Sløktu GPS-signalið til flogfar hjá Von der Leyen

Eitt flogfar við forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, umborð, noyddist í gjár at lenda uttan GPS-signal, eftir at tað varð órógvað

Eitt flogfar við forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen umborð, mátti sunnudagin lenda uttan GPS-signal. Tað siga fleiri keldur við Financial Times. Myndin er frá, tá Ursula von der Leyen vitjaði í Føroyum 8. februar í ár. - Mynd: Álvur Haraldsen

Tað siga tríggjar ónevndar keldur við vitan um málið við Financial Times.

Tað kallast »jamming«, tá onkur uttanífrá roynir at órgóva GPS-signalið hjá flogførum.

Sambært fjølmiðlunum varð GPS-signalið á einum bulgarskum flogvølli sløkt, áðrenn flogfarið við von der Leyen skuldi lenda á flogvøllinum.

Ein talsmaður fyri ES váttar í dag hendingina.

- Vit hava fingið upplýst frá bulgarsku myndugleikunum, at teir hava illgruna um, at hetta komst av týðiligum inntrivum frá Russlandi, sigur talsmaðurin.

 

Ritzau/Reuters

 

Eitt flogfar við forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen umborð, mátti sunnudagin lenda uttan GPS-signal. Tað siga fleiri keldur við Financial Times. Myndin er frá, tá Ursula von der Leyen vitjaði í Føroyum 8. februar í ár. - Mynd: Álvur Haraldsen

Eitt flogfar við forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen umborð, mátti sunnudagin lenda uttan GPS-signal. Tað siga fleiri keldur við Financial Times. (Arkivmynd). - Mynd: Mindaugas Kulbis/Ritzau Scanpix