Leita eftir føroyskum sjómanni

Løgreglan í Hanstholm leitar eftir einum 39 ára gomlum føroyskum sjómanni, sum ikki er sæddur síðani 4. novembur. Stutt fyri døgurða í dag fann løgreglan ein bil á havsins botni inni í havnini í Hanstholm, og seinnapartin skuldi bilurin takast upp fyri at vita, um nakar er í honum.

Tá ið vit fyrrapartin høvdu samband við løgregluna í Thisted, sum er høvuðsskrivstovan hjá løgregluni í Hanstholm, høvdu teir júst funnið bilin á havsins botni.

Nær við bátin hjá manninum
Vakthavandi á politistøðini í Thisted sigur, at ongin hevur hoyrt frá føroyska sjómanninum og ein normanni, ið hann fylgdist við, síðani seint á kvøldi tann 4. novembur, tá ið teir vóru á einum vertshúsi í Hanstholm.
- Tað er ikki óvanligt, at ongin hoyrir frá sjófólki í eina tíð, men familjan hjá føroyska sjómanninum og normanninum eru stúrin, tí teir plaga at hava samband við familjuni við jøvnum millumbili, sigur vakthavandi.
Hann greiðir frá, at mikudagin var farið undir at leita í havnini í Hanstholm, og teir hava nýtt eitt slag av einum minibili, sum skannar havbotnin.
- Hetta er ein stór havn, so tað tekur eitt sindur av tíð. Men fyri løtu síðani funnu vit ein bil, sum liggur á botninum, beint við, har báturin hjá føroyska sjómanninum liggur. Bilurin hjá føroyska sjómanninum hevur eisini verið horvin síðani 4. novembur. Seinni í dag fara menn at fáa bilin upp á turt, og tá kunnu vit staðfesta, um nakar er í bilinum, sigur vakthavandi hjá løgregluni í Thisted.
Føroyski sjómaðurin, ið er eftirlýstur, hevur bústað á Bornholm, men báturin, ið hann siglir við, liggur sum áðurnevnt við bryggju í Hanstholm. Vit fara eisini at fylgja við gongdini í Hanstholm á portalinum.