Viðrar, skipar Gøtu Menningarfelag, fríggjadagin hin 25. juni, fyri hini vælumtóktu hugnaløtuni við stórum báli og nógvum øðrum spennandi tiltøkum á sandinum í Syðrugøtu.
Byrjað verður kl. 17, við at børn sleppa at sita á rossabaki (ponyríðing). Tey, ið hava betri hug til okkurt annað, kunnu t.d. íðka strandarbólt (beachball).
Kl. 18 verður nýggjur táttur á skránni, ið nevndur verður Fjallarenning. Hetta er kapping at renna/ganga niðan á Støðlafjall og omanaftur upp á tíð. Tríggir teir skjótastu luttakararnir fáa steyp til ognar, og vinnarin fær eisini stórt og vakurt ferðasteyp. Byrjað verður á Gøtueiði, og málstrikan er á sjálvum sandinum í Syðrugøtu. Tilmelding tlf. 441484.
Eisini verður Kondibingo, Fiskibrunnur og Køkutombola.
Uml. kl. 19.30 fara ung, konur og menn úr Norðragøtu og Syðrugøtu at toga tog móti hvørjum øðrum. Kappast verður um stór ferðasteyp.
Kl. 20 verður køkuuppboðssøla, har góðar, vælsmakkandi kakur kunnu fáast fyri bíligan penga (10 kr.)
Síðani verður ymiskt skemt á skránni í ein góðan hálvan tíma.
Ongum nýtist heldur at ganga svangur á sandinum, tí umframt pylsur og djús, verður eisini kaffi og køka at fáa.
Uml. kl. 21 fer felagskórið Gøta/Leirvík at syngja og Jógvan Gregersen, bygdaráðsformaður í Gøtu, fer at halda røðu.
Síðani verður kynt í tað stóra bálið á sandinum, og tá verður eisini felassangur. Heitt verður í hesum sambandi á fólk um at hava grønu sangbók við.
Uml. kl. 22 fer Eivør Pállsdóttir at syngja nakrar sangir.
Á midnátt verður túnadansur í skúlagarðinum, har fleiri tónleikabólkar fara at luttaka. Tað er nýstovnaða tónleikafelagið GRÓT, ið stendur fyri hesum táttinum. Bólkarnir eru: Flux, Clickhaze og Eitt sindur Pling. Opið verður í Menningarfelagnum, meðan dansurin er.
Gøtu Menningarfelag væntar, at tað fara at koma eins nógv fólk sum undanfarin ár, tí hetta tiltakið er vorðið ein fastur táttur í summarhugnanum hjá smáum og stórum eysturoyingum og eisini nógvum fólkum aðrastaðni frá.
Óneyðugt er helst at nevna, at tað sjálvandi er ókeypis at koma á Gøtusand fríggjadagin.