Spurningurin um landsliðsvenjara loystur

Brian Marshall var í fjør summar settur í starv sum føroyskur landsliðsvenjari í svimjing. Hetta var liður í samstarvi við íslendska svimjisambandið og tað føroyska.

Hann tók sær av venjingunum hjá báðum landsliðunum.

 

Av persónligum ávum, hevur hann so nú valt at siga starvið í Føroyum frá sær, tí familjulívið kravdi brádliga ov nógv, til at alt kundi sampakkað.

 

Formaðurin í føroyska svimjisambandinum (SSF), Palli Ziskason, fortaldi í morgun fyri undirritaða, at sambandið hevði eina loysn klára, men at hann heldur vildi bíða eina løtu, áðrenn hann vildi kunngera tað fyri almenninginum.

 

Nú er so greitt, at Petur Heðin á Fløtti, og Jón Bjarnason verða teir, sum í felag fara at lyfta arvin eftir júst fráfarna bretan.

 

Spurdur, um tað er ein varandi loysn, svarar Palli Ziskason, at hendan loysnin, í fyrstu atløgu bert er í gildi fram til í summar, men samstundis vil hann ikki útihýsa møguleikanum fyri einari nýggjan av sáttmálanum.

 

Spurdur, um tað er ein góð loysn, svarar Palli, at hann metir, at venjararnar báðir hava drúgvar royndir, og vita alt um hvat krevst á hesum støði. Hann heldur avgjørt, at valda loysnin er ein virðilig loysn, sum øll kunnu liva við.

 

Palli er annars ávegis til Íslands í dag, har hann skal fundast. Og hann legði áherðslu á, at hóast samstarvið við venjaran er endað, er samstarvið við íslendska svimjisambandið tó ikki at enda komið.