Heyst. Har hongur eitt leyvblað á hasum trænum har yviri, og eg havi hug at fara hagar at taka tað har hongur tað, og eg havi ikki tikið tað enn, men kanska skal vindurin taka tað heldur.
Byrjan. Upphavið at øllum vísdómi er ikki funnin av ongum; upphavið at øllum livandi er ikki tað ið er eg. Upphavið at øllum mær, lá í tonkum hansara.
Fuglameingin. Fuglameingin fjarborin frælsur flákrar, fevnir í føgru findarløtu fáfongdu foldarbú, flýgur, fyrnast foyur fjøldina fjarri, frá farnu, fornu fjalla fjøld fánandi fylgið fylkist í fjarska, framskygnið fatta flogið fremur.
Ókent. Grálig og tung skýggj fara framvið tær á hesi ferð. Undan teimum ferðandi, stara myrkurs ljótu gátur.
Tostin. sum vit skeinkja tær uppí gløs av tilvitskunnar grunskygni, talar til munn tín við mungandi ja ella nei. Meðan køsturin av veraldaóhumsku sveipar teg sum dustið, hongt á trídeildar meginreglur. Viltstar. Manglandi rús sín og evsta nei ella ja. Tyrpist um leiðir tínar løgin einkisigandi fágongdanna fáfongd vitandi einki um seg sjálva. Meðan fráleikans eftirberandi insti máttur leitar sær útvegin -hinumegin ha ella hoyrt.
Leturi gjónni. Letur í gjónni. Ljósins enni er bratt, kvikliga tysjandi streymur, dalar, fjøll og líðir, merkist tilveran, Skaparans tíns. Ljódliga súsið í grasinum, suðið, ið telur tær søgur. Grannvaksin skógur úr jarðar droyrarlindum, spjaðir sín evnaríka anga. Rennur tíðarinnar gloymska, grímur av skuggum glinta: Gevst við teim gitandi gátum, firvaldur vinn tær títt flog.
Millum ríkja. Reglusemið tegir. Afturhvarvið hevur seg fram. Og tú letur sum um tað ikki hevur nakran týdning at standa soleiðis og at hava at sær sjálvum. Minnist tú sóljur, blómandi um grasgrønt hav. Belj og jarm hevði meining í teirri stund. Nú, tað hevur leitað inn um hevjandi reistur um ævir. Leitar hugur sum í hálvaskýming eftir mennandi skøldum, ið skræða til sín ríkini. Tyrstandi, um sólini vignast at síggjast.
Dropar. Drúgt tóktist ljósið at temja lagnuna. Eiturfon og silki, ein blandingur tilvildarligu tøgnini uttanduraðu. Dropar eru høv, her eg siti við míni hugatrongd til at evna tað, sum heimurin einaferð fer at játtað: at vera bara ein dropi, ið líkist einum øðrum dropa.
Systir. Andlitsmynd av tíni tilveru líkist andlitunum av myndini at tilveru tíni.
Stund. Setur at hjartanum. Kom. Far. Slóknaður.
Heyst II. Alt tóktist at syngja í samljóma við heystsins regn. Ýlandi, spyrjandi glaðurnar hevna seg at yvirborðið. Mansins ljóð er undirkavað. Sprettur sum upp úr ljómanum av harðari hvirlu tignin. Kalt er undir glóðum. Dagur søkk.
Toka. Brenna týdningar inst við høvuðbrýggj. Inst við brennandi høvuðbrýggj, síggjast menninir at leingjast eftir sólarljósi, tí at tindarnir eru ov høgir st líta upp um.
Brimbardur. Brimbardi gluggin starir út í grøna hagan. Sjálvt lítil ting og stór ting, kunnu hóska einum degi sum hesum. Ennir bíða inntil ljóðskan fer sína ferð út í tað gula landslagið. Hitt hvíta er ikki komið um gátt hjá mær. Men kanska um hundrað ár eru liðin inntil aftur verður heyst.
Ævisøgan. Ævisøgan sum er skrivað langt áðrenn sálirnar verða ryktar upp við rót, standa sum minnisúlur og rópa inn yvir fólkamongd, at nú má speglið vakna.
Spegilin. Berføttur standi á brotnaða speglinum. Tað drýpur úr iljunum tá eg lyfti fótin upp. Og aðra staðni sárini síggjast innanfyri bláman. Vaggandi hugsanir: Mettaðar feittsýrur sum kroysta ljósið upp undir sama spegil. Kendi hetta fótafar undan ongum. Røddir siga hvussu dagurin skal myndað seg. Fyrst skalt tú vakna við høvdinum inni undir speglinum. Og síðani, táið annað sinni vaknar, er tú ein heilt annar. Andlitið er skurvut av lesnaðinum. Og eyguni eru hálvbrotin. Síggjandi einki uttan seg sjálv. Tungan stendur rimmarføst negld í gólvið. Flestir tankar eru evnir, sum evnir ikki nerta við. Strondin. Og lívið er ein leikandi ljósur dagur inni har, ið málið spælir við vinir sínar.
dk.fo. Avetin sviðin skomm, hevdanin í hásætið. Skallutir lossingarmenn nøgdir við kvinnu á veggi. Kyrt slotingarlag, suðini sleikja dusm av foldarvívið. Meinlíkur einum ella øðrum. Men havið er kyrraður maðkur. Gemsur. Blótandi illmeingi. Hátt hevjaða ókunnumynd. Sum gleppur veruleikin tynningum. Peikandi fingur. Vit føringar yppa herðar til sum danska gudin. Nøgdir við kvinnu á veggi.
Pastell. Legg tíðina í eina eskju, og bíðað eftir inntil hon verður ljósari. Ljósari enn tíðin uttafyri. Tí at myndirnar dvølja, sum syndin hevur tráanarleysar tuggur í munni. Hvussu skal lívið verða? At líta um handan sýnu og skyggja, uttan at vita hví, hvar og hvussu. Tuggan, sum tú gramlar við, hevur sama lit sum hin.
Hevndin hevur høgar hugsanir. Høvdu hælarnir hopa hesa hending. Hevði høvundi og haldskapur høgt hugsanir í heljarhús. Heystið hevur hugt higar ið hangandi hugurin heldur. Hvagar halda hendurnar henda hendiliga haga? Hátt heldur høvur háttin. Hevst hatur og hórandi hjáarin hetta hungurstungna hjarta. Hilmir hava hægsta háttin og hava handaliga harradømið hjá hundraðtals hevjandi høvdingum. Haldið á hjøltrum og hjádreingjaveldið hongur hevdanir og hyggja hagani at hava í huga at hetta er hátturin í hugna hjálendis høgu hugsanum.
Lívsnátt. Og hjartans øska tískil teppið tenur. Svevur meg at vita listin høg og stæld. Eygur bresta tostan tí skilið greinar seg. Hart sum fløska.
Dómur. Lúðraljóðið líður ljósinum lovandi lygn. Laðandi ljúvligum levnaði. Leikindi. Ljót letur látandi lógv.
Væðing. Undir heiðum himni eg sat og sá stjørnurnar glampa so blíðan. Fyri meg minni runnu og fjøllini minnini lívdu. Undan ljósi og meg trívast flest øll menniskju. Orð eru orð og tað vera tey við. Summarið fór so innidælt avstað við tí vísa orðinum. Ongantíð settist so at hjartanum, sum tá ið tú kysti meg, fljóð. Mikið er skrivað av øllum slagi. Men einki ber av brosi tínum. Og tínum lívsjáttandi andliti. Set teg niður her hjá mær. Ger mær eina hugnaliga stund, sum vit bæði kunnu minnast aftur á, táið vit eru gomul. Mennist í hjartanum tann vónin um lívdir at taka og geva. Lívdir um velja og vraka. Stilt syngur tøgnin her undir væðingini, sum eg siti her og hugsið um droparnar, sum allir eru høv í sjálvum sær. Gleðist tín sigursljósi látur. Landið sum tú eigur hevur merkið. Men merkið er ikki merkið, uttan at merkjar seg sjálvt. Frí á hestbaki, millum ánna og havið vit sita og hugna okkum. Ver eitt minni í mær veikum. Og dagurin eykast. Við broyting.
Rin I. Alt var sum ein dreymur, tá ið eg ikki vaknaði aftur. Táið ljósið kom undan vegginum, og merkini flákraðu sum tilvildir inn í aðrar heimar. Droymdi eg ikki hóast alt. Summi vilja vera við at heimurin og tað heidna er ein hóttanmóti tí sum er gott. Men kann góðskan hava ræðslu fyri tí sum er nakað hóttandi? Tungliga og svartari. Lættari og ljósari. Hvat er tað? (Niðasta, vinstra horn). Soleiðis kundi ein dreymur itið um summarið, táið tað er ikki at hugsa um at hugsa um.
Rin II. Kom, og eg skal sýna tær óttan segði ræðslan. Og eg fann hana ikki aftur í tóma rúminum. Meinsøktur gravstaður og pyramidurnar vísa eisini ein veg á ein ótta. Men ikki í tí tóma rúminum hjá honum, sum onganið er har. Sletti hann blóðið á valdsharran og tugdi sína egnu tungu. Var tað ikki longur havsbrúgvin, ið ikki hevði litirnar av tí fjara. Eg eygleiddi havsbrúnna so hvørt sum hon hvar longur og longri inn til ljósið eg møtti fyrstu ferð. Báðumegin blátt.
Villast vit? Villast vit í polyglotiskari tíðartyngd hopandi eftir hæli, væntandi endurvunna gleði, leitandi eftir varganna váttan? Himprast í tvíliðum tankar eftir tigandi hvíld, sum eftir aldukambum siðalevnaðs helvitis metafor? Tostin vil minnast, einki honum vignast tó, tíansheldur mælandi mensku, sum menniskjans fróðskaparsól lærir ó orðanna týdningi at finna!
Millum millum. Ljósins megi. Millum evstu orð og tøgn. Minnið. Nøvin høg. Støld av einkismuni. Røkkur hon higar? Har leitan er funnin. Og tú lær at mær. Sum um leiðin sum eg gekk var tær nóg mikið. Loyst. Sum upp úr lógvum ljósins sáð. Eftir sævarbakkum. Líðandi. Tignin grettir, og hevst at øllum aggi. Uttanduraður innilæstur. Foldarinnar tigandi spæl. Eftir fannhvítum alduryggi. Evst og leingi hevur løtan bíðað tær. Eftirsmakkur endurlívsins hevur frøtt seg um at verða áttur. Hevur at sær sjálvum og leggur fram í dagin. Frættist millum anandi tøl, hevjandi úr glottana glinsan. Røddir. Tagnað er mánans ljósa høvur.
Sólloysi. Fanglast við pennin. Hendur kaldar. Minnist tíðarinnar morgun. Loyst úr váðans eftirlandi. Gráttrýst sum upp úr loyndum kavar. Svevur sum á ongum. Á hevjandi veingjabreiði. Grátt. Grátt. Mennist av at tiga. Látur eftir flenni. Tosti eftir ongum. Nátt. Nátt. Fyllist tín ræðumynd. Náttarinnar flákrandi skuggar. Eiga teg. Alt tað sama. Týnd á reyðum glóðum. Leguljós kappanna dregur. Melur í klingur. Tíðin eins og heystleyv. Ov leingi búnað. Hátt. Hátt. Stígur sum loystur fjarreyður, hevjandi loyndardómur. Tig. Kátt. Kátt. Yvirvág. Grunsilsótti. Evnandi manan. Fjarbláur meingi. Foyur á veingjaðu ferð. Longsul. Meginmunur. Loysing. Kom og far. Far til h...
Honum øntu. Honum øntu gírigum niðurvætti ivingar. Daffandi jabróðurs ungu, rimmarføstu hamingar. Unti ungmenni setningin. Gestur álvarans legði veggir aftur innast. Andu trúarspurningar evstan glotta. Heystsins agi vildi innaru sangum unna tigandi tilvildar anda.
Fragdin er farin. Fragdin er farin at liva sum tú, tí at rótloysi vinnur sær frama. Boygdur rættur, handan grímu leitar listin av ótta um trygd. Orðið ber loysnir av aga og teim, sum í sanginu standa har frammi. Tað tykist at heilaga fjallið er flutt, tí at biðjandi drekka tey eitur.
Vøkunátt. Og tú vaknar í hesi grøtiligu kvirru. Hevur hug til at geyla hissini út í náttina. Men torir ikki, av bangilsi fyri tøgnini aftaná. Ímyndandi kenslur tínar skríggja. Eins og vilja tær rópa til tín, at táið móti degi líður, skal sorgarinnar dapra andlit spegla sær í óttanum. Hann sum av eiti er gudgivin hjá summum. Teimum, sum við hondum sínum grava í jarðarinnar øsku og mold... Tú: ein gloypibiti á tíðarinnar skiftandi góðsku. Tí at helvtin av tær vil ferðast aftur hagar, ið lívsins sangir hava bløtt.
Hvítur sannleiki. Evarska lítil farri av teirri mongu taldu tøgn. Hvassa tvíeggjaða... heldur ikki í dag. Kvinnan í teljandi tó, hevur verkir á trímanna evju. Sum finnur seg klóka, eftirspurda. Løtan, ið reiðist tær vinur, fangar teg. Einkilitt sum skugganna dansurin á vegginum. Men evjan er tigandi enn. Frættist frá betri løgum tínum flennandi sálarmót. Kvaldust í trælkandi togan við meistarans hegni og yrkt. Mongum brestur ættlan. Hvørja ferð tær unnist ein løta. Hvíleikans hvar. Sum sangarans skálghenta veruleikasjón. Frætti meg frá tær eftir leingi opnum stríði á vali lygnarinnar. Frælsið og frælsi funnu fangandi farra av festandi fleingju og flími.
Tað regnar í dag. Tað kenst, at eg eri signaður. Men hvussu skal eg bera meg at við at vísa tað? Bylgist havsins hugmóð tær í bangnum brósti. Fylgjast vit, ella hvussu hevur eg tað? Nei! Eg spyrji bara. Telist millum teg og meg eitt skríggj ikki hoyrt? Ella hvussu ljóðar tað? Men? Tú hevur nú sagt mær hvussu. Men ikki hvarleiðis tað, ið ikki er. Sum tú?
Ikki at vita. Grundin til at ljósið er. So myrkt er myrkrið. Sum er myrkari. Grundin til at ljósið er so myrkt. Er myrkrið sum er myrkari.
Stevna. Dragnar í tómligum spurningum... kertuljósini skyggja so makliga. Og eg undrist um mangt, sum var mær fyri á ferðini til tín. Og mær tókti at eg var á flogi. Datt niður og breyt lítlafingur. Soleiðis ferðast mong uttan at, kenna á sær ta miklu kæru ást. Hvat helt okkum saman elskaða? Deydliga toganin millum veruleikar??
tórshafn
null-níggju-og-einogfjøruti-fram
Christian Fróði Djurhuus









