Conference League: Belarussisk felagslið hava aldrin tapt fyri føroyskum felagsliðum

Í átta dystum er tað bert eydnast at fáa ein javnleik

Tá KÍ í annaðkvøld klokkan 19.45 tekur KÍ móti belarussiska liðnum, Neman á Tórsvølli í triðja undanumfarinum í Conference League, verður talan um níggjunda dystin millum eitt føroyskt lið og eitt belarussiskt lið í einari evropeiskari kapping fyri felagslið.

 

Í teimum undanfarnu átta dystunum er talan um sjey belarussiskar sigrar og ein javnleik.

 

Í 2001 megnaði VB ein flottan 0-0 javnleik á Tórsvølli móti Slavia Mozyr í Champions League undankappingini. VB tapti tó 0-5 á útivølli.

 

Í 2012 tapti Víkingur stórt, 0-4 úti og 0-6 heima, og samanlagt 0-10 fyri FC Gomel. 

 

Í 2016 tapti NSÍ eisini rættiliga stórt samanlagt fyri FC Shakhtyor. Talan gjørdist um 0-2 tap heima, og 0-5 tap úti. 

 

Í 2017 tapti NSÍ rættiliga heiðurliga 0-2 heima og 1-2 úti móti gamla stórliðnum, Dinamo Minsk.

 

KÍ kann sostatt skriva søgu um teir megna at vinna á Neman á Tórsvølli í annaðkvøld. 

 

 

Kelda: FaroeSoccer