Uttan fyri Havnina er heilt galið

Nú Føroyar hava fingið sína fyrstu Michelin-stjørnu, er neyðugt, at restin av matstovuvinnuni mennir seg, serliga uttan fyri høvuðsstaðin.

Bent Christensen, redaktørur í den Danske Spiseguide heldur, at vit føroyingar eru ov smædnir, tá tað kemur til at reypa av okkara rávørum. Kanska er tað okkurt, sum liggur í okkara fólkasál, sigur hann.

 

- Tit hava búð avbyrgt frá øllum øðrum her í norðuratlantshavi og etið fisk og seyð av framúr góðsku. Tit eru so von við hetta, at tit halda, at øll onnur eisini hava atgongd til tað sama, men tað hava tey ikki. Als ikki. Tit hava heimsins bestu rávørur í Føroyum. Við teimum rávørunum, sum Føroyar hava, og við góðum og skapandi kokkum, so eru møguleikarnir endaleysir. Longu í 2009 segði eg, at við hesum rávørunum var tað gjørligt at fáa eina Michelin-stjørnu, sigur Bent Christensen.

 

- Nú fer tað væntandi at henda tað sama, sum aðrastaðni, tá matstovur fáa Michelin-stjørnur. Fleiri fólk fara at koma til Føroya fyri at eta á Koks, men tey kunnu ikki øll eta á Koks samstundis og tey kunnu ikki eta á Koks hvønn dag. Tí mugu tey fara aðrastaðni at eta, og hetta fer at smitta av á hinar matstovurnar. Soleiðis er hetta ein win-win støða fyri øll.

 

- Nú er tað tó upp til hinar matstovurnar at traðka til og lyfta sítt støði. Kanska onkrir kokkar skuldu umhugsa at latið nýggjar matstovur upp. Nógv fleiri ferðafólk koma til Føroya orsaka av Koks framyvir, men tey mugu eisini fáa okkurt annað at eta, sigur Bent Christensen.

 

- Vandin er, at hetta gevur bakkast. Um fólk einans hava eina matstovu at eta á, so fer tað orðið at ferðast um í umhvørvinum, og so gevast fók at koma til Føroya. Tað er eitt ov stórt lop frá Koks og niður til næstu matstovurnar, men møguleikarnir eru heilt víst til staðar. Uttan fyri Havnina er jú als einki at finna, sigur hann.

 

Les eina longri samrøðu við hann í Vikuskiftissosialinum. Les eisini um høvuðskokkin á Koks, sum ikki tímdi at ganga í skúla og um eigaran, sum droymdi um eina stjørnu longu fyri 10 árum síðani. Vit hava eisini prátað við føroyskar kokkar um, hvat hetta merkir fyri føroyska matstovuvinnu.