- Nú eru vit við

Tað varð sagt undan dystinum, at um B36 ikki vann, so vóru teir úti úr gulldystinum, so tað stóð nógv á undan dystinum

- Tað má so merkja, at vit nú eru við í gullstríðnum, er John Petersen skjótur at svara, tá vit eftir dystin spurdu, um tað stóð nógv á leikarunum undan dystinum.
- Nú eru so bara fýra stig á muni, so vit hava í øllum førum møguleikan.
Ein av broytingunum á B36 liðnum er sjálvandi, at Julian Johnsson nú aftur er at síggja, men er tað veruliga soleiðis, at bara ein leikari hevur lyft alt liðið somikið nógv?
- Tað veit eg ikki. Julian ger sjálvandi sítt, og hann koyrir eisini á viðleikararnar, men í dag haldi eg allir stríddust fyrimyndarliga. Líka mikið um vit vóru 11, 10 ella níggju á vøllium. Nú var hetta móti HB, og tá eru allir altíð uppsettir, men eg trúgvi veruliga, at vit nú hava fingið rætta hugburðin.
Spurdur um hetta eisini verður nóg mikið at vinna seg heilt fram í oddin, er B36 liðskiparin tó eitt sindur varin.
- Tað fáa vit so at síggja. Vit mugu bara royna at vinna ein dyst í senn, og so vóna, at hetta er nóg mikið til at yvirhála eitt og eitt av hinum liðunum, sum eisini royna at stríðast í oddinum.

Mynd: John Petersen
- Julian ger sjálvandi sítt, men í dag haldi eg at allir hjá okkum stríddust fyrimyndarliga, helt John Petersen, tá vit spurdu, um stríðsandin hjá B36 bara var úrslit av, at Julian Johnsson nú aftur er á liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen