlaaldri. Eitt foreldur ella stuðul er inni við til venjing, meðan hini sita í einum øðrum rúmi og fylgja við í sjónvarpi.

Og venjingin líkist spæli. Andrea Udvardy Sabroe dansar og syngur fyri børnunum, og tey sita við stórum smílum og bíða, um tað nú er teirra túrur at verða nomin við. Hon syngur um djórini í frumskóginum og nertur við børnini fyri at vekja teirra áhuga og gera tey klár til venjing. So at siga øll børnini eru við, og onkur situr í skellilátri alla tíðina.

Bæði Anna Maria Antoniussen og Andrea Udvard Sabroe eru væl nøgdar við tær fyrstu tvær vikurnar av skeiðnum.

- Skeiðið er sera intensivt, børnini venja tríggjar tímar hvønn dag í ein mánað, og fyri tey, sum ikki eru von við tað, kann tað tykjast eitt sindur ógvusligt. Men tað hevur gingið ótrúliga væl, og øll tykjast væl nøgd, sigur Anna Maria Antoniussen.

- Tað er nógv spæl og sangur, tí tað snýr seg um at motivera børnini til sjálvi at klára tingini. Og vit geva okkum góða tíð, tí børnini skulu merkja sínar egnu vøddar og merkja kroppin.

- Vit vænta nógv av børnunum, men vit seta ikki ómøgulig mál, sigur Andrea Udvary Sabroe. Tað snýr seg um at eggja og geva hug og mót.


Greið visión

Anna Maria Anthoniussen arbeiðir  sum leiðari á Dagstovninum í Hoyvík, men hevur tikið sær tveir mánaðar orlov til at fyriskipa, undirvísa og venja við børnunum í Klaksvík. Og hon vónar at hetta royndarskeiðið er byrjanin á eini tilgongd, sum kann enda við einum føroyskum Petø stovni.

- Síðani eg kom at kenna til Petøvenjingina í samband við, at eg var stuðul hjá gentu, sum fekk hesa venjing, havi eg altíð verið hugtikin av hugsjónini. Í 1999 var eg í Skotlandi við gentuni, sum eg var stuðul hjá, og síðani havi eg arbeitt við tí í fimm ár og tikið útbúgvinina sum Petø lærari.

Hetta er ein fýra ára útbúgving, og Anna Maria Anthoniussen manglar bara at skriva spesiali. Krøvini til hvør kann undirvísa og venja í Petø eru strong, og tí er ungarska Andrea Udvardy Sabroe eisini við.

- Dreymurin er, at vit kunnu seta á stovn ein Petø stovn í Føroyum, har børn kunnu fáa hjálp og stuðul til veruliga at menna seg, sigur Anna Maria Anthoniussen.


Ikki sjúkraviðgerð

Tað eru ikki øll børn, sum fáa gagn av Petø. Venjingin er serliga ætlað børnum og ungum, har samskifti millum kropp og heila ikki virkar, sum tað skal. Tað vil siga, at børnini skulu hava vøddastyrki, men bara ikki duga at brúka hana ella stýra henni.

Anna Maria Antoniussen leggur dent á, at Petø fyrst og fremst eru læring, ikki venjing.

- Hóast vit venja nógv, so snýr tað seg fyrst og fremst um at læra barnið at tað kann brúka kroppin og læra heilan at stýra kroppinum.

Petø hugtakið er úr Ungarn, og har kallað tey tað ein pedagogik. Í Englandi, sum var undangonguland í Vestureruopa, kallað tey tað Conductive Education, leiðandi læring.  Lærutilgongdin er í fokus, har einstaka barnið skal læra seg at skapa samband millum heila og vøddar.

Petø stovnar eru í Englandi, Svøríki og Noregi, og alla staðni verður samstarva við heilsuverki. Men stovnarnar eru ikki partar av sjúkrahúsverkinum.

- Hetta er ikki sjúkraviðgerð ella fysioterapi. Vit brúka kropsliga venjing saman við pedagogikki og læring, og tí er hetta meira enn ein sjúkraviðgerð, sigur Andrea Udvardy Sabroe.

Anna Maria Antoniussen sigur, at tað besta hevði verið, um ein føroyskur Petø-stovnur lá atskildur frá heilsuverkinum.

- Vit kunnu samstarva og fleiri av børnunum brúka eisini heilsuverki regluliga, men tað besta hevði verið hølir, sum ikki lógu inni á einum sjúkrahúsi.

 

Ger nógvan mun

Børnini síggja út til at stuttleika sær og foreldrini lata væl at venjingarskeiðnum hjá Annu Mariu Anthoniussen.

- Sonurin tímir nógv betri, nú tað gongur fyri seg í einum føroyskum umhvørvi, og hann fær nógv meira burtur úr, sigur ein mamma


(Myndatekstir)


Aron

Aron er sjey ár og er spastiskur í aðrari síðuni. Hann gongur í fyrsta flokki í Eysturskúlanum, og sum hjálp til kropsligu veikleikarnar gongur hann til fysioterapeut eina ferð um vikuna og til ríðing eina ferð um vikuna.

Mamman, Rannvá av Húsabrúgv, letur væl at venjingini, men hon er eisini strævin.

- Hann er í skúla í Havn um morgunin og til venjing her í Klaksvík seinnapartin, og tað er ikki bara lætt. Men tað hevur verið alt stríðið vert. Tí eg síggi, at tað ger mun. Vinstra hond er nógv meira avslappað nú, og hann fær brúkt hana.

Aron situr og venur armstyrki og javnvág við einum pinni, vil vinstra hond ikki ordiliga akta. Men hann blívur við, inntil hann heldur fast um pinnin við báðum hondum. Og so koyrir hann pinnin spakuliga men snórabeint uppeftir. Fyrst upp til nøsina, síðani heilt upp um høvd og so aftur um ryggin.

Aron er ein blíður og lívligur drongur, og hann setur futt í hini børnini. Hann hugsar ikki nógv um sín veikleika, men hann hevur brúk fyri at styrkja sína spastisku síðu, og Rannvá av Húsabrúgv sigur, at um hetta verður eitt fast føroyskt tilboð, fer hon avgjørt at gera brúk av tí.


Julian

Julian er átta ár og býr í Havn. Hann hevur roynt Petø venjingar fyrr. Fimm ferðir hevur hann verið í Svøríki til uppvenjing. Julian hevur trupulleikar við javnvágini.

Mamman, Finnløg Kjær, sigur, at tey hava øgiliga góðar royndir við Petø.

Julian hevði eisini niðursetta vøddastyrki, men hendan trupulleika hevur hann vunnið á. Nú er bara javnvágin eftir.

- Føroyska venjingin er minst líka góð sum tann svenska. Og seinastu fjúrtan dagarnir hava givið Julian ótrúliga nógv, tí venjingin hevur verið so intensiv. Hann tímir eisini ordiliga væl, tí hann merkir, at tað hjálpir.

Julian situr pinnastillur og lurtar, meðan Anna Maria Antoniussen greiðir frá. Hann ætlar sær ikki at missa nakað av tí, sum gongur fyri seg. Tá hann og Aron fáa serskilda venjing í øðrum rúmi, vilja teir hava mammurnar vekk. Hetta skulu teir klára sjálvir.

Mamma Julian, Finnløg Kjær, heldur, at tað er ein stórur fyrimunur, at venjingin fer fram í føroyskum umvhørvi.

- Tað er skjótt til, at mann fer skeivt av hvørjum øðrum, tá mann ikki heilt skilir hitt málið. Og børnini eru nógv tryggari, tá øll hini tosa sama mál sum tey.


David

Fimm ára gamli David hevur eisini roynt Petø áður, men mamman, Jónmei Jacobsen úr Leirvík, heldur tað vera nógv betri at kunna ganga til venjingar í Føroyum.

- Vit vóru fýra vikur í Svøríki í fjør, og tað gjørdi góðan mun, sigur Jónmei Jacobsen. David, sum er spastikari í beinunum, lærdi millum annað, hvussu hann ikki má sita. Í Føroyum gongur hann til fysioterapeut ein hálvan tíma eina ferð um vikuna og til ríðing eina ferð um vikuna. Men hetta kann ikki samaberast við Petø venjingina, sigur mamman.

- Og tað at vit nú kunnu fáa hesa venjing í Føroyum, ger tað enn betri. David tímur betur, tí hann skilur betur máli. Og tí lærir hann eisini nógva meira.


Karla

Karla úr Runavík er fýra ár og spastisk í aðrari síðuni. Hon er eineggjaður tvíburður, men systur hennara hevur ongar kropsligar trupulleikar. Mamman, Andriása Sínunardóttir, sigur, at Karla ikki fær nakra venjing í gerandisdegnum, men um Petø venjingin var eitt fast tilboð í Føroyum, hevði hon avgjørt gjørt brúk av tí, tí Karla hevur fingið nógv burtur úr hesar báðar vikurnar


Frits

Frits úr Kollafirði er tvey og eitt hálvt ára gamal. Hann hevur ein heilaskaða úr móðurlívi, sum ger at hann dugir ikki at stýra vøddunum

- Hann kann alt, men dugir bara ikki at stýra vøddunum og lærir tí seinni enn onnur, greiðir pápin, Hans Petur Joensen frá. Hann er eisini væl nøgdur við Petø venjingina og hevði ynskt, at hetta var eitt fast tilboð í Føroyum.

- Frits hevur lært ordiliga at grulva og reisir seg nógv meira upp á knøini nú, og so er hann eisini farin at tora nógv meir, sigur pápin.