hevur nú sagt mær hvussu. Men ikki hvarleiðis tað, ið ikki er. Sum tú? Ikki at vita. Grundin til at ljósið er. So myrkt er myrkrið. Sum er myrkari. Grundin til at ljósið er so myrkt. Er myrkrið sum er myrkari [...] í tað gula landslagið. Hitt hvíta er ikki komið um gátt hjá mær. Men kanska um hundrað ár eru liðin inntil aftur verður heyst. Ævisøgan. Ævisøgan sum er skrivað langt áðrenn sálirnar verða ryktar upp við [...] leitað inn um hevjandi reistur um ævir. Leitar hugur sum í hálvaskýming eftir mennandi skøldum, ið skræða til sín ríkini. Tyrstandi, um sólini vignast at síggjast. Dropar. Drúgt tóktist ljósið at temja lagnuna
Spurningurin er nú, um B36 venjarin fer at gera onkra broyting, nú týdningarmikli miðvallarin Róaldur Jakobsen ikki er á vøllinum. 45) 1-0 44) 1-0 AB koyrir á fyri at javna undan steðginum, nú argjamenn eru [...] Víkingur er nú greitt omaná. 60) 3-0 3-0: Erling Jacobsen Eftir horna er tað miðverjin Erling Jacobsen, sum við høvdinum setur bóltin í málið. Atli Gregersen er farin av vøllinum, og í hansara stað er Jobin [...] komin. 48) 2-0 Víkingur var um reppið at økja um leiðsluna, tá ið Magnus Jarnskor var í góðari støðu. 46) 2-0 HÁLVLEIKUR 45) 2-0 42) 2-0 2-0: Magnus Jarnskor Einki er at siga til, um toftamenn eru vónbrotnir
at tað er ljóst allan sólarringin um summarið. - Eg sovnaði ikki, tí tað var so ljóst, greiðir Xiaobin Zhang frá. - Tað sum er mest hugtakandi við føroyingum er, at øll eru líka uttan mun til, um tú ert [...] síðani vit hava fingið børn, er tað verri at flyta. Skúlaskipanin í Japan er ógvuliga nógv øðrvísi enn her. Har er ógvuliga strangt og har eru reglur fyri alt. Hóast tað er kavi og kuldi, kunnu børnini [...] Heima verður tosað japanskt og føroyskt hvørt um annað, og sum vera man sløðist eitt sindur av kinesiskum uppií. Xiaobin Zhang er einasti kinesarin, sum er fastbúgvandi í Føroyum. Honum dámar væl her, men
eins og hon vitjaði W. AGLOW, sum er altjóða kristiligur kvinnufelagsskapur. Vit høvdu avtalað við Berit Sundet Olsen, sum nú er gift og býr í Leirvik, at vit skuldu tosa um viðurskiftini hjá smágentuni, sum [...] at koma so nær menniskjum, sum vanligt er í hesum yrki. Soleiðis gingu árini til eg var eini 18 ára gomul. Eg visti ikki, um eg var genta ella drongur, ella um eg kynsliga var til mann ella kvinnu. Bert [...] ikki um mína støðu, at eg var fráskild og tað gjørdi, at eingin kundi góðtaka meg. Eg var fryst út, sigur Berit, sum í dag er limur í somu meinigheit, og kennir seg væl har. Áðrenn hon kom so langt, leitaði
?????????? Vit siga ofta at tíðirnar skifta. Í dag er grækarismessa, og sjálvt um messan er gomul og katólsk og er til minnis um ein gamlan páva, er tað ikki so nógv hann, vit feira í dag. Nei, grundin [...] bert okkum boð um ein ljósari dag At nú er brátt summa í hondum. Ikki fyrr enn tað er liviligt hjá øllum, verður rættiligt summar í Føroyum, og ikki fyrr enn tá kunnu vit kalla okkum - um ikki eitt framkomið [...] leikaði á. Um tað passar, skal eg ikki kunna siga. Tað var eisini um hetta mundið, at lond, ríki og fólk fóru at kalla seg tjóðir. Ofta verður sagt, at tað er málið sum skapar eina tjóð, at tað er føroyska
hugsi eg um hvussu hansara dagur fór. Man hann droyma um tað hann upplivdi í dag, ella um sína dagligu gongd heima við hús? Um síl ella laks, sum honum dámar so væl. Kanska droymir hann um tað stóra havið [...] Tað er eitt fýs av landnyrðingi, og tað er ikki sørt at vit feðgarnir eru troyttir. Sonurin og eg eru farnir til skips; hann er 13 ára gamal, hugagóður og spentur og er fyri fyrstu ferð sloppin at uppliva [...] tosa bara um tons og kg. Men tað at dríva fiskivinnu er meir enn bara at fiska. Bert at fiska í dagsins veruleika er ikki nóg ambitiøst; tað skal hagreiðast, flytast, seljast, marknaðarførast. Og um vit ikki
verður um at renna/ganga upp á tað 516 metra høga Støðlafjall og omanaftur. Runnið verður av Gøtueiði, niðan á Støðlafjall og oman á Gøtusand, har málstrikan er. Spenningurin, um hvør varð fyrstu um málstrikuna [...] skránni er eisini røða og í ár var tað Tórbjørn Jacobsen, skipari, á Glyvrum, ið helt røðu. Tórbjørn er kendur røðari og er hálvur gøtumaður og staðkendur, sum tað eisini skilst av røðuni, ið er prentað [...] var vítt til veggja og høgt til loftið. Nógv er broytt síðani, - heldur til tað verra. Nú frættist at gøtumenn illani fáa gingið í sama halgidómi. Orsøkin er fremmandur kirkjuovasti, ið hevur biðið fyri
síðani í usbekiska býnum Tashkent, har Nikolaos var borin í heim. Mamma hansara er russisk, meðan pápi hansara er grikki, og tað er tí, at navnið hjá honum hevur ein so vælkendan grikskan klang. Fyrsta violinin [...] heimavølli og kring um í Europa. Nikolaos spældi bratsj, og tá ivamál stingur seg upp um munin millum violin og bratsj, tekur hann eina bratsj fram, sum hann sjálvur hevur gjørt, og sum hann er sjónliga stoltur [...] taskuni, og so greiðir hann frá um sentimetrar, tilfar og streingir. Violin og bratsj líkjast nógv, fyri deyðilig fólk er bara støddin á muni, men Nikolaos greiðir frá, at tað er munur á at spæla á violin og
Hetta er tó eingin alarmerandi upphædd, tá hetta eisini er í absolutt betra endanum. Gongdin heldur tó fram í 2008. Tá er úrslitið í hesum bólkinum minkað niður í 825 milliónir krónur. Fallið er tó ikki [...] lítið uppá, at nøgdin av toski er komin niður í helvtina av tí, sum verður roknað sum eitt miðalár við toski – svarandi til okkurt um 25.000 tons. Nøgdin av toski, sum er útflutt hevur eisini verið skjótt [...] milliónir í 2006 og 184 milliónir í 2007. Men eftir bert tveimum árum er henda upphæddin fallin niður aftur í 30,6 milliónir krónur. Tá talan er um virðisøking av svartkjafti, sæst at føroyingar ikki hava megnað
skuldina; nóg mikið er at vera keddur um". Nú´ið og ævinleikin Møllehave vísir á, at fyri hann hevur trúgvin høvuðstýdningin í nú´inum, meðan æviga dimensiónin eftir deyðan ikki er eins viðkomandi. - Eg [...] rósa er øðrvísi enn ein tornarunnur, sólskin er øðrvísi enn torusláttur, ljós er øðrvísi enn myrkur o.s.fr. - Súmbolski týdningurin í hesum er, at t.d hevur ljósið vunnið á myrkrinum, og tá ljósið sleppur [...] leingi niður í avgrundina, er tað avgrundin, sum hyggur upp móti tær". Boðskapurin í hesum er, at um eitt menniskja fokuserar ov nógv uppá lívsins hóttanir og trupulleikar, er skjótt at missa tamarhaldið