Á "Nordvestjysk Folkecenter for Vedvarende Energi" verður í løtuni ein VW Lupo á føroyskum nummarplátum bygdur um til at kunna koyra uppá vanliga matolju (rapsolju). Tað er Erling Simonsen tannlækni í Havn, sum eigur bilin. Erling sigur, at tað er av áhuga fyri orkusparing og reinum umhvørvi, at hann hevur tikið hetta stig. Bilin keypti hann frá Bilasøluni v.Øssur Johannesen í Hoyvík fyri hálvum øðrum ári síðan. VW Lupu 3L er ein bilur sum frammaundan koyrir 33,3 km/l við einum 3 syl. turbodiesel motori við beinleiðis innspræning.
Fyri at kunnu koyra uppá rapsolju mugu nakrar tekniskar og mekaniskar broytingar gerast við bilin. Ser-liga tí at rapsoljan er tjúkri enn dieseloljan, tí skal motorurin hitast upp, áðrenn hann verður settur í gongd. Hetta kann gerast við eini fjarstýring.
Orsøkin til at fjølmiðlarnir í Danmark hava víst bilinum so stóran áhuga, er tað, at talan er um VW Lupo, sum er ein serligur bilur, av tí at hann hevur ein sera framkomnan motor og kann koyra 100 km uppá 3 litrar av olju. Við rapsolju kemur bilurin at dálka munandi minni enn við diesel.
Tá bilurin kemur í land av Norrønu mándagin, verður hann fyrsti bilur í Føroyum, og um okkara leiðir, sum koyrir upp á rapsolju. Erling fær oljuna heim í tunnum.
Hetta má sigast at verða eitt slóðbrótandi stig, hann her hevur tikið til frama fyri umhvørvið. Vit hoyra meira um bilin í næstu viku.