Í nógvum ítróttargreinum er ein ávís miðsavnan farin fram, men hóast útlitini fleiri ferðir hava verið døpur hjá fótbóltinum, er breiddin í føroyskum fótbólti størri enn nakrantíð. Allir partar av landinum ? uttan Vágoyggin í løtuni ? eru við i 1. deild, og nógv lið eru sterk.
Klaksvíkingar hava ikki bestu umstøðurnar landafrøðisliga, tá talan er um fótbólt, tí nógvir av bestu spælarunum savnast á meginøkinum, men klaksvíkingar, sum vunnu steypafinaluna hjá monnum, eru eitt gott dømi um, at tað ber til at verða við, hóast felagið liggur í útjaðaranum. Klaksvíkingar líta á egnar spælarar, sum støðast væl í býnum, og so styrkja teir seg við nøkrum útlendingum.
Í Suðuroy eru tvey feløg við í 1. deild, Sandoyggin er umboðað og líkt er til, at næsta ár verður felag úr Vágoynni við í bestu deildini. Hetta er ein breidd, sum skapar grundarlag fyri sterkari, breiðari og sunnari kapping. Júst tað, sum vit hava brúk fyri, tá vit skulu royna at betra um okkara úrslit í altjóða fótbólti.
Føroyskur fótbóltur fær nógva umrøðu her heima og í útlandinum, og tað fer at halda fram so leingi framgongdin er so stór, sum hon er í løtuni. Feløgini eru sterk, landsliðið mennist í hvørjum, og framburðurin skapar optimismu nógva staðni. Og so kunnu vit øll fegnast um, at alt landið spælir við.