Nú verður kanningin av Sernámsdeplinum og øllum tí sernámsfrøðisliga økinum sett í verk.
Bólkurin, sum skal gera kanningina, er mannaður, og arbeiðssetningurin hjá bólkinum er orðaður og góðkendur av landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum.
Arbeiðsbólkurin skal gera tilmæli um, um møguliga broytingar skulu gera í núverandi skipan, og um Sernámsdepilin skal halda fram í verandi líki.
Eisini skal bólkurin kanna, um eina skipan, har sernámsfrøðisliga ráðgevingin og skúli skulu vera hvør sær, skal setast í verk aftur. Í 1998 vóru júst Skúlin á Trøðni og Sernámsfrøðisliga Ráðgevingin løgd saman til Sernámsdepilin, sum hevur staðið so nógv fyri skotum seinastu tíðina.
Arbeiðsbólkurin hevur somuleiðis fingið til uppgávu at grea tilmæli um eina skipan við serundirvísingardeplum í fólkaskúlunum kring landið.
Lýsa Sernámsdepilin
Í arbeiðssetninginum verður arbeiðsbólkurin biðin um at kanna og lýsa, hvat brúkarar halda um sernámsfrøðisligu tilboðini í skúlaverkinum, og hvørji ynski tey hava til broytingar.
Kanningar skulu gerast við samrøðum, spurnarbløðum og á annan hátt. Bólkurin skal tosa við næmingar við serligum tørvi, foreldur, skúlar, sernámsfrøðisligu ráðgevingarskipanina, kommunur og áhugabólkar.
Arbeiðsbólkurin skal lýsa verandi serundirvísingarskipan og lýsa viðurskiftini á Sernámsdeplinum.
Eisini skal bólkurin samanbera skipaninar í hinum norðurlondum við tí føroysku.
Í bólkinum, sum fer at gera kanningina, eru Hans Trygvi Teirin, Tóra Tóroddsdóttir og Steintór Rasmussen.
Bólkurin skal vera liðugur við sítt arbeiði í seinasta lagi 1. oktober næsta ár, og tá skal tilmæli handast landsstýrismanninum.










