Revsaður fyri at flenna at Mao

- Í Kina ræður um at kenna røttu fólkini, skalt tú avgreiða eitthvørt, og ikki minst, um tú kemur tær í trupulleikar. Pápi mín kennir hægsta løgreglumannin í býnum og tí hava vit altíð havt framíhjárættindi, sigur Xioabin Zhang, matstovueigari.

Saman við føroysku konu síni, Lindu, og teirra fýra børnum, býr hann í Havn, har tey reka matstovuna Nantong

 

VIÐTAL


Tey hittust í Japan fyri 10 árum síðani, Linda Guttesen úr Vestmanna og Xiaobin Zhang úr milliónabýnum Nantong í Kina. Og seinastu fimm árini hava tey búð í Føroyum saman við børnunum Yiny, Jamin, Jiya og Suli. Heima verður tosað japanskt og føroyskt hvørt um annað, og sum vera man sløðist eitt sindur av kinesiskum uppií.

Xiaobin Zhang er einasti kinesarin, sum er fastbúgvandi í Føroyum. Honum dámar væl her, men hevði ilt við at venja seg við, at tað er ljóst allan sólarringin um summarið.

- Eg sovnaði ikki, tí tað var so ljóst, greiðir Xiaobin Zhang frá.

- Tað sum er mest hugtakandi við føroyingum er, at øll eru líka uttan mun til, um tú ert ríkur ella fátækur. Her er ógvuliga friðarligt og trygt, og einum nýtist ikki at verða bangin fyri nøkrum.

Fátæksligt

Xiaobin Zhang er vaksin upp hjá fastur síni og ommuni og abbanum í faðirætt. Mamman arbeiddi langt heimanifrá á eini tekstilverksmiðju og hevði tí lítið samband við Xiaobin og bróðurin, sum er átta ár yngri. Pápin var flogskipari í kinesiska herinum, var eitt nú flogskipari undir Koreakrígnum, og hevur tí eisini havt lítið samband við familju sína.

- Fastur mín og omman og abbin hava verið mín næsta familja. Heldur ikki í dag er sambandið gott. Mamma hevur ikki lagt í at fingið eitt gott samband við okkum. Tá ið pápi arbeiddi í herinum, sendi hann pengar heim til mat og klæðir, men mamma tók alt til sín sjálvs, sigur Xiaobin.

Korini í barnaárunum vóru fátækslig. Hann átti bert eitt sett av klæðum og tey vóru, minnist hann aftur, altíð ófantalig.

- Vit áttu einki. Mat fingu vit í felagskøkinum eins og øll onnur, men tað var ikki nóg mikið, tí omma og abbi áttu ellivu børn, og tá skal nógvur matur til. Fyri at útvega mat til øll børnini, seldi abbi blóð.

- Abbi mín hevði áðrenn eg varð føddur eitt høgt starv á eini verksmiðju, men so legði onkur hann av órøttum undir at hava tikið okkurt og at hann var ein vánaligur maður. Hann átti nógv træinnbúgv, sum alt varð saðað sundur til pinnabrenni, og smúkkurnar, sum omma átti, vórðu tiknar. Alt, sum varð goymt, varð funnið og tikið. Tey mistu alt og gjørdust ógvuliga fátæk, sigur hann.

Men evnunum hjá Xioabin bilti einki. Hann var besti næmingur í skúlanum, men av tí, at hann altíð sá so vesalur út, dugdi eingin at fáa eyga á hansara framúr gávur til tað bókliga.

Minnast Mao

Xiaobin Zhang vaks upp seinast í mentanarkollveltingini. Tá ið hann gekk í fyrsta flokki, doyði Mao.

- Allir næmingarnir skuldu minnast Mao í tøgn í tríggjar minuttir úti í skúlagarðinum. Men eg visti ikki, hvør Mao var, so eg flenti í kíki. Børnini, sum grótu og vístu sorg, vórðu »góð børn«, men eg og onnur, sum flentu, vórðu koyrd inn í eitt myrkt rúm í tríggjar tímar, har vit skuldu angra tað, vit høvdu gjørt. Tá ein genta, sum ikki var heilt rættsiktað, pettaði eina mynd av Mao sundur, varð hon álopin av øllum børnunum í skúlanum, sigur Xiaobin Zhang.

Í heiminum hjá Xiaobin var einki sjónvarp ella útvarp.

- Vit hvørki hoyrdu ella sóu nakað til Mao, og politikkur varð ikki tikin uppá tungu heima. Tá ið pápi mín var heima segði hann ikki frá nøkrum, hann upplivdi í krígnum ella í herinum. Hann hevði týðiliga fingið nokk av slíkum.

Tá ið mentanarkollveltingin slepti takið og Mao doyði, gjørdist lívið eitt sindur lættari, minnist Xiaobin.

- Meðan Mao livdi máttu øll ansa ógvuliga væl eftir, hvat tey søgdu. Eftir hann var deyður gjørdist tað eitt sindur fríari. Einstaklingar kundu tá fáa sær eina fyritøku, tað gjørdu nógv, millum annað mín familja, sum fór at framleiða handklæði at selja. Men myndugleikarnir toldu kortini ikki, at tað gjørdist ov frítt, og tí vóru teir alla tíðina á varðhaldi.

Ávaraður

ímóti politikki

Eftir grundskúlan, sum tók níggju ár, fór Xiaobin á ítróttarstudentaskúla í trý ár. Eisini har var hann ein úrmælingur við besta skoðsmáli og kundi velja og vraka millum skúlarnar hann síðani kundi fara á.

- Pápi mín royndi at eggja mær til at fara á onkran skúla, men eg tímdi ikki á skúlabonk aftur. Hann legði mær tó eina við, at í politikk mátti eg ikki fara. Sjálvur kundi pápi mín verðið borgarstjóri, um hann legði í, men hann vildi ikki.

Eftir studentaskúlatíðina livdi Xiaobin eitt nakað hart lív í eina tíð.

- Vinmenninir eg hevði vóru ikki teir bestu, og eg var javnan í bardaga. Pápi mín stúrdi fyri, hvat hetta fór at enda við, og tí sendi hann meg til Japan. Har kom eg at búgva hjá einum systkinabarni. Fekk eitt nýtt lív við nýggjum vinum, gekk í skúla og arbeiddi.

Og tað var á málskúla í Japan, at Linda Guttesen og Xiaobin Zhang hittust. Sum sekstan ára gomul hevði Linda verið skiftisstudentur í Japan í eitt ár. Henni dámdi so mikið væl, at eftir at studentahúgvan var komin á høvdið í Hoydølum, fóru hon og systirin til Japan.

- Av tí, at vit ikki fingu arbeiðsloyvi, fingu vit ikki so góð arbeiði. Eg arbeiddi á eini kaffistovu, meðan eg búði hjá familjuni, eg hevði búð hjá sum skiftisstudentur. Málið hevði eg nærum gloymt og fór tí á málskúla. Japanarnir, eg kenni, duga ikki enskt, og tí varð eg noydd at læra meg japanskt. Tað er ikki so ringt, í øllum førum ikki verri enn tað er hjá útlendingum at læra føroyskt, sigur Linda, sum tosar málið raðið.

Umfatandi korrupsjón

Linda og Xiaobin búðu í Japan í fýra ár.

- Japan er eitt deiligt land, hóast tað ikki er so framkomið, sum eg helt frammanundan við teldum og tøkni. Tað er væl meiri primitivt enn vit hava hug at halda. Vit hava mangan umhugsað at fara aftur hagar at búgva. Men síðani vit hava fingið børn, er tað verri at flyta. Skúlaskipanin í Japan er ógvuliga nógv øðrvísi enn her. Har er ógvuliga strangt og har eru reglur fyri alt. Hóast tað er kavi og kuldi, kunnu børnini ikki ganga í heitum jakka og vøttum, tí tað er bara loyvt ávísar dagar. Tí verða hendurnar frostbitnar. Sum skiftisstudentur hevði eg sersømdir, men vanligu skúlabørnini í Japan skulu ganga eftir reglunum, greiðir Linda frá.

Børnini hjá Xiaobin og Lindu eru øll fødd í Føroyum. Tað kostar nevniliga ikki minni enn 30.000 krónur at fara á sjúkrahús í Japan at eiga. Eftir, at Jamin varð føddur, fór familjan til Kina at búgva í eitt lítið ár, har Linda var heima hjá børnunum.

- Ætlanin var, at vit skuldu verða verandi í Kina, men tað vóru nógv viðurskifti mær ikki dámdi og málið dugdi eg ógvuliga illa. Yiny lærdi tó málið eftir stutta tíð.

- Tað ræður um at kenna røttu fólkini, skalt tú avgreiða eitthvørt, fáa eina tænastu og ikki minst, um tú kemur tær í trupulleikar. Har er ógvuliga korrupt. Ymiskt óregluligt, rossahandlar og annað, verður ongantíð kannað um tað eru fólk, sum kenna tey røttu fólkini, sum gera hetta. Pengar verða goldnir undir borðið fyri líkt og ólíkt. Fólk, sum ikki kenna fólk at heita á til slíkar tænastur, eru væl verri fyri, sigur Linda.

- Pápi mín kennir hægsta løgreglumannin í býnum og tí hava vit havt ávís framíhjárættindi, leggur Xiaobin afturat.

Gentur og dreingir

Kina hevur í nógv ár verðið hartað av heimssamfelagnum fyri ikki at virða mannarættindi. Brotsgerðir verða revsaðar við avrætting uttan, at tann skuldsetti kemur fyri ein dómstól.

- Sjálv havi eg sæð bilar við fangum á veg til avrætting. Fangarnir sótu í bolt og jarni í eini last, og bilurin koyrdi runt í øllum býnum fyri at øll skuldu síggja teir. Síðani varð farið á onkran vøll við nógvum áskoðarum, har øll vórðu dripin. Tað var ógvuliga óhugnaligt, sigur Linda.

Avrætting hevur verið púra vanlig í Kina, alt tað Xioabin veit um.

- Eg hevði einki at samanbera við, tí hugsaði eg aldri um tað. Ikki fyrr enn eg eri komin til Føroya eri eg farin at øtast um, at slíkt fer fram, sigur Xiaobin.

Fyri at tálma fólkavøkstrinum hava kinesarar bert loyvi at eiga eitt barn, og allir kinesarar ynskja sær dreingjabørn. Fáa teir fleiri børn verða teir revsaðir við eini bót, sum svarar til eina ársløn.

- Tað er neyðugt at steðga fólkavøkstrinum so ella so, tí hann hevur jú álvarsamar avleiðingar. Allir kinesarar ynskja fleiri børn, hóast tey flestu ikki klára at breyðføða fleiri, sigur Xioabin.

Sum ein avleiðing av eittbarnspolitikkinum, verða nógv gentubørn blakað út á gøtuna, fyribeind ella latin inn á barnaheim. Og nógv tær flestu fosturtøkurnar, sum verða framdar, eru gentur.

- Fær eitt par eina gentu, gera tey alt fyri at fáa ein drong eisini. Eisini um tey eru noydd at krógva hann fyri umheiminum og hann ongantíð kemur fyri dagsljós. Dreingir taka sær av sínum foreldrum, tá ið tey verða gomul, meðan genturnar verða giftar í aðrar familjur.

- Tað einasta, ið munar, er at fáa kinesarar at skilja, at tað er týdningarmikið at steðga fólkavøkstrinum. Hetta kundi verið gjørt við at givið teimum, sum bert fáa eitt barn, serlig rættindi og sømdir, sigur Linda, sum leggur afturat, at kinesarar hugdu við stórum eygum eftir teirra fýra børnum.

- Eg ivist ikki í, at tey øvundaðu okkum at eiga fýra børn.

Mentanarmunir

Stórur munur er á, hvussu kinesarar og føroyingar uppala síni børn. Hetta eru bæði Xioabin og Linda samd um.

- Í heimum, har pengar eru, fáa børnini alt tey peika á. Skúlin er ógvuliga strangur og foreldrini vænta ógvuliga nógv av skúlagongdini hjá børnum sínum. Skúladagurin er frá átta á morgni til sjey á kvøld. Børnini skulu gera nógv við skúlan, og skulu terpa fyri at klára seg væl, sigur Xioabin.

Linda heldur ikki, at kinesisk foreldur eru nógv saman við børnum sínum.

- Børn hava einki at siga, tey skulu bara tiga og lurta eftir foreldrunum. Hava einki at spæla við og ganga bara og mæla. Hava foreldrini tíð, so sleppa tey til. Tað er altumráðandi, at børnini klára seg væl í skúlanum og at tey klára seg væl í onkrum frítíðarítrivi. Annars haldi eg ikki, at foreldur har geva børnum sínum nøkur positiv virði. Børnini hugsa nógv um pengar og gera tey eitthvørt gott sum eitt nú at koma heim við einum góðum skoðsmáli úr skúlanum, verða tey lønt í pengum. Eftir mínum tykki er hetta ógvuliga ósunt.

Aftur í Kina

Familjan Zhang hevur júst verið í Kina og vitjað í ein mánað. Frástøðan er long. Samanlagt tekur tað tjúgu tímar hvønn vegin við flogfari.

- Lítið er broytt síðani vit vóru har fyri nøkrum árum síðani. Vit eru komin til Føroya fyri at verða, men tað er gott at vitja í Kina við jøvnum millumbilum, siga tey bæði.

Seinastu gott og væl tvey árini hava Linda og Xioabin átt og rikið matstovuna Nantong, sum liggur við Tinghúsvegin í Havn. Har er úr at gera, og Xioabin stendur sjálvur við grýturnar hvønn dag. Hann er sjálvlærdur í yrkinum. Eitt skifti seinasta summar var matstovan stongd í tríggjar vikur, tí Xioabin gjørdist sjúkur av tuberklum. Linda og børnini vórðu eisini smittað, men gjørdust ikki sjúk.

- Vit stúrdu fyri avleiðingunum, tá ið tað frættist millum fólk, at Xioabin hevði tuberklar. Men vit fingu bara góðynski og matstovan er betur vitjað í dag enn nakrantíð, siga tey bæði at enda í viðtali.