Tá dóttir Johannes Møllehave 14 ára aldri varð fermd, ognaði faðirin henni eina vegleiðingsbók, og spurdur, hvørji ráð hann hevur til unga ættarliðið, er svarið ítøkiligt, men tó sera opið.
Veruleikin endurspeglaður í súmbolum
- Mín boðskapur til unga ættarliðið er at duga at tulka og skilja tilveruna í súmbolum. Eitt vegaskelti er eitt súmbol, og um tú ikki skilir súmbolið, finnur tú ikki vegin hagar, tú skalt. Á sama hátt er tilveran bygt upp av súmbolum, sum hava ein djúpan og læruríkan týdning, vísir Møllehave á. Hann sigur, at ein rósa er øðrvísi enn ein tornarunnur, sólskin er øðrvísi enn torusláttur, ljós er øðrvísi enn myrkur o.s.fr.
- Súmbolski týdningurin í hesum er, at t.d hevur ljósið vunnið á myrkrinum, og tá ljósið sleppur framat, má myrkrið víkja. Tað er týdningarmikið fyri ungdómin at skilja tilverunnar veruleikar endurspeglaðar í t.d. náttúruni. Á henda hátt er møguligt at fáa eyga á tað uppbyggjandi og sigrandi í tilveruni.
Møllehave siterar enn einaferð týska heimsspekingin Friedrich Nietzsche, sum sigur, at "hyggur tú nóg leingi niður í avgrundina, er tað avgrundin, sum hyggur upp móti tær". Boðskapurin í hesum er, at um eitt menniskja fokuserar ov nógv uppá lívsins hóttanir og trupulleikar, er skjótt at missa tamarhaldið og fótafestið og lata seg stýra.
- Ung gera ofta júst hetta mistak at lata avgrundina hyggja at sær og hótta seg, í staðin fyri at tey hyggja at avgrundini og eisini duga at hyggja burtur aftur, er sorgblíða niðurstøða prestsins.
Møllehave heldur á og sigur, at til eitt og hvørt hugtak og fyribrigdi tilverunnar finst altíð ein mótsøgn, og tað eru altíð tvær ella fleiri síður av somu søk. Á henda hátt er altíð møguligt at finna tað vakra, uppbyggjandi og mennandi í øllum viðurskiftum.
- Hetta er júst tað, dialektikkur er um, nevniliga at vísa á "den ene side og den anden side". Ótti kann í sjálvum sær vera niðurbrótandi, men verður hann nýtttur rætt, kann hann elva til nakað gott, og soleiðis er altíð ein onnur síða av tí, vit vanliga síggja sum negativt.
Samanbrot av stóru frásøgnunum - tvætl
Ein av virknastu og navnframastu nútíðar heimsspekingunum er samfelagsheimsspekingurin Jean Francois Lyotard, og umboðar hann eitt nihilistiskt rák. Hann vísir á, at stóru politisku og átrúnaðarligu hugsjónirnar og uppfatanirnar hava ár 2003 spælt fallit, at avtraditionaliseringin og upploysingartendensirnir av álvara hava vunnið á øllum siðbundnum uppfatanum, og at lívsins svar blæsa í vindinum. At dominerandi átrúnaðarligu og politisku frásagnirnar ikki longur eru galdandi, er Møllehave ikki samdur í.
- Tað, Lyotard og aðrir føra fram, hevur eftir mínum tykki einki við veruleikan at gera. Tað er reint tvætl, at grundleggjandi lívsáskoðanir menniskjans eru horvnar. Jesu líknilsi, Homer, ævintýrini, politisku hugsjónirnar o.s.fr. fara altíð at vera ávirkandi meistaraverk í heimssøguni, júst tí tey umtala grundleggjandi viðurskifti, sum ongantíð fara av móta.
Dagsins prestur í avskeplaðum leikluti
Johannes Møllehave varð útbúgvin gudfrøðingur á Københavns Universiteti í 1963, og sama árið fór hann undir lívsstarvið sum prestur. Spurdur, hvussu uppgávan sum prestur er broytt gjøgnum tíðirnar, er Møllehave avgjørdur.
- Tað hava heilt avgjørt verið broytingar, men tíverri ikki til tað betra. Í dag er ein prestur ofta bert ein vánaligur sálarfrøðingur, tí uppgávur verður lagdar á hann, sum hann als ikki er útbúgvin til. Ein prestur skal eftir mínum tykki ikki royna at spæla sálarfrøðingur.
Harafturímóti vísir Møllehave á, at ein góður prestur er m.a. ein, sum tekur sær stundir at lesa og fara í dýpdirnar á átrúnaðarliga og gudfrøðiliga økinum við granskan í einrúmi. Gongdin í Danmark hevur avskeplað leiklut prestsins, har hann skal renna aftur og fram frá einum tiltaki til annað.
- Prestsins uppgáva er at taka sær stundir til at hugsa um tað, øll onnur hava gloymt, og skal hetta málið náast, er neyðugt við nógvari tíð í granskan. Við hesum vísir Møllehave á tveir lyklasetningar, nevniliga "presturin mótvegis tíðini", og "tíðin mótvegis prestinum". Í hesum spenningi skal presturin stýra tíðini og ikki øvugt. Ikki tí hann hevur heitið sum prestur, men tí hann hevur ein boðskap at bera.
Tíðarandin drepur menniskjað
Møllehave vil hava Guds boðbera at vera eina mótsøgn til títtleika og strongd tíðarandans, og júst tann strongd, tann skundur og tað trýst, nútíðarmenniskjað livir í, er sambært honum ein vanlagna, sum til seinast ger av við fólk.
Við hesum orðum er týðiligt, at maðurin yvir av mær gerst rørdur av tí sannleika, at æviga kapprenningin við tíðina hevur ført til ein gerandisdag eyðkendan av strongd, uttan at vit geva okkum far um veruligu tørvir okkara, sum eru at finna í menniskjaligu, sosialu og andaligu relatiónunum.
- Vit náa ikki hvønn annan longur í innanhýsis samskifti okkara, tí vit lata okkum stýra av stressinum kring okkum.
Heldur spurnartekin við menniskjanum enn Gudi
Málið ovast á breddanum í Danmark er í løtuni um ein prest (Grosbøl), sum skrivliga hevur sáað ivað um Guds eksistens. 15% av donsku prestunum halda ikki, at hann skal fara frá.
- Hann hevur sett sera viðkomandi og áhugaverdar spurningar, men sum prestur er ikki rætt at úttala seg sum Grosbøl. Tìskil átti maðurin at skift arbeiði, tí hesin tendensur er als ikki nakað, kirkjan skal umboða, sigur ein bersøgin Møllehave.
Viðvíkjandi spurninginum um Guds eksistens heldur Møllehave, at viðkomandi prestur og menniskjan sum heild heldur skuldi sett spurnartekin við seg sjálva og egnan eksistens, sum er nógv ótryggari og ókendari.
- Tað er láturligt, at ein prestur situr í Farum og sigur "halló, eg eiti Grosbøl, eg búgvi í Farum og trúgvi ikki á Gud, kom og vitja kirkju mína"!
H.C Andersen, Shakespeare og Dostojevskij
Í samrøðuni í gjár nevndi Møllehave Kierkegaard og Grundtvig, sum á gudfrøðiliga økinum hava havt stóran týdning fyri hann. Men umframt hesar báðar vísir Møllehave á tveir aðrar stórar rithøvundar, sum hava givið honum ómetaligan íblástur.
- Umframt áðurnevndu gudfrøðingar eru Shakespeare og H.C Andersen fantastiskir. Tað áhugaverda við Shakespeare er m.a. afturvendandi aspektið við fyrigeving og sigri tess á tí ónda.
Møllehave hevur verið nógv upptikin av verkinum "Richard tann triði" hjá Shakespeare. Innihaldið er um óndskapin hjá einum einaræðisharra, har fólk verða hópdripin, førd handan ljósið o.s.fr.
- Men fyrr ella seinni dettur óndskapurin sundur, tí hann hevur ongantíð seinasta orðið og megnar ikki at føra tað góða og sannleikan handan ljósið, og hetta vísir Shakespeare á.
Saman við Shakespeare vísir Møllehave á H.C Andersen sum ein meistara, tí teir seta nevniliga grundleggjandi virðini og spurningarnir undir sjóneyku, og tískil er list teirra ævigt galdandi.
- Saman við Dostojevskij hava fáir verið so djúpt í sálarlívi menniskjans. Nógv djúpari enn nakar Freud og Jung, heldur Møllehave fyri við einum dámi av speisemi.
Hjartaskurðviðgerð eingin skelkur
Fyri fáum árum síðani fekk Johannes Møllehave eina hjartaskurðviðgerð, men beint ímóti einum væntandi traditionellum svari var Møllehave ikki fyri nøkrum kollveltandi broytingum í persónliga lívi sínum.
- Sum lækni, sjúkrasystir, prestur og líknandi arbeiðum verður tú støðugt konfronteraður við deyðan, og tískil var talan ikki um nakra broyting, tá eg gjørdist sjúkur. Eg hevði verið býttur, um eg ikki fyrrenn tá raknaði við av spurninginum, um eg kundi doyggja, og tískil síggi eg skurðviðgerðina sum eina av mongum hendingum í lívi mínum.
Kollveltandi umhvørvið í fongslunum
Harafturímóti hava royndir Møllehave sum fongsulsprestur verið sera ávirkandi og mennandi fyri hann.
- Eg kom frá einum sera tryggum umhvørvi, og á universitetinum var talan eisini um ein sera tryggan gerandisdag. Tískil var tað kollveltandi at møta teimum mannalagnum, eg hevði við at gera í fongslunum. Viðurskifti, eg ikki trúði eksisteraðu, stóð eg knappliga andlit til andlits við, og í hesum høpi var russiska skaldið Fjodor Dostojevskij ein sera góð hjálp, sum sjálvur sat fangi í Sibiria í 10 ár.
Møllehave sigur, at við at lesa bøkur Dostojevskij skilti hann betri umhvørvið handan rimarnar í fangaskapi, tí Dostojevskij eisini nam við tað djúpasta í sálarlívi menniskjans.
Paniskir tendensir
Við enthusiastiska og ferðmikla prátingarlagnum vísir Johannes Møllehave støðugt eina eyðkenda innliving í evnið, prátað verður um, og júst hetta er eitt eyðkenni hjá danska prestinum.
- Inn í millum síggi eg meg sjálvan sum paniskan, og tað kann gerast strævið hjá medmenniskjum mínum, tá eg havi slíkan eginleika. Men hinvegin er júst hetta ein partur av stuttleika og njóting míni, sigur Møllehave, sum sigur seg ikki kenna til fullkomna hvílu og frið, tí soleiðis er sinnalag hansara ikki innrættað.
- Eg kenni meg støðugt at vera í dysti og á slagmarkini, og at liva eitt lív uttan hesa kenslu hevði eg ikki hildið út, viðurkennir Møllehave. Hann leggur flennandi afturat, at so kann onkur sálarfrøðingur gjarna innleggja hann, um tað fer ov langt.
Humor - eitt bíbilskt grundfyribrigdi
Tey, sum hava lisið, sæð ella hoyrt Johannes Møllehave, hava óivað lagt til merkis skemtingarsomu setningar hansara, har hann í sjálvt álvarsamastu samtalum altíð hevur rúm fyri humori.
- Humor er eitt grundfyribrigdi, og úr humori kemur kærleiki og felagsskapur til sjóndar. Humorur umboðar eina kærleiksfulla menniskjafatan. Umframt á sálarliga økinum er humor sera uppbyggjandi fyri likamið.
Humor er sambært Møllehave eisini eitt bíbilskt fyribrigdi.
- Jesu líknilsi eru sera eyðkend av humori, og Jesus nýtti hetta amboð at fanga áhuga lurtarans. Hugsa tær t.d. komisku hendingina um persónin við einum heilum bjálka í eyga sínum, sum avgjørt hevur verið stuttlig umframt at hava ein djúpan týdning.
Møllehave heldur fram við dømum úr Bíbliuni og spyr, hvat hendi, tá burturvilsti sonurin kom heim.
- Tá fór faðirin at gera til reiðar eina stóra veitslu, tí tá skuldi humor og stuttleikin í hásætið.
Møllehave hevur eisini mangan gjørt sær dælt av evnum sínum at spæla við orðum og fanga nuansurnar í orðum. Hann vísir á, at í Danmark hevur hetta verið ein traditión, og beinraki dømi um hetta er rithøvundurin og orðasnillingurin Benny Andersen.
- Tað eru ikki vit, sum uppfinna málið, men málið strukturerar veruleikan og hjálpir okkum at seta heiti á veruleikan. Fleiri málkønir serfrøðingar hava uppdagað, at jú meiri ein arbeiðir við málinum, jú fleiri gerast møguleikarnir, og jú størri málsligur ríkdómur kemur til sjóndar.
Møllehave dugir so at siga allar setningarnar uttanat hjá danska teknaranum Storm P, og ein av bestu setningum hansara ljóðar sambært Møllehave soleiðis: "Ert tú glaður, hevur tú sjálvur skuldina; nóg mikið er at vera keddur um".
Nú´ið og ævinleikin
Møllehave vísir á, at fyri hann hevur trúgvin høvuðstýdningin í nú´inum, meðan æviga dimensiónin eftir deyðan ikki er eins viðkomandi.
- Eg havi higartil bert roynt at liva í nú´inum, og tískil kann eg ikki siga so nógv um ævinleikan. Mín trúgv hevur virði í hesi løtu, men sjálvsagt er tíðarleysi ævinleikin ein partur av kristindóminum. Møllehave vísir í hesum sambandi á bønina Faðir Vár.
- Gev okkum í dag okkara dagliga breyð vísir á eitt gerandisligt, her-og-nú ynski, men beint eftir hetta koma ævigu virðini til sjóndar við bønini um at fyrigeva okkum syndir okkara. Ævigu og tímiligu virðini fylgjast støðugt, hóast vit bert kunnu luta egnar royndir um tað tímiliga nú´ið.
Møllehave heldur í hesum høpi ein boðskap kristindómsins júst vera at gera tað æviga tímiligt og tað tímiliga ævigt. Einsamøll eru tímiligu virðini ikki nøktandi, tí mannasálin tørvar nakað ævigt.
- Augustin segði, at "hjarta títt er óróligt, til tú finnur Gud", og í hesum setningi er ein óbroytandi sannleiki, har vit leiðast í tí tímiliga fram ímóti tí æviga.
Møllehave endar við hesum orðunum, at trúgvin er essensurin í eksistensinum, og at vit við at koma at kenna tey ævigu virðini í tímiliga lívi okkara kunnu uppliva meining, innihald og endamál.
Samrøðan við navnframa danska prestin, Johannes Møllehave, tykist vera at enda komin, og abbadóttirin, sum tolin hevur sitið við lið okkara gjøgnum samrøðuna, fær eitt klemm frá abba sínum fyri tolmóð sítt.
- Nei nei, hetta eri eg von við, tá man ferðast við abba, sigur hon smílandi, og tað er uttan iva nakað um tað.... Johannes Møllehave hevur nevniliga ein persónsmensku, sum á ein ella annan hátt bergtekur og fangar fólk!
Útvald sitat:
- Mín boðskapur til unga ættarliðið er at tulka og skilja tilveruna í súmbolum. Eitt vegaskelti er eitt súmbol, og um tú ikki skilir súmbolið, finnur tú ikki vegin hagar, tú skalt. Á sama hátt er tilveran bygt upp av súmbolum, sum hava ein djúpan og læruríkan týdning
- Jesu líknilsi, Homer, ævintýrini, politisku hugsjónirnar o.s.fr. fara altíð at vera ávirkandi meistaraverk í heimssøguni, júst tí tey umtala grundleggjandi viðurskifti, sum ongantíð fara av móta
- Prestsins uppgáva er at taka sær stundir til at hugsa um tað, øll onnur hava gloymt, og skal hetta málið náast, er neyðugt við nógvari tíð í granskan.
- Men fyrr ella seinni dettur óndskapurin sundur, tí hann hevur ongantíð seinasta orðið og megnar ikki at føra tað góða og sannleikan handan ljósið.
- Augustin segði, at "hjarta títt er óróligt, til tú finnur Gud", og í hesum setningi er ein óbroytandi sannleiki, har vit leiðast í tí tímiliga fram ímóti tí æviga.
Myndatekstir:
- Í dag er ein prestur ofta bert ein vánaligur sálarfrøðingur, tí uppgávur verður lagdar á hann, sum hann als ikki er útbúgvin til. Ein prestur skal eftir mínum tykki ikki royna at spæla sálarfrøðingur, sigur Johannes Møllehave
- Augustin segði, at "hjarta títt er óróligt, til tú finnur Gud", og í hesum setningi er ein óbroytandi sannleiki, har vit leiðast í tí tímiliga fram ímóti tí æviga, slær ein hugsunarsamur Johannes Møllehave fast
Fakta:
Johannes Møllehave er føddur í 1937 í Keypmannahavn
Útbúgvin gudfrøðingur (cand. theol.) í 1963 á Københavns Universitet
Hevur starvast sum prestur síðani 1963
Skrivað og útgivið prædikur, fyrilestrar, skemtileikir, barnabøkur, skaldsøgur, sjálvbiografi, vísur o.a.
Luttikið í sjónvarps- og útvarpssendingum
Búsitandi í dag í London