Fiskivinna við kós móti botni

At tað manglaðu 800 milliónir krónur í á fíggjarlógini fyri 2010 eigur ikki at koma óvart á nakran politikara. Seinastu fimm árini hava flestu barometrini í høvuðsvinnuni vent pílinum beint niðureftir

Greining

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Flest øll munnu vita av, at á fíggjarlógini fyri 2010 manglaðu omanfyri 800 milliónir krónur í, fyri at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur, og at í 2011 verður ómetaliga ringt at sleppa undan einum trýsiffraðum milliónahalli afturat.

Men hetta eigur ikki at koma óvart á nakran av okkara fólkavaldu politikarum. Tí barometrini í høvuðsinntøkukeldu okkara, fiskivinnuni, hava tey flestu vent pílinum beint niðureftir tey seinastu fýra til fimm árini.



Minni toskur enn í kreppuni

Flestu mundu vita av, at toskurin var illa fyri, og at lítið var útflutt av toski. Nýggjastu tølini vísa tó, at útflutningurin av toski í 2009 endaði niðri á tilsamans 402 milliónum krónum.

Samanborið við 2008, tá vit útfluttu fyri 604 milliónir krónur av toski, er hetta ein minking upp á ein triðing.

Fara vit bert 6 ár aftur í tíðina, til 2004, so er tað minkað niður í eina helvt, og samanborið við 2002, sum var eitt metgott ár, har vit útfluttu fyri eina milliard í toski, er tað minkað við 60 prosentum.

Fyri at finna so lítil útflutningstøl fyri toskin noyðast vit at leita heilt aftur til kreppurárið 1993, tá toskaútflutningurin var 389 milliónir krónur.

Eitt er tó, hvat vit útflyta fyri, og annað hvnn prís, vit fáa fyri hvørt útflutt kilo av toski.

Koma vit inn á nøgdirnar, so vórðu í 2009 útflutt 12.881 tons av toski, meðan sama talið í 1993 var 16.775 tons. Tó fingu vit fleiri krónur fyri toskin í 2009, og merkir hetta, at vit eru vorðin betri at virðisøkja toskin.

Tó bøtur hetta lítið uppá, at nøgdin av toski er komin niður í helvtina av tí, sum verður roknað sum eitt miðalár við toski – svarandi til okkurt um 25.000 tons.

Nøgdin av toski, sum er útflutt hevur eisini verið skjótt svinnandi síðan 2004, sum var eitt miðalgott ár við 25.409 tonsum. Árini eftir var talan um 18.463 tons, 15.800 tons, 14.000 tons, 13.300 tons og nú 12.881 tons.



Svartkjafturin horvin eftir tveimum árum

Útflutningurin av svartkjafti í 2009 var so lítil samanborið við 2007, at hann er at kalla horvin eftir bert tveimum árum. Virðið fór úr 184 milliónum í 2007 niður í 52 milliónir krónur í 2008 og víðari niður í bert 30,6 milliónir krónur í 2009.

Sostatt útfluttu vit í 2009 svartkjaft fyri bert ein sættapart av tí, vit útfluttu svartkjaft fyri í 2007.

Svartkjafturin hevði annars spakuliga síðani 1999 kvinkað seg uppeftir á listanum yvir týdningarmikil fiskasløg til útflutning. Í 1999 varð útflutningurin av svartkjafti góðar 10 milliónir krónur, men ár eftir ár vaks upphæddin, upp í 125 milliónir í 2005, 170 milliónir í 2006 og 184 milliónir í 2007. Men eftir bert tveimum árum er henda upphæddin fallin niður aftur í 30,6 milliónir krónur.

Tá talan er um virðisøking av svartkjafti, sæst at føroyingar ikki hava megnað hesa uppgávuna serliga væl í 2008 og 2009.

Í 2007 fingu vit 184 milliónir krónur fyri 68.000 tons av svartkjafti. Árið eftir fingu vit 52 milliónir krónur fyri 56.000 tons av svartkjafti, og í 2009 fingu vit 30,6 milliónir krónur fyri 17.000 tons.



Triðingurin av hýsuni eftir

Eins og við svartkjaftinum, so hava tvey tey seinastu árini verið at kalla katastrofal fyri hýsuna.

Hýsan hevur annars verið eitt tað mest støðuga fiskaslagið síðani 1998, og hevur virðið á útfluttu hýsuni ligið og svingað millum 294 milliónir árliga og upp í 377 milliónir, tá tað var mest, og frá 2003 og úteftir hevur tað sveiggjað lítið meira enn 17 milliónir krónur hvønn vegin.

Men lítið annað kann sigast enn at tvey tey seinastu árini vísa, at eisini hýsan, sum annars hevur verið eitt gott álit gjøgnum árini í útflutninginum, er skramblað niður í virði.

í 2007 útfluttu vit fyri 322 milliónir krónur av hýsu. Árið eftir, í 2008 var hetta talið minkað næstan eina helvt, niður í 171 milliónir krónur. Henda sama gongdin helt sær eisini gjøgnum 2009, og minkaði útflutningurin av hýsu við 42 prosentum, niður í 99 milliónir krónur.

Samstundis sum virðið av hýsuni er fallið niður í ein triðing upp á trý ár, er nøgdin av hýsuni »bert« farið í helvt sama tíðarskeið – úr 13.000 tonsum niður í 5.800 tons.



Hini fiskasløgini eisini horvin

Ein av teimum heilt stóru postunum í fiskaútflutninginum er tann høvuðsbólkurin, sum eitur onnur fiskasløg. Hesi fiskasløgini hava javnt staðið fyri størri og størri parti av útflutninginum síðani 1999. Upphæddin fyri hesi fiskasløgini er farin úr 659 milliónum krónum í 1999 og er vaksið javnt uppeftir, til tað í 2006 toppaði á 1.228 milliónum krónum.

Men eins og við toskinum, hýsuni og svartkjaftinum, so er hesin bólkurin farin rapandi niðureftir seinastu fáu árini.

Eftir metgóða árið í 2006, minkaði henda upphæddin í 2007 niður á 1.163 milliónur krónur. Hetta er tó eingin alarmerandi upphædd, tá hetta eisini er í absolutt betra endanum. Gongdin heldur tó fram í 2008. Tá er úrslitið í hesum bólkinum minkað niður í 825 milliónir krónur. Fallið er tó ikki liðugt, tí í 2009 gjørdist úrslitið í hesum bólki 693 milliónir krónur – ein minking á 535 milliónir eftir trimum árum, svarandi til 48 prosent.





Laksur og upsi eru bjargingin

Tað eru hinvegin laksurin, sílini og upsin, sum hála tølini uppeftir í 2009.

Vit útfluttu fyri 1,2 milliard krónur av laksi í 2009, sum er 47 prosent meira enn í 2008, tá vit útfluttu fyri 816 milliónir krónur av laksi.

Fyri árið 2010 komna hesi tølini tó ikki at verða so eins stór, tá minni av laksi er tøkur at taka í 2010, enn í 2009, av tí at minni av smolti er sett út og tískil verður minni at taka av.

Útflutningurin av sílum vaks eisini við 27 prosentum, úr 137 milliónum krónum upp í 175 milliónir krónur og útflutningurin av upsa við góðum 15 prosentum, úr 494 milliónum krónm upp í 571 milliónir krónur.

Harumframt eiga sildin og makrelurin sín stóra leiklut í, at tølini samlaðu tølini fyri 2008 og 2009 ikki eru verri enn tað sama. Hóast bæði sild og makrelur í 2009 gingu aftur við góðum 11 og 13 prosentum, er talan enn um lutfalsliga stórar inntøkur av hesum báðum fiskasløgunum – ávikavist 130 og 152 milliónir krónur í 2009.



Hepni

Útflutningurin tilsamans, um skip, flogfør og annað tílíkt ikki verða tikin við, vaks frá 2008 til 2009 við einum prosenti, úr 3718 milliónum krónum upp í 3760 milliónir krónur.

So kann ein spyrja, hvat er tá trupulleikin?

Ein kann freistast at draga tað niðurstøðu, at orsøkin til at tað ikki hevur gingið verri við útflutninginum av fiski, í heilt stóran mun skyldast hepni.

Um vit taka toski fyrst og fremst, so hevur ein óvanliga góður miðalprísur fyri hvørt kilo av útfluttum toski bjargað árunum 2007 og 2008.

Meðan eitt miðalár síðan ár 2001 liggur um gott og væl 31 krónur fyri hvørt útflutt kilo av toski, fingu vit í árunum 2007 og 2008 ávikavist 45,6 krónur og 45,3 krónur fyri hvørt kilo. Hetta er høvuðsorsøkin til, at svinnandi nøgdin av toski ikki merktist eins væl.

Harumframt kann tað illa kallast annað enn eitt ótrúliga heppið samanfall, at samstundis sum føroyska alivinnan var við at fóta sær, og vit í 2008 aftur tóku omanfyri 30.000 tons av laksi fyri fyrstu ferð síðani 2004, so varð kilenska alivinnan tvungin niður til kníggja av ILA, og tað ovurstóra holið hetta skapti á laksamarknaðinum gjørdi, at prísurin á alilaksi fór til himmals.

Høvdu vit hinvegin ikki verið so »heppin«, at kilenska alivinnan fór í sor, høvdu kanska 4- ella 500 milliónir ella meira manglað í í fjør.


Kanska tað vendir

Vit vita tó, at í ár verður ikki eins nógvur laksur tikin í Føroyum, sum í fjør. Vit vita eisini, at Noreg ger sær dælt av støðuni og hevur av álvara strongt á fyri at framleiða laks. Vit hava eisini sæð hjá okkum sjálvum, at tað kann ganga skjótt at fóta sær aftur eftir eitt útbrot av ILA. Tí kann roknast við, at Kili aftur innan alt ov leingi verður við á laksamarknaðinum aftur.

Hvar vit føroyingar tá standa, er ilt at gita um. Tað kann verða, at fiskifrøðingarnir fara skeivir, og toskurin bara hevur goymt seg fyri okkum, men kemur framm aftur.

Tað kann eisini vera, at ICES fær eyguni upp, tá Jacob Vestergaard er liðugur við sína reklamuherferð fyri burðardyggari føroyskari fiskiveiðu, og vit so aftur fáa burðardygga brúkaran á okkara lið.

Møguleikarnir eru nógvir fyri framtíðina og ringir at spáa um, men tølini tala fyri seg, og seinastu fimm árini hava fleiri týðandi fiskabarometur havt pílin vendan móti botninum.