Aftur til røturnar

- Tað var stuttligt at hoyra nýggja formannin í Fólkaflokkinum boða frá politisku kós síni, tí tað var sum at lesa stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins, sigur Kári P. Højgaard

Sjálvstýrisflokkurin er tann flokkur, sum liggur Fólkaflokkinum nærmast í hugsjónum. Tí er tað heldur ikki løgið, at júst hesir báðir flokkarnir ofta hava verið í samstarvi. Í nýggjari tíð hevur tað so verið Anfinn Kalsberg, ið Sjálvstýrisflokkurin hevur havt við at gera.

- Ja, vit hava oftani verið í samgongu við Fólkaflokkin, og eg kann bara siga, at vit altíð hava havt eitt sera gott samstarv við Anfinn Kalsberg, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýriflokkinum.

Hinvegin so er hann serstakliga glaður fyri proklamatiónina hjá nýggja formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.

- Ja, eg má sjálvandi fegnast um útmeldingina hjá Jørgen Niclasen. Hann siteraði jú stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins í sjálvstýrismálinum, sigur Kári P. Højgaard.

Formaður Sjálvstýrisfloksins vísir víðari á, at eisini Tjóðveldisflokkurin leggur stóran dent á tað, sum stendur í stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins, so allir møguleikar standa opnir fyri einum sjálvstýrislandsstýri eftir komandi val.

- Eg eri fegin um, at báðir flokkar leggja dent á røturnar, tí báðir eru sprotnir úr Sjálvstýrisflokkinum. Bæði formaður Tjóðveldisfloksins og nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum hava eisini lagt seg eftir at líkjast formanninum í Sjálvstýrisflokkinum, nú teir báðir eru í holt við at anleggja sær skegg, sigur Kári P. Højgaard.