Theodor E. D. Olsen
??????????
Vit siga ofta at tíðirnar skifta.
Í dag er grækarismessa, og sjálvt um messan er gomul og katólsk og er til minnis um ein gamlan páva, er tað ikki so nógv hann, vit feira í dag.
Nei, grundin til at vit føroyingar halda grækarismessu er tann, at hetta sigst at vera dagurin, tá tjaldrið vendir nevinum aftur ímóti í Føroyum eftir at hava verið burtur allan veturin. Tjaldrið, sum í Fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Pálli altíð setti seg upp ímóti teimum stóru og hjálpti teimum smærru.
Men hetta at eiga ein tjóðfugl eru føroyingar ikki einsamallir um.
T.d. hevur havørnin við tí hvíta hálsinum verið tjóðfuglur hjá USA líka síðani 1782, og 1960 avgjørdi danska kenslumálaráðið, at lerkurin (ella sanglerkurin) skuldi vera danskur tjóðfuglur.
Men hetta broyttist í 1984, eftir at sjónvarpssendingin "Dus med dyrene" hjá Poul Thomsen hevði skipað fyri eini atkvøðugreiðslu millum hyggjararnar. Tá var tað Knopsvanurin, sum vann og yvirtók plássið hjá lerkinum sum danskur tjóðfuglur.
Føroyingar hava altso skift týdningin í eini gamlari katólskari messu út, so at vit heldur fagna einum flytifugli enn einum katólskum halgimenni, og danir hava skift ein lítlan tjóðfugl út við ein, sum er munandi størri í vavi.
Soleiðis kunnu tíðirnar skifta, og soleiðis kunnu symbolini eisini skifta.
Tí vit kunnu ikki koma uttanum, at alt hetta við merkisdøgum, sum t.d. flaggdegi, grækaris-messu, altjóða kvinnudegi, mammudegi ella valentinsdegi eru súmbol, sum koma og fara, og sum enntá kunnu skifta týdning, líkasum grækarismessan hevur gjørt tað hjá okkum føroyingum.
Fari eg ikki heilt skeivur, so var tað fyrsta grækarismessuhaldið í Føroyum, har man feiraði tjaldrið, hildið í 1943, og ein av forsprákarunum til hetta haldið var Sverre Patursson, sum var sera áhugaður í fuglum. T.d. var tað hann sum skrivaði bókina "Fuglar og fólk" har m.a. tann kenda stuttsøgan um tann minni menta Ábal, er at finna, og sum kanska fleiri hava lisið í skúlanum.
Hetta var altso í 1943, meðan Føroyar enn vóru eitt danskt amt, men hetta var eisini mitt undir seinna heimsbardaga, tá m.a. eitt minubelti kvetti alt samband millum Danmark og Føroyar, og føroyingar royndu sum frægast at stýra Føroyum saman við einum donskum amtmanni og tí bretska hersetingarvaldinum. Tað var eisini í hesum tíðarskeiði, at føroyingar sluppu at brúka sítt egna flagg, Merkið, men áðrenn tað hevði tjaldrið onkuntíð verið avmyndað á onkrum flaggi og verið brúkt sum tjóðarmerki.
Hví hava flytifugl sum tjóðfugl?
Men hví skulu vit so blíva við at dyrka tjaldrið sum tjóðarsymbol og minna børn og vaksin á at henta lesull í haganum, so at júst tjaldrið ikki fær ullina sum haft um beinini?
Eg meini, Fuglakvæðið hjá Nólsoyar Pálli kann næsta ár halda sítt tveyhundrað ára jubileum, so gamalt er tað, og tiltakið hjá Sverra Patursson við grækarismessuhaldinum er jú sum sagt eisini ein rættiliga gamal siður.
Skulu vit ikki bara gera, sum danir gjørdu í 1984: Heita á sjónvarpið um at útskriva eina uppskotskapping um at finna nýggjan tjóðfugl - eg meini so við, vit kunnu jú velja staran, svanarnar í plantaguni í Havn, ella onkran annan fugl, sum vit hava hjá okkum alt árið??
Ella sagt upp á ein annan máta: Hví skal ein flytifuglur vera tjóðfuglur í Føroyum?
Sum nevnt, tíðirnar skifta og hóast Fuglakvæðið fyri nøkrum árum síðani bleiv moderniserað til eina rokkútgávu av guitaristinum hjá danska bólkinum Gnags, og vit á veitslum javnan tríva í regluna hjá kára p. "hví hjálpir oss nú eingin nólsoyar páll", so eru Føroyar tíbetur ikki longur eitt danskt amt, og tí skerst ikki burtur, at tað líkasum tá Nólsoyar Páll livdi, er neyðugt, at vit leita okkum út í verðina fyri at hyggja okkum um, at útbúgva okkum, ja, fyri at vita, hendir úti í verðini.
Tað kenna tey flestu av okkum útisetum, sum eru komin saman her í dag, týdningin av, og á ein hátt eru vit í júst somu støðu sum tjaldrið: Vit eru øll flytifuglar, sum hava búsett okkum uttanlands eitt ávíst tíðarskeið!
Nøkur ætla kanska ongantíð at fara heimaftur, meðan onnur hava avgjørt at seta ávíst áramál av lívinum av til at búgva í einum øðrum landi fyri at útbúgva seg og fáa royndir og síðani flyta aftur til Føroya.
Tað er nevniliga alneyðugt fyri eina lítla tjóð sum Føroyar at kunna seg um, hvat hendir úti í víðu verð og halda sambandið við tey ymsu rákini úti í heimi við líka. At fáa frísk lot at reka yvir Føroyar við fræum úr útlendskari mold, tí tað verður tann heimligi urtagarðurin ikki fátækari av.
Ì so máta kann man ikki siga at tíðirnar skifta, tí tað hevur altíð verið neyðugt at havt samband við útheimin - í dag eitur tað bara við einum fínum orði fínum orði globalisering, men tað ger tað ikki minni neyðugt.
Fronsk kollvelting og føroyskur tjóðskapur
Hyggja vit eftir hvat tjaldrið hevur at siga okkum søguliga, so er tað eitt úrslit av tjóðskaparrørsluni fyri meira enn hundrað árum síðani, sum aftur er eitt úrslit av europeisku upplýsingartíðini og fronsku kollveltingini eini hundrað ár frammanundan.
Tað var nevniliga undir tí fronsku kollveltingini í 1789 at stættarstríðið rættiliga kulmineraði og fæloysingarnir bókstaviliga kappaðu høvdið av aðalinum og autoritetunum. Onkur hevur enntá pástaðið at Nólsoyar Páll sjálvur var við á barrikadunum í París, tá harðast leikaði á. Um tað passar, skal eg ikki kunna siga.
Tað var eisini um hetta mundið, at lond, ríki og fólk fóru at kalla seg tjóðir.
Ofta verður sagt, at tað er málið sum skapar eina tjóð, at tað er føroyska málið, sum ger okkum til eina tjóð. Men hetta kann nokk diskuterast.
Hyggja vit eftir londum sum t.d. Sveis ella londunum í Suðuramerika, kunnu vit staðfesta, at tað saktans ber til at tosa um eina tjóð, har fýra mál verða tosað - sum í Sveis - ella ein heimspart sum Suðuramerika, har øll londini føla seg sum hvør sína tjóð, men tosa so at siga øll sama mál, nevniliga spanskt.
Tað at vera ein tjóð er nevniliga eisini ein spurningur um vilja, og hóast føroyingar eru tiltiknir fyri at vera ósamdir, so man fáur ivast í, at føroyingar vilja vera ein tjóð. Ikki minst dagar sum hendan, á grækarismessu, líkasum vit síggja tað markerað á flaggdagi og á ólavsøku.
Um so Føroyar eru eitt land er so ein annar spurningur, tá vit enn tann dag í dag á t.d. norðurlandaráðsfundum verða kallað eitt sjálvstýrandi øki og í donsku heimastýrislógini verða kallað "et selvstyrende folkesamfund". Men tað er so ein onnur søga.
Arbeiða fyri at liva í Føroyum
Men hvat kunnu vit so brúka dagar sum grækarismessuna til, kunnu vit spyrja?
Jú, tað eru dagar sum í dag, vit kunnu steðga á og spyrja okkum sjálvi, hvat vit vilja við Føroyum, tí hóast slíkir merksidagar skulu savna tjóðina, so skifta tíðirnar!
Tjøldrini ferðast altíð á nýggjum og frískum vindum, tá tey endiliga koma aftur til Føroya og seta seg eftir eina drúgva flogferð. Hóast tey trúliga vitja aftur ár undan ári, so hava tey altíð sæð okkurt nýtt á ferðini. Okkurt sum á ein ella annan hátt hevur broytt tey og sum kanska fer at ávirka tey, ta tíðina tey ómaka sær at steðga á í Føroyum.
Óli Samró varð í einum blaði herfyri endurgivin fyri at siga, at heimurin saktans kann vera 48.000 føroyingar og nøkur tons av upsa fyri uttan, men føroyingar kunnu ikki vera heimin fyri uttan. Tað er altso ikki ein sjálvfylgja, at fólk - og ikki bara tjøldur og aðrir fuglar - búgva í Føroyum.
Vit kunnu eisini snara hesum sjónarmiðnum til eina staðfesting og taka undir við Eyðuni Andreassen, tá hann í nýggju bókini hjá Una Arge, "Komin er nú onnur øld", verður endurgivin fyri at siga:
"Vit liva ikki fyri at fiska og arbeiða. Vit fiska og arbeiða fyri at liva".
Við hetta meinti hann, at nú vit eru komin so mikið langt materielt, at eingin fer svangur í song longur, so skal meira til enn bara matur til at gera fólk nøgd. Fólk skulu trívast í Føroyum. Ella sum Heðin Brú sigst at hava sagt, so býr eingin í Føroyum av praktiskum orsøkum, og tí mugu vit ongantíð halda tað vera eina sjálvfylgju at fólk búgva í Føroyum.
Tað vita helst vit best, sum vóru tannáringar í 90?unum, tá kreppan leikaði harðast á, og vit sóu javnaldrar í teimum mest viðkvomu ungdómsárunum flyta úr Føroyum saman við foreldrunum. Nógv av hesum búgva enn í Danmark og flyta aldrin aftur til Føroya, hóast tíðirnar eru batnaðar.
Men tað er kanska her at tjøldrini koma inn í myndina.
Skulu fólk nevniliga tíma at búgva í Føroyum, krevst at Føroyar eru eitt opið og attraktivt samfelag, har fólk hava hug at vitja og at búgva, og at fólk hava nøkur mentunarlig og vinnulig tilboð at fara til.
Intoleransa er sum lesull
Men eisini her eru tíðirnar kanska við at skifta.
Tí hóast okkum dámar væl at reypa um okkara mentan og ikki spyrja um, men heldur nær tann fyrsti føroyski tónleikabólkurin fer at leggja Amerika fyri sínar føtur, so krevst eisini eitt ávíst tolsemi og víðskygni, um mentan, trivnaður og nýhugsan skulu festa røtur í Føroyum. Um fræini, sum koma við vindinum uttanífrá, skulu festa seg í føroysku moldini.
Tí var tað ikki júst flytifuglurin tjaldrið, sum bardist ímóti ravnunum og vardi smáfuglin? Í Føroyum kláraði smáfuglurin nevniliga ikki sjálvur at kappa høvdið av autoritetunum, og tí mátti hann hava flytifuglin tjaldrið at hjálpa sær.
Men hyggja vit í føroysk bløð í dag, sær tað út til, at tað er blivið ógvuliga vanligt at leggjast á smáfuglin í samfelagnum, nevniliga minnilutarnar í Føroyum, sum als ikki hava rættindi sum eru púra vanlig og viðurkend t.d. her í Danmark.
Í Føroyum er tað nevniliga sera lætt antin við dulnevndum lesarabrøvum ella við einum fundamentalistiskum kristindómi - ið ofta tosar meira um persónliga frelsu enn næstrakærleika - at koma framat og leggja eftir øðrvísi hugsandi og køva alt sum eitur tolsemi.
Hendan intoleransan kann tá - eins og lesull um fuglabein - rekast upp í alt føroyskt kjak, og kann vera sera torfør at koma seg burtur úr aftur.
Og tá er tað líkamikið um tú ert samkyndur, fráskyldur prestur, formaður í búskaparráðnum ella okkurt heilt annað.
Ja, enntá politikarar kunnu finna upp á at siga, at hetta er ov galið, men sjálvi leggja tey ikki uppskot fram um at broyta hetta. Men tað kann eisini vera so galið, at minnilutar sjálvir gerast skjótiskivur hjá politikarum og risikera at verða kallaðir landasvíkjarar.
Og her hugsi eg eg sjálvandi aftur um fyrrverandi formannin í búskaparráðnum, sum í fjør bleiv hartaður í fleiri vikur, av tí almenna áganginum.
Hvør fuglur má sleppa at syngja við sínum nevi, tí sum Jørn Astrup Hansen tók til, tá ágangurin frá politakarunum ímóti einum av hesum fáu embætisfólkunum, sum tók lut í orðaskftinum, bleiv alt ov harður:
"Drepur tú ein sangfugl, fer kórið at ljóða falskt!"
Sagt av einum bankastjóra, sum eins og tjaldrið hevur roynt sítt flog aðrastaðni, áðrenn hann lendi í Føroyum, og kom sum eitt frískt lot inn í ta føroysku kjakmentanina.
Tí sjálvt um tað kann vera skjótt at missa pippið, tá hvør fuglur syngur við sínum nevi, so hava vit hava nevniliga øll skyldu til eins og tjaldrið ikki at vera nalvaskoðandi og heimføðislig, men heldur at verja smáfuglin í samfelagnum, hvørs veingir eru lættari at skerja, enn hjá teimum stóru fuglunum.
Lat okkum øll tí minnast til tað næstu ferð vit eins og flyti-fuglarnir venda nevinum aftur ímóti Føroyum: At hugsa um minnilutarnar, og gera tað hugaligari hjá teimum og sostatt okkum øllum at búgva í Føroy-um. Ikki fyrr enn tá kunnu vit av røttum syngja fyrsta ørindi av tjaldurssanginum hjá Jákupi Dahl:
Tjaldur ver vælkomið til
okkum heim,
Frá ókendum fjarskotnum
londum!
Tú bert okkum boð um ein
ljósari dag
At nú er brátt summa
í hondum.
Ikki fyrr enn tað er liviligt hjá øllum, verður rættiligt summar í Føroyum, og ikki fyrr enn tá kunnu vit kalla okkum - um ikki eitt framkomið land - so eina framkomna tjóð.
Takk fyri!