Óbúgvin politisk skipan

Politikarar fingu eina oyrafiku, tá Anfinn Kallsberg setti tingið ólavsøkudag. Politiska skipanin er ikki búgvin til samstarv, segði løgmaður, sum í somu vending átók sær sín part av ábyrgdini fyri, at tað hevur gingist so illa at finna breiðar politiskar semjur

Breið semja.
Tað hava verið lyklaorðini, síðan Anfinn Kallsberg tók um stýrisvølin og gjørdist løgmaður í 1998. Orðini hava serliga verið havd á lofti í sjálvstýrismálinum, sum hevur verið ovast á breddanum hesi árini, men eisini í øðrum høpi hevur løgmaður dyrgt eftir at fáa eina breiða semju um stór politisk mál.
Hetta er ein politiskur arbeiðsháttur, sum er vanligur aðrastaðni. Stórur dentur verður lagdur á at fáa politisku andstøðuna við í týðandi avgerðir, so tjóðin stendur samlað um stórmál. Afturfyri sleppur andstøðan so at seta síni fingramerki á politikkin, men tað hevur verið so sum so, hvussu hetta hevur hepnast í Føroyum.
? Hóast eg havi roynt at fáa breiða politiska undirtøku í málum, ið sum frálíður hava stóran týdning fyri samfelagið, má ásannast, at hetta hevur ikki eydnast serliga væl. Eg havi helst mín part av skylduni, men staðfestast má, at politiska skipanin enn ikki er búgvin til eitt slíkt samstarv, segði Anfinn Kallsberg í løgmansrøðuni.
Hóast tað tóktist, sum løgmaður gav skarvin yvir, so segði hann seg enn hava vónina. Men fortreytin er, at føroyskir politikarar taka annað skinn um bak.
? Tað er mín vón, at tíðin fer at arbeiða fyri hesum. Tí stórmál liggja fyri framman at loysa. Eg vóni, at vit kunnu leggja til viks øll persónlig áhugamál og taktiskar politiskar neisir fyri saman at fremja grundleggjandi lóggávu, sum røkkur langt inn í framtíðina, landi og fólk okkara at gagni, segði Anfinn Kallsberg.