Ferðslan undir Vestmannasundi er so nógv, sum hon ikki hevur verið fyrr. Einir 1.000 bilar koyra dagliga aftur og fram gjøgnum tunnilin.
Feriutíð er, og nógv fólk ferðast um flogvøllin. Nógv teirra koyra við egnum bili ella verða koyrd av vinum og skyldfólki. Eisini eru nógv fleiri frammandir bilar at síggja í Vágum í summar, enn verið hevur árini frammanundan, tá farast skuldi um Vestmannasund við ferju. Hetta eru í stóran mun bilar, sum bíða í Føroyum, meðan Norrøna er í Bergen mánadag og týsdag.
Reinhold Isaksen á skrivsovuni hjá Vágatunlinum sigur, at tey tøl, hann hevur fingið í seinastuni, vísa, at tað dagliga eru umleið 500 gjaldingar til partaelagið Vágatunnilin. Tá so roknað verður við, at talan er um bilar, sum koyra aftur og fam, verður hildið, at einir 1.000 bilar eru í tunlinum um samdøgurðið.
Hetta eru tøl, tey eru nøgd við, sigur Reinhold Isaksen. Heilt neyv tøl fyri tað, sum farið er av august, hevur hann ikki, men roknar við, at talið ikki er lægri enn í juli, haðani talið við teimum 1.000 bilunum stavar.
Framvegis sita fólk allan sólarringin við tunnilsmunnan og krevja pengar frá fólki.
?Tað er ikki nøktandi, sigur Reinhold Isaksen, at gjaldskipanin ikki er í lagi enn. Men nú siga teir enn einaferð úr Keypmannahavn, at teir skulu fáa skipanina at rigga, og at teir koma upp hendanveg ein av fyrstu døgunum at avgreiða hetta. Og einaferð enn hava vit valt at trúgva teimum, sigur hann.