verða teir, sum í felag fara at lyfta arvin eftir júst fráfarna bretan. Spurdur, um tað er ein varandi loysn, svarar Palli Ziskason, at hendan loysnin, í fyrstu atløgu bert er í gildi fram til í summar, men [...] Brian Marshall var í fjør summar settur í starv sum føroyskur landsliðsvenjari í svimjing. Hetta var liður í samstarvi við íslendska svimjisambandið og tað føroyska. Hann tók sær av venjingunum hjá báðum [...] valt at siga starvið í Føroyum frá sær, tí familjulívið kravdi brádliga ov nógv, til at alt kundi sampakkað. Formaðurin í føroyska svimjisambandinum (SSF), Palli Ziskason, fortaldi í morgun fyri undirritaða
flokkur, sum liggur Fólkaflokkinum nærmast í hugsjónum. Tí er tað heldur ikki løgið, at júst hesir báðir flokkarnir ofta hava verið í samstarvi. Í nýggjari tíð hevur tað so verið Anfinn Kalsberg, ið Sjál [...] formaður Tjóðveldisfloksins og nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum hava eisini lagt seg eftir at líkjast formanninum í Sjálvstýrisflokkinum, nú teir báðir eru í holt við at anleggja sær skegg, sigur Kári P [...] vit hava oftani verið í samgongu við Fólkaflokkin, og eg kann bara siga, at vit altíð hava havt eitt sera gott samstarv við Anfinn Kalsberg, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýriflokkinum. Hinvegin
við, hóast felagið liggur í útjaðaranum. Klaksvíkingar líta á egnar spælarar, sum støðast væl í býnum, og so styrkja teir seg við nøkrum útlendingum. Í Suðuroy eru tvey feløg við í 1. deild, Sandoyggin er [...] Vágoynni við í bestu deildini. Hetta er ein breidd, sum skapar grundarlag fyri sterkari, breiðari og sunnari kapping. Júst tað, sum vit hava brúk fyri, tá vit skulu royna at betra um okkara úrslit í altjóða [...] fótbóltur fær nógva umrøðu her heima og í útlandinum, og tað fer at halda fram so leingi framgongdin er so stór, sum hon er í løtuni. Feløgini eru sterk, landsliðið mennist í hvørjum, og framburðurin skapar optimismu
av fyrstu fimm dystunum í endaspælinum, og hesin var júst ímóti Kyndli, tá liðini møttust í fyrra dystinum inni á Skála. Í hesum dystinum førdi Kyndil annars í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki avgjørdi [...] týdningarmikla fjórða plássið í Sunset kappingini í alt ár, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar í stríðnum um meistaraheitið. Her er talan sjálvandi um Kyndil og StÍF, og í løtuni eru tað kvinnurnar av [...] serliga góð síðstu dystirnar. Í endaspælinum hava tær enn sín fyrsta sigur til góða. Tær hava tapt fimm teir fyrstu dystirnar á rað, og tí sær ikki so gott út hjá teimum í løtuni. Hjá StÍF hevur gingið
tað bert verður eitt stig á muni í oddinum eftir vikuskiftið VB eru nevnliga greiðir favorittar, tá tær leygardagin fara at takast við StÍF í Vági. Júst í hesin dystinum misti VB annars eitt sera óvæntað [...] stig, tá tær uttan útlendingar hittu StÍF í grundspælinum, men við fullari styrki er lítið at ivast í, at VB tekur sær av øllum hesaferð. VÍF eftir silvurinum Í Havn dystast Neistin og VÍF, og her fer tað [...] hanga í oddinum ella ikki. Undan hesum dystinum er bert eitt stig, sum skilir liðini bæði, men tað hava tó alla tíðina verið greiðar ábendingar um, at Neistin má finna seg í standa onkra staðni í ongam
samband við løgregluna í Thisted, sum er høvuðsskrivstovan hjá løgregluni í Hanstholm, høvdu teir júst funnið bilin á havsins botni. Nær við bátin hjá manninum Vakthavandi á politistøðini í Thisted sigur, at [...] verið horvin síðani 4. novembur. Seinni í dag fara menn at fáa bilin upp á turt, og tá kunnu vit staðfesta, um nakar er í bilinum, sigur vakthavandi hjá løgregluni í Thisted. Føroyski sjómaðurin, ið er e [...] seint á kvøldi tann 4. novembur, tá ið teir vóru á einum vertshúsi í Hanstholm. - Tað er ikki óvanligt, at ongin hoyrir frá sjófólki í eina tíð, men familjan hjá føroyska sjómanninum og normanninum eru
gera í núverandi skipan, og um Sernámsdepilin skal halda fram í verandi líki. Eisini skal bólkurin kanna, um eina skipan, har sernámsfrøðisliga ráðgevingin og skúli skulu vera hvør sær, skal setast í verk [...] singardeplum í fólkaskúlunum kring landið. Lýsa Sernámsdepilin Í arbeiðssetninginum verður arbeiðsbólkurin biðin um at kanna og lýsa, hvat brúkarar halda um sernámsfrøðisligu tilboðini í skúlaverkinum [...] skipaninar í hinum norðurlondum við tí føroysku. Í bólkinum, sum fer at gera kanningina, eru Hans Trygvi Teirin, Tóra Tóroddsdóttir og Steintór Rasmussen. Bólkurin skal vera liðugur við sítt arbeiði í seinasta
hvussu vit kunnu gera okkum galdandi í dystunum í heyst, sigur Signe. Hon byrjar formelt í starvinum sum landsliðsvenjari 1. juni, og tá fer at hon at síggjast í Føroyum til dystir og annað, áðrenn hon [...] Í dag varð lutakastið til bólkaspælið í fyrstu Nations League kappingini hjá kvinnum avgreitt. Føroyar komu í bólk C3 saman við Aserbadjan, Montenegro og Kyprós. Millum áskoðararnar til lutakastið var [...] samstundis kunnu arbeiða miðvíst fyri at taka meira virknan lut í spælinum og skapanini av sjálvum dystinum, sigur Signe Pries Andersen. Í hinum bólkunum finnast fleiri av londunum, sum føroysku kvinnurnar
eina marru, har tú er blivin vavd inn í eitt manipulatións- og kensluligt valdsspæl. Í leikinum The Soul Catcher verður hugt inn í hesa marruna. Her verða vit tikin við í eitt kalt spæl við love bombing , [...] harðskap, manipulatión og vald í parløgum. Tey luttakandi eru Annika B. Lewis, leikstjóri, Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum og Anna Katrin Matras, fulltrúi í Almanna- og mentamálaráðnum. Elin [...] úr klónum á einum narsissisti? Kemur tú í eitt samband við ein narsissist, kunnu fylgjurnar av hesum gerast álvarsamar. Aloftast tykist sambandið nærum dreymakent í byrjanini, men so broytist hetta so líðandi
Listarfólkið, sum í ár hevur sniðgivið Kærleikskúluna hjá Dugna, er Astri Luihn, og hon greiddi við hátíðarløtuna í Listaskálanum í morgun frá, hvat sniðið í ár ímyndar. - Kærleikskúlan í ár er ein lomvigaringur [...] Johansdóttir, stjóra í Dugna, fyri gott samarbeiði - og teldugrafikaranum, Guðrið Syderbø. Tá Astri Luihn tók orðið í Listaskálanum í morgun, las hon upp hesa yrking, sum eisini liggur í snøggu eskjuni til [...] kærleiki Vinir eru familjan, vit velja okkum, sum stuðlar okkum í kærleika. Sum fuglunum tørvar okkum flokkin, og flokkinum tørvar okkum. Vit fylkjast í flokk, sum líkir fuglar. Flokkurin er okkara heim, okkara