Plagar tú at fara á ólavsøku?
- Ja, eg eri á ólavsøku hvørt ár.
Tað sigur Tummas Pauli av Reyni.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað er at hitta fólk, fáa vitjan og støkka inn á gólvið hjá onkrum til okkurt gott.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Nei, eg haldi ikki, at eg sakni nakað.
Tummas Pauli heldur fyri, at tíðirnar broytast, og tað ger ólavsøkan eisini.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ólavsøkurnar í fyrru hálvu av 90’unum vóru serligar, men kanska tað var aldurin, sum gjørdi tað, sigur Tummas Pauli av Reyni.