Sandoyingar vunnu fyrsta stigið ímóti Víkingi

1. DEILD: Hóast tað á heimavølli ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig ímóti B71, so er Víkingur nú topplið

Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað seinnapartin B71 at vinna stig ímóti Víkingi. Teir næstbestu hjá Víkingi høvdu í Sarpugerði vitjan av sandoyingum, og úrslitið var 1-1. Tað ber við sær, at Víkingur hevur 39 stig. Hetta er sama úrtøka, sum FC Suðuroy hevur, men málmunurin hjá Víkingi er +22, og hjá FC Suðuroy er hann +18. FC Suðuroy hevur spælt ein dyst færri enn Víkingur. Tað kemst av, at heimadysturin í dag ímóti B36 ikki var spældur. Líkindini vóru ov vánalig at spæla fótbólt á Vágseiði í dag.

 

Sandoyingar eru framvegis við í kappingini um at vinna uppflyting. Nú tað resta fimm umfør, hevur B71 stig og er trý stig frá B36 og bronsuplássinum.

 

Um eina viku hevur B71 av álvara møguleika at styrkja um sína støðu í toppstríðnum. Tá verður FC Suðuroy gestur inni í Dal á Sandi. Víkingur fær um eina viku vitjan av botnliðnum HB.

 

Bjørn Bakk Bjarkhamar legði eftir stóran hálvan tíma Víking á odda. Uppleggið átti Arnór Brandsson. Hetta var triðja málið hjá Bjørn Bakk Bjarkhamar í ár.

 

Tveir minuttir undan leikloki javnaði B71. Málskjútti var Romulo Cicolin Bosqueiro. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Hann skoraði eisini í 21. umfari, tá ið B71 vann 3-1 á heimavølli ímóti B36.

 

Sandoyingar hava fyrr í ár tvær ferðir tapt ímóti Víkingi. Á Sandi vann Víkingur 3-0 og so 2-1 á heimavølli.