Hondbóltur
Eftir at dysturin millum Søljuna og Kyndil varð framskundaður til hóskvøldið, eru bert tveir dystir á skránni í bestu kvinnudeildini hetta vikuskiftið.
Steypavinnararnir og oddaliðið úr Stjørnuni hevur frí, soleiðis at hini liðini koma ájavnt teimum í dystum, og alt bendir á, at tað bert verður eitt stig á muni í oddinum eftir vikuskiftið
VB eru nevnliga greiðir favorittar, tá tær leygardagin fara at takast við StÍF í Vági. Júst í hesin dystinum misti VB annars eitt sera óvæntað stig, tá tær uttan útlendingar hittu StÍF í grundspælinum, men við fullari styrki er lítið at ivast í, at VB tekur sær av øllum hesaferð.
VÍF eftir silvurinum
Í Havn dystast Neistin og VÍF, og her fer tað helst at vísa seg, hvørt Neistin hevur format til at hanga í oddinum ella ikki.
Undan hesum dystinum er bert eitt stig, sum skilir liðini bæði, men tað hava tó alla tíðina verið greiðar ábendingar um, at Neistin má finna seg í standa onkra staðni í ongamannalandið. Skulu tær ikki tað, so er neyðugt við einum sigri sunnudagin, men hinvegin fer VÍF uttan iva at gera sítt til, at stigini skulu koma við til Vestmanna. Gullið tykjast tær ikki at náa, men megnar liðið at venda eftirverandi uppgerðunum móti Stjørnuni og VB til egnan fyrimun, so tykist silvurið í øllum førum vera sera nær.