Høgni Carlsson Kamban vart ph.d. við Aalborg Universitet

Týsdagin 31. mai 2022 vardi Høgni Carlsson Kamban ph.d.-ritgerð sína um eksitonir í sera tunnum tilfari við Institut for Materialer og Produktion, Aalborg Universitet.

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

Ritgerðin er skrivað við støði í kvantimekanikki, sum er partur av alisfrøðini, ið fæst við eginleikar í tilfari á atomarum og subatomarum støði. Í stuttum er ein eksiton sett saman av einari elektron og einum positivt ladaðum partikli, ið verður nevndur eitt hol. Tá eksitonin kemur undir eitt elektriskt felt, verða elektronin og holið togaði burtur frá hvørjum øðrum. Um feltið er nóg sterkt, verða tey skild sundur og kunnu tískil vera við til at fáa ein elektriskan streym at renna gjøgnum tilfarið. Hetta verður eitt nú nýtt í sólsellum. Ritgerðin kannar, um eksitonir í onkrum av tí tynsta tilfarinum, ið finst, kunnu skiljast sundur við elektriskum feltum, og endamálið er at rokna, hvussu skjótt hetta fer fram, alt eftir hvørjum strukturi eksitonin er stødd í.

 

Verjan gekk sera væl. Høgni Carlsson Kamban fekk nógv rós fyri bæði framløguna, ritgerðina og svarini til spurningarnar frá metingarfólkunum.

 

Høvuðsvegleiðari hevur verið Thomas Garm Pedersen, professari á Institut for Materialer og Produktion, Aalborg Universitet.

 

Í metingarnevndini vóru:   

 

Kjeld Pedersen, professari á Aalborg Universiteti, sum leiddi verjuna 

Kirill Bolotin, professari á Freie Universität Berlin 

Nikolaj T. Zinner, professari á Aarhus Universitet 

 

Heiti á ritgerðini: Field-induced Dissociation of Excitons in Mono- and Bilayer Structures, skrivar gransking.fo, og har sæst eisini meira um ritgerðina.