Vágatunnilin. Tá so roknað verður við, at talan er um bilar, sum koyra aftur og fam, verður hildið, at einir 1.000 bilar eru í tunlinum um samdøgurðið. Hetta eru tøl, tey eru nøgd við, sigur Reinhold Isaksen [...] bilar at síggja í Vágum í summar, enn verið hevur árini frammanundan, tá farast skuldi um Vestmannasund við ferju. Hetta eru í stóran mun bilar, sum bíða í Føroyum, meðan Norrøna er í Bergen mánadag og týsdag [...] Einir 1.000 bilar koyra dagliga aftur og fram gjøgnum tunnilin. Feriutíð er, og nógv fólk ferðast um flogvøllin. Nógv teirra koyra við egnum bili ella verða koyrd av vinum og skyldfólki. Eisini eru nógv
Líka mikið um vit vóru 11, 10 ella níggju á vøllium. Nú var hetta móti HB, og tá eru allir altíð uppsettir, men eg trúgvi veruliga, at vit nú hava fingið rætta hugburðin. Spurdur um hetta eisini verður [...] merkja, at vit nú eru við í gullstríðnum, er John Petersen skjótur at svara, tá vit eftir dystin spurdu, um tað stóð nógv á leikarunum undan dystinum. - Nú eru so bara fýra stig á muni, so vit hava í øllum førum [...] sindur varin. - Tað fáa vit so at síggja. Vit mugu bara royna at vinna ein dyst í senn, og so vóna, at hetta er nóg mikið til at yvirhála eitt og eitt av hinum liðunum, sum eisini royna at stríðast í oddinum
hesi árini, men eisini í øðrum høpi hevur løgmaður dyrgt eftir at fáa eina breiða semju um stór politisk mál. Hetta er ein politiskur arbeiðsháttur, sum er vanligur aðrastaðni. Stórur dentur verður lagdur [...] týðandi avgerðir, so tjóðin stendur samlað um stórmál. Afturfyri sleppur andstøðan so at seta síni fingramerki á politikkin, men tað hevur verið so sum so, hvussu hetta hevur hepnast í Føroyum. ? Hóast eg havi [...] Breið semja. Tað hava verið lyklaorðini, síðan Anfinn Kallsberg tók um stýrisvølin og gjørdist løgmaður í 1998. Orðini hava serliga verið havd á lofti í sjálvstýrismálinum, sum hevur verið ovast á breddanum
og um okkara leiðir, sum koyrir upp á rapsolju. Erling fær oljuna heim í tunnum. Hetta má sigast at verða eitt slóðbrótandi stig, hann her hevur tikið til frama fyri umhvørvið. Vit hoyra meira um bilin [...] áðrenn hann verður settur í gongd. Hetta kann gerast við eini fjarstýring. Orsøkin til at fjølmiðlarnir í Danmark hava víst bilinum so stóran áhuga, er tað, at talan er um VW Lupo, sum er ein serligur bilur [...] ysk Folkecenter for Vedvarende Energi" verður í løtuni ein VW Lupo á føroyskum nummarplátum bygdur um til at kunna koyra uppá vanliga matolju (rapsolju). Tað er Erling Simonsen tannlækni í Havn, sum eigur
tá vit eftir dystin spurdu, um hetta var eitt endaligt farvæl til gullmerkini hjá Neistanum. Glottar at hóma Hóast hetta, so skerst ikki burtur, at liðskiparin iðraði seg um tapið, og ikki minst mátanum [...] sum eru før fyri at gera um seg. At kalla øll hini liðini kunnu gera ein vørr, og tað fara tey heilt víst. So mugu vit bara ansa eftir, at tað ikki er ímóti okkum, at hetta verður gjørt, sigur Jakob at [...] løtum í fyrra hálvleiki fáa vit verjuspælið at koyra, sum tað skal, og tað er í øllum førum at fegnast um, eins og Petur eisini stendur ein sera góðan dyst. Fara at missa Tá vit venda aftur til gullvónirnar
og hetta endurtók hann á ársaðalfundinum hjá FSF. Tá kappingarnevndin leggur skránna eru nógv fyrilit at hugsa um. Viðhvørt er veruleikin, at talan í síðsta umfarinum verður um eina rætta finalu um FM [...] FM ella niðurflyting. At leggja skránna soleiðis at hetta gerst veruleiki er sjálvandi vónleyst, tí tað er á vallunum kring landið og ikki á skrivaraborðinum hjá Dánjali Andreasen, at kappingin verður avgjørd [...] vann meistaraskapin í fjør, og teir kunnu kalla seg meistarar inntil meistarin í ár 2000 er funnin. Um klaksvíkingar fara at endurvinna meistaraskapin, so fara teir at fáa steypið handað í Sørvági. KÍ hevur
skal hann hitta Volodymyr Zelenskyj fyrrapartin í morgin. Umframt at tosa um kornútflutningin, skulu teir báðir eisini tosa um onnur viðkomandi mál, verður sagt. ST-aðalskrivarin hevur fleiri ferðir víst [...] Russland, um partarnir vilja seta seg við samráðingarborðið. Á tí einu ferðini hjá ST-aðalskrivaranum í Kyiv, framdi Russland loftálop á býin, sum eitt nú tók lívið av einum journalisti. Hetta hendi, hóast [...] António Guterres, er á veg til Ukraina, har hann skal hitta forseta landsins, Volodymyr Zelenskyj. Hetta verður triðja vitjanin hjá honum í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, síðan Russland leyp á landið hin
framvið ánni. Hetta verður alt gjørt við gamla “kærlighedsstien” í huga. Arbeiðið er farið í gongd og skal alt verða liðugt í triðju viku í november. Súsanna sigur, at tá tað frættist um hetta í býnum, tá [...] tá vóru enntá fólk, sum spurdu um møguleikan at verða vígd á “kærlighedsstien” annað jólakvøld. So spennandi og romantiskt var hetta. Vit frætta meira um jól í miðbýnum seinni. [...] , tí gøtan fekk ikki annað navn enn Kærlighedsstien. Danskt mátti tað vera. “Á Áarvegnum gingu vit um summarið í eini gandaverð við tutlandi vatni og bleiktrandi leyvi, einum ævintýri av ribsrunnum, gullregni
øðrum. Um feltið er nóg sterkt, verða tey skild sundur og kunnu tískil vera við til at fáa ein elektriskan streym at renna gjøgnum tilfarið. Hetta verður eitt nú nýtt í sólsellum. Ritgerðin kannar, um eksitonir [...] 2022 vardi Høgni Carlsson Kamban ph.d.-ritgerð sína um eksitonir í sera tunnum tilfari við Institut for Materialer og Produktion, Aalborg Universitet. Hetta skrivar gransking.fo. Ritgerðin er skrivað við støði [...] ið finst, kunnu skiljast sundur við elektriskum feltum, og endamálið er at rokna, hvussu skjótt hetta fer fram, alt eftir hvørjum strukturi eksitonin er stødd í. Verjan gekk sera væl. Høgni Carlsson Kamban
framvegis við í kappingini um at vinna uppflyting. Nú tað resta fimm umfør, hevur B71 stig og er trý stig frá B36 og bronsuplássinum. Um eina viku hevur B71 av álvara møguleika at styrkja um sína støðu í toppstríðnum [...] í Dal á Sandi. Víkingur fær um eina viku vitjan av botnliðnum HB. Bjørn Bakk Bjarkhamar legði eftir stóran hálvan tíma Víking á odda. Uppleggið átti Arnór Brandsson. Hetta var triðja málið hjá Bjørn Bakk [...] Sarpugerði vitjan av sandoyingum, og úrslitið var 1-1. Tað ber við sær, at Víkingur hevur 39 stig. Hetta er sama úrtøka, sum FC Suðuroy hevur, men málmunurin hjá Víkingi er +22, og hjá FC Suðuroy er hann