Ættleiðingafelagið skipar fyri fundi fyri ættleiðingarforeldrum og øðrum áhugaðum sunnukvøldið tann 24. oktober. Á fundinum verða tvey evni á skránni.
Tað fyrra evnið er samleiki. Her fer Marianne Wung-Sung, heilsusystur, at greiða frá, hvørjar hugsanir ættleidd børn kunnu gera sær um samleikan. Hetta kann t.d. verða í sambandi við, at barnið byrjar á stovni ella í skúla. Hvat kunnu foreldur og onnur gera, fyri at stuðla menningini hjá barninum?
Tað næsta evnið er heilsa. Barnalæknin Hans Trautner, fer at greiða frá um kanningar fyri at fylgja upp uppá heilsustøðuna hjá barninum. Hann fer eisini at koma inn á spurningin um pubertetin, har fleiri kanningar hava víst, at nógv ættleidd børn koma í kynsbúningaraldur á yngri aldri enn onnur børn.
Fundarfólkið fær høvi at seta spurningar og skifta orð um evnini.
Fundurin verður sunnukvøldið 24. oktober kl. 20 á Pernassinum á Hotel Hafnia.
Málbólkurin eru foreldur at ættleiddum og vaksin ættleidd. Onnur áhugaði eru eisini vælkomin. Áhugað verða biðin um at tekna seg í seinasta lagi mikudagin 20. oktober við at senda ein t-post til adressuna
amp@post.olivant.fo ella at ringa á tlf. 518328 ella 318328. Kostnaðurin er 50 kr. fyri hvønn.
Neyðugt er ikki at verða limur í felagnum frammanundan, men Ættleiðingafelagið vónar, at fleiri vilja tekna seg sum lim ella stuðulslim. Hetta kann gerast við at gjalda á konto í penigastovnunum: 300 kr. fyri familjur, 150 kr. fyri einstaklingar og 100 kr. fyri stuðulslimir. Fleiri upplýsingar um felagið eru at finna á heimasíðuni
www.aettleiding.fo